Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. november 2014 · Nr. 136 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mortan Østerø Í USA skal tann einstaki sjálv­ur gjalda sína universi­ tets­útbúgving, sum í flestu før­um merkir, at neyðugt er við drúgvum lestrarláni. 2014 gjørdist eisini árið, har lestrarskuldin varð størri enn samlaða kreditt­skuldin í USA; eina trillión ameri­ kanskar dollarar skylda fólk fyri sína útbúgving. Tøl úr blað­num 'The Economist' stað­festa eisini, at í Amerika var stuðulin frá landinum til hvønn lesandi 27 prosent lægri í 2012 enn í 2007, hóast lestrar­gjaldið, í miðal, vaks við 20 prosent. Hóast fíggjartreytirnar eru versnaðar fyri tey les­ andi, eru tey fleiri enn nakran­tíð, sum eru undir lesn­aði, ið samstundis hækk­ ar krøvini, sum arbeiðs­gev­ arar seta teim­um arbeiðs­ søkj­andi. Á henda hátt, verður tað ein ónd ringrás; al­samt fleiri næmingarnir seta seg í skuld, fyri at fáa eina góða útbúgving, ið gev­ ur eitt gott starv. Tað førir síð­ani við sær økta kapping um starvs­plássini, sum merkir, at arbeiðsgevararnir kunnu herða krøvini til tey arbeiðs­søkjandi. Í Amerika hevur hetta ment seg til tað, at nógv lesandi kappast um at gerast 'interns' hjá fyri­ tøkum, sum veita lítla – og oftani – onga løn. Stendur øðrvísi til her Í Danmark og Føroyum stend­ur ikki eins illa til, av tí at landið fíggjar bæði út­ búgv­ingina umframt stuðul til livikostnað – tey lesandi standa sostatt sjáldan við skuld eftir loknan lesnað. Tó er tað ikki bíligt at út­búgva fólk í so stórum tali, sum londini bæði gera. Dan­mark hevur sostatt sett kjak við­ víkj­andi lesandi á dags­skrá. Spurningurin, sum tekur seg upp, er hvørt tað ikki eru ov nógv vælútbúgvin fólk í mun til tøk arbeiðspláss. Sitandi danska stjórnin hevur í huganum at broyta nú­verandi universitets­ skipan­ina soleiðis, at fólk ikki longur sleppa at lesa tað, sum tey hava hug til uttan at taka atlit til arbeiðs­ møgu­leikar. Fyrsta stigið, hevur verið at skera burtur kandidat­útbúgvingar – ser­ liga humanistiskar kandidat­ útbúgvingar. Ónda ringrásin hevur altso eisini gjørt seg gald­ andi í Danmark, har krøv­ ini hjá arbeiðsgevarum eru hækkað saman við hækk­ andi útboðnum av væl­út­ búnum fólki. Talan er um eitt strukturelt arbeiðsloysi – har fólk við ávísari út­búgv­ing ikki eru í starvi, sum er við­ kom­andi fyri útbúgvingina. Fá arbeiðspláss til vælútbúgvin Sambært tølum frá føroyska stuðulsstovninum, Studna, vóru 1.467 føroyingar undir útbúgving í skúlaárinum 2004-2005. Í 2013-2014 varð talið vaksið til 2.560 lesandi – altso ein øking upp á 42 pro­sent. Hugurin at lesa er sostatt í støðugum vøkstri millum føroyingar, men spurn­ing­urin er, hvørt ar­ beiðs­marknaðurin kann lofta teimum øktu før­leik­ unum. Tær 15 lærugreinarnar, sum flest føroyingar fara undir, fevna um 2.092 les­ andi. Ímynda vit okkum, at tað skal vera greitt sam­ svar millum, hvat ein hevur lisið og før­leika­krav­ið, sum arbeiðs­plássið setir tí ein­staka, so verður ógvu­ liga hørð kapping. Í tíðar­ skeið­inum 22. oktober – 19. november vóru einans 44 størv lýst leys, ið settu fram føroysk lesandi Í farnu viku setti Sosialurin sjóneykuna á samanhangin millum talið av tøkum arbeiðsplássum og føroyingum undir hægri lesnaði. Hetta bjóðar ikki einum nýútbúnum serliga hugaligan lesnað Loysir tað seg at lesa? Leyslýst størv frá 22. oktober – 19. november 2014 Topp 15 Kelda: Studni (2014) Tølini fyri »lesandi í Føroyum« eru gjørd við støði í mánaðar­liga lestarstuðlinum – øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við. Tølini fyri »lesandi uttanlands« eru gjørd við støði í ferða­stuðl­inum – øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við. Størv, sum hóska til fleiri útbúgvingar, eru tald við fleiri ferðir. Umframt tað, eru einans størv í Føroyum, ið hava útbúgvingarligar førleikar sum setanarkrav, tald við. Keldur: lsh.fo, hmr.fo, amr.fo, starv.fo, starvsportal.fo, in.fo, portal.fo Námsfrøðiligar 246 Lærarar 206 Maskinmeistarar 181 Sjúkrarøktafrøðiligar 178 Maritimar 155 Tann- og læknavísindi 149 Samfl. leiðsla og fyrisit. 143 Fíggjarl. og búskaparl. 127 Marknaðarf. Íverk, sams. & business 119 Humanisma og sosialvísindi 103 Arkitekt og byggitøkniligar 100 Náttúruvísindaligar og støddfrøðil. 98 KT-frøðiligar 97 Løgfrøðiligar 96 Heilsuvísindi og terapeutiskar 94 Í alt 2.092 av 2.560 lesandi Námsfrøðiligar * 10 Lærarar 1 Maskinmeistarar 3 Sjúkrarøktafrøðiligar 8 Maritimar 1 Tann- og læknavísindi 2 Samfl. leiðsla og fyrisit. 2 Fíggjarl. og búskaparl. 5 Marknaðarf. Íverk, sams. & business 3 Humanisma og sosialvísindi 1 Arkitekt og byggitøkniligar 2 Náttúruvísindaligar og støddfrøðil. 0 KT-frøðiligar 2 Løgfrøðiligar 0 Heilsuvísindi og terapeutiskar 4 Í alt 44 * Helmingurin av leystlýstu størvunum til námsfrøðingar vóru til niðursetta tíð