Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. november 2014 · Nr. 135 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tá fólkatingsval var í september í 1953 komu bara tveir listar inn í Føroyum. Tað vóru Javnaðarflokkurin og Sam­bands­ flokk­urin, sum stillaðu upp. Og tá hvør teirra bara hevði eittans valevni, ávikavist Pet­ur Mohr Dam og Johan Poulsen, varð valið avlýst og teir báðir kosnir fólka­tings­ menn. Teir vórðu so fólkatingsmenn uttan at verða valdir. Hetta var seinna fólkatingsvalið hetta ár­ið, sum var árið, tá grundlógin varð broytt við fólkaatkvøðu ímillum bæði fólka­tings­valinum. Til seinna valið í 1953 skuld­ur Føroyar fyri fyrstu ferð velja tvey fóka­tingsumboð. Tað sama hendi í 1915. Tá skuldi eitt fólka­tingsumboð veljast. Ta ferðina still­ aði bara Sambandsflokkurin upp og hevði bara tað eina valevnið, Andras Samuelsen. Men føroyingar máttu kortini á val og skriva "ja" ella "nei" fyri Andras. Hugsa vit okkum, at fullveldisvongurin í Føroyum tók seg saman um ein utt­an­ flokka­lista og samdist um eitt valevni, so er møgu­leiki fyri, at ein slíkur listi fekk bæði umboðini vald. Trupulleikin er bara, at uttanflokklisti kann bara hava eitt valevni. Leggja vit allar atkvøðurnar frá full­ veld­is­flokkunum saman – og tá siga, at "full­veldisflokkarnir" eru allir uttan Javn­ að­ar­flokk­urin og Sambandsflokkurin, so kundi tað hent – hóast teir á seinasta fólka­tings­valið ikki høvdu nóg mikið av at­kvøð­um til tess. Hugsa vit okkum kortini, at so var. So hevði Fólkatingið bara havt 178 fólka­tings­ um­boð valkvøldið. So mátti um­val verða í Før­oyum at velja seinna um­boð­ið. Um so somu flokkar gjørdu utt­an­flokka­lista, men við øðrum valevni, so kundu teir vunn­ið hendan sessin eisini. Friðarval í 1953 Kundi verði umval í Føroyum Vill spjaðing á fullveldisveinginum – Tað er vill spjaðing á fullveldisveinginum. Men enda­málið hjá mær er at koma á ting. Tað er tí, at eg stilli upp. Eg veit ikki, hvat hinir flokkarnir gera. Eg havi boðað teimum frá, at eg stilli upp, men nú fáa vit at síggja, hvussu útviklingurin verður, sigur Zakarias Wang Eirikur Lindenskov – Tað gongur væl. Eg eri ikki enn komin á mál, men nógv­ ar línur eru úti. Soleiðis sigur Zakarias Wang, tá vit spyrja hann, hvussu tað gongur við at fáa still­ar­ar til fólkatingsvalið. Tað var tann 15. oktober, at hann við lýsing í Sosi­al­in­ um boðaði frá, at hann still­ ar upp til fólkatingsvalið, sum verður í seinasta lagi 15. september næsta ár. Zakarias Wang stillar upp utt­an­flokka, og til tað krevst, at hann hevur 150 stillarar. Men Zakarias Wang hev­ ur góða tíð. Listin skal ikki vera fólka­ tings­val­nevndini í hendi fyrr enn 11 dagar fyri valið. – Tá valið er lýst, hevur tú eina viku, til listarnir skulu vera inni hjá valnevndini, sum skal góðkenna listan. Um so er, at okkurt er gal­ ið, ella til dømis at 51 av 200 stillarum ikki verða góð­ kendir, so verður listin ikki vrakaður við teirri grund­ gev­ing, at ein stillari manglar í teimum 150. Men so fært tú 24 tímar at rætta feilin – ella at finna, sum í hesum før­in­ um, ein stillara, sum restar í, sig­ur Zakarias Wang. Zakarias Wang hevur fýra ferð­ir áður stillað upp til fólka­tingsval, 1971, 1977, 1994 og í 2001. Tá hann stillaði upp fyrstu ferð í 1971 mundi hann ver­ið valdur. Úrslitið var: Javnaðarflokkurin: 4.170 Sambandsflokkurin: 2.855 Fólkaflokkurin: 2.680 Zakarias Wang: 2.410 Av tí at Zakarias Wang og Fólka­flokkurin gjørdu lista­ samgongu, gjørdust hesir list­arnir tilsamans størsti flokk­urin við 5.090 at­kvøð­ um og fingu fyrra mannin. Javnaðarflokkurin fekk so seinna mannin. Men tað var um reppið, at Zakarias Wang varð vald­ ur, tí hevði hansara listi fingið fleiri atkvøður enn Fólkflokkurin – og har rest­ aðu bara 270 – so varð tað ikki Hákun Djurhuus úr Fólka­flokkinum, men Zak­ ari­as Wang, sum varð valdur. Hendan listasamgongan førdi tí til, at Sam­bands­ flokk­urin ikki vann sæti á Fólka­tingi ta ferðina. Tjóðveldisflokkurin still­aði fyrstu ferð upp til fólkatingsval í 1973, og Er­ lend­ur Patursson varð vald­ ur. Hann varð afturvaldur á val­inum í 1975. Men á val­in­um í 1977 stillaði Zak­ ari­as Wang aftur upp utt­ an­flokka. Tá beyð hann Tjóð­veld­is­flokkinum at gera listasamgongu, men Tjóð­ veld­isflokkurin tók ikki av. Úr­slitið var, at Tjóveldi mist fólka­tingsumboðið. Hevði lista­sam­gonga tá verið skip­að millum Tjóðveldi og Zakarias Wang, so hevði Erlendur Patursson verðið afturvaldur. Í staðin vann Sambandsflokkurin við Paula Ellefsen sæti á Fólka­ tingi. Tá Zakarias Wang triðju ferð stillaði upp í 1994 bar ikki til at gera lista­sam­gong­ ur. Í 1993 var val­lóg­in broytt. Fólkatingsvallógin er donsk, og reglan um lista­ sam­gongur var langt síðani broytt í Danmark. Tá slíkar lóg­ir verða broyttar, verða tær eisini sendar til Føroyar. Tær kunnu so setast í gildi her við kongaligari fyri­ skip­an – við eini avgerð hjá løg­tinginum. Sambært Zak­ari­asi Wang er áheitan fleiri ferðir komin niðri frá um at broyta lógina til­svar­ andi. Men lógin varð ikki broytt, fyrr enn tað pass­ aði Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, so­ leið­is at Zakarias Wang ikki kundi gera listasamgongur við aðrar flokkar, sigur hann. Í sambandi við eitt kom­ andi fólkatingsval, so hevur Tjóð­veldi tikið støðu til at stilla upp. Høgni Hoydal, for­ mað­ur í Tjóðveldi, segði við in.fo í síðstu viku, at hann per­sónliga atkvøddi ímóti, at Tjóðveldi skuldi stilla upp. Tað var av prinsippiellum or­søk­um, sigur hann. Men avgerðin er tikin, og flokk­ur­ in stillar upp. Kortini mælir Høgni Hoydal til at savna full­veld­is­veingin í Føroyum. Spurdur hvussu tað skal gerast, hevði hann ikki eitt ítøki­ligt boð. Men hann vísti aft­ur, at talan kann verða um ein felags lista fyri Tjóðveldi og Fólkaflokkin. Tað kann tí fara at vísa seg, at spjaðingin á full­veld­ is­veinginum kann tryggja Javn­að­ar­flokk­inum og Sam­ bands­flokkinum hvør sítt um boð á Fólkatingi. – Jú, tað er vill spjaðing á full­veldisveinginum, um allir flokkarnr stilla upp, sigur Zak­arias Wang, sum váttar, at tað merkir, at slík spjaðing á fullveldisveinginum kann tryggja sambandsveinginum um­boðan á fólkatingi. Men hví so gera ein utt­an­ flokkalista, sum bara spjaðir full­veldisveingin enn meira? – Endamálið hjá mær er at koma á ting. Tað er tí, at eg stilli upp. Eg veit ikki, hvat hin­ir flokkarnir gera. Eg havi boð­að teimum frá, at eg stilli upp, men nú fáa vit at síggja, hvussu útviklingurin verður, sigur Zakarias Wang. Hann sigur, at hann hevur boð­að hinum frá, at hann er fús­ur at víkja sum valevni, um til dømis hinir flokkarnir á fullveldisveinginum og hann sjálvur semjast um eitt val­evni. Ein uttanflokkalisti kann bara stilla eitt valevni upp, so kravið er, at allir flokk­ar semjast um eitt val­ evni. Lættari er hjá flokkum at stilla upp. Allir flokkar, sum hava sæti á løgtingi, tá fólkatingsval verður út­skriv­ að, kunnu stilla upp. Utt­an­ flokkalistar skulu hava mill­ um 150 og 200 stillarar – og teir kunnu bara hava eitt val­evni. Tíðindi Zakarias Wang stillar upp til fólkatingsval fyri fimtu ferð Petur Mohr Dam og Johan Poulsen fólkatingsmenn í 1953 Andras Samuelsen, fólka­ tingsmaður í 1915