Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 28. november 2014 · Nr. 136 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Djóramisrøkt Standa úti uttan skjól Djóravælferð ov illa staðfest í lógini Tað tykist, sum vit í Føroyum standa við eitt vega­mót, hvat djóra­rætt­ ind­um viðvíkur. Djóra­ verndarfelagið hevur fleiri ferðir fyrr víst á, og gera tað aftur nú, at lógirnar um djórahald í Føroyum eru alt ov veikar. Grein eitt og tvey í lógini um viðferð av dýrum ljóðar soleiðis: – Dýr skulu viðfarast for­svarliga og skulu ikki av van­røkt, overving ella á annan hátt vera fyri óneyð­ ugari líðing. Hvør, sum heldur dýr, skal syrgja fyri, at dýrið fær nóg mikið og hóskandi fóður og drekka, og at tað í aðrar mátar verð­ ur hildið og røkt for­svar­liga, herundir at til­halds­rúm hjá dýrinum er for­svarliga innrættað. – Orðingarnar eru so kámar, at tað er sera tor­ ført at staðfesta, at lógin er brotin, sigur Djóra­verndar­ felagið, sum heldur at djóra­ verndarlógirnar eru ótrú­ liga vánaligar. – Tær veita ikki djór­ unum nakra vernd. Í stuttari viðmerking sigur Landsdjóralæknin, at djóra­lógin í Føroyum er sera elatiskt. Orðingarnar eru ikki neyvar, men heldur at fata sum leiðbeiningar, og tí opnar fyri tulkingum. Í granna­londum okkara er ofta neyvt ásett, hvussu nógv pláss djórini skulu hava, hvussu nógva føði tey skulu fáa og so framvegis. Í før­oysku lógini standa minni ítøkiligar orðingar, so sum nóg mikið, nøktandi, óneyð­ugari, og orðið for­ svar­liga verður nýtt fleiri ferðir. Bjørn Patursson á Búnaðar­stovuni sigur, at teir halda seg til metingina hjá djóralæknanum, tá teir fáa mál um djórapínslu. – Tað kann ofta vera tor­ ført hjá fólki av meta um, hvat er djórapínsla og mis­ røkt og ikki. Onkur heldur kanska, at tað er synd at djór standa úti í regni og vindi, men tað merkir ikki, at talan er hvørki um mis­ røkt ella djórapínslu. Tí sigur lógin, at ein djóra­ lækni skal staðfesta, um talan er um djórapínslu, um vit skulu gera nakað við málið, sigur hann. danjal@sosialurin.fo Í fleiri vikur hava nøkur veðurlomb staðið í eini inngirðing, uttan møguleika fyri at leita sær skjól frá regni og vindi. Djóraverndarfelagið øtast og hevur meldað tilburðin Danjal av Rana Løgreglan í Suðuroy kannar í løtuni eitt mál um misrøkt av djórum í Sandvík. Talan er um fýra veður­ lomb, sum í fleiri vikur hava staðið í eini tøku. Bóndin var á fjalli fyri trimum, fýra vikum síðani, og veður­lomb­ ini, ið eftir øllum at døma er tikin til sláturs, hava staðið í eini tøku síðani tá. Einki skjól er hjá lombunum, einki skýli fyri regni og vindi. Umboð frá Djóraverndar­ felagnum hava verið á stað­num fleiri ferðir, eisini saman við løgregluni í Suður­ oy, og løg­reglan hevur gjørt bónd­an vart við, at okkurt má ger­ast, fyri at betra um kor­ini hjá lomb­unum. Men tað einasta, bóndin hevur gjørt, er at eisini gyrða seks ross inni, rund­an um veður­ lombini. – Tey tveita nakað av hoyggi inn til lombini av og á, men seyður etur ikki gamalt, vátt hoyggj, so tað økir bara um rununa í tøkuni. Tey hava gingið so í fleiri vikur, og um­støðurnar í tøkuni eru har eftir. Móran stendur teim­um langt upp eftir bein­unum, sigur Marsanna Heinesen, umboð fyri Djóra­ verndar­felagið. – Eg havi havt seyðamann við mær, at hugt eftir tøkuni, og hesin segði, at seyður skal ikki standa soleiðis í meiri enn ein tíma. Har er einki skjól fyri regni og vindi, og veðrið hevur verið stak vána­ligt seinastu dagar­nar, sigur Marsanna Heinesen. Løgreglan á Tvøroyri vátt­ ar, at teir hava fingið frá­ boðan um eitt mál um nøkur veður­lomb, sum ikki hava nøkt­andi umstøður. Málið verður kannað, siga tey av løg­reglu­støðini, men vilja ann­ars ikki gera stórvegis við­merkingar til málið. – Talan er um nøkur veður­lomb, ið standa inni í eini gyrðing, gjørd av platt­ um. Tey fáa tó mat og vatn, og tað er ikki so, at tey ganga og vassa í sínum egna skarni. Tó so, Djóraverndarfelagið vil vera við, at lombini eisini skuldi havt skjól yvir høvdið, og tað er tað, sum vit kanna nú. Sum skilst, so hevur løg­ reglan verið á staðnum og tikið myndir, og skal nú taka støðu til, hvussu víðari skal farast fram í málinum. Held­ ur løgreglan, at talan kann vera um djórapínslu, er ein møguleiki at senda lands­ djóralæknanum myndir­nar til metingar. Mál um mis­røkt av djórum er eitt løg­reglu­ mál, men lands­djóra­læknin verður ofta nýttur sum ser­ kunn­leiki á økinum. Heldur løg­reglan hinvegin ikki, at hetta er eitt mál um djóra­ pínslu, so verður málið latið bein­leiðis til politimeistaran at taka støðu til víðari gongd. Í Djóraverndarfelagnum øtast tey um viðferðina av hes­um veðurlombunum, og vísa á, at hetta als ikki er fyrstu ferð, at viðkomandi bónd er í sjóneyku teirra. Tey eru tí nú sinnaði at taka málið allan vegin til Búnaðar­stovuna, í eini roynd at taka festiloyvi frá bónd­ anum. Búnaðarstovan umsitir landsjørð og hevur yvir­ um­sjón við festijørð. Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðar­ stovuni, sigur, at um talan er um seyð, ið gongur á ognar­ jørð, hevur Búnaðar­stovan ongan myndugleika, men um talan er um festara, kann Búnaðarstovan gerast partur av málinum. Grein fimm í lógini um landsjørð viðger festi­ treytir. Í stykki tvey stendur: » Búnaðarstovan hevur eftir­lit við festinum. Verður stað­fest við eftirliti ella á ann­an hátt ... at kríatúr og – ella jørð verður mis­røkt... skal Búnaðar­stovan taka støðu festarans til við­gerð­ ar og áleggja festara at fáa viðurskiftini við fest­inum í rættlag. Verður áheit­anin ikki fylgd, kann Búnaðar­ stovan siga festimálið upp«. Í stykki trý stendur víðari: » Um djóralækni staðfestir djórapínslu á festinum, eigur Búnaðarstovan beinan­vegin fyribils at taka rættin frá festara at sita við fest­inum. Verður festarin seinni dømdur fyri djóra­ pínslu, missir við­komandi festari festi«. Bjørn Patursson sigur, at hann ikki kennir til júst hetta málið enn, og tí ikki kann gera fleiri viðmerkingar til, um tað fær nakrar av­leið­ ingar í hesum førinum. danjal@sosialurin.fo Myndir: Djóraverndarfelagið