Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. november 2014 · Nr. 136 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Løgmaður hóttir 700 familjur í Tórshavnar kommunu Heðin Mortensen borgarstjóri Løgmaður hevur heldur ikki fylgt við í søgutímanum. Fyrr vórðu vørugjøld ásett í alm­ennari kunngerð. Tá kundi landsstýrið blanda seg. Men skipanin varð av­ tikin fyri 20 árum síðan, tí hon var kappingaravlagandi. Almennu Føroyar vildu hava fría kapping millum bæði havnir og kommunur. Fyri at tað ikki skal vera lygn, so sat løgmaður sjálvur í Tórshavnar býráð í 2000, tá kommunulógin varð broytt og vit fingu enn størri kommu­nalt sjálvræði. Men tað hevur hann lukkuliga gloymt. Seinastu 20 árini hevur staðið kommununum púra frítt at kappast og at áseta síni egnu krøv. Fakta er tó, at Tórshavnar havn hevur havt somu gjøld síðan 1995, gjøldini eru púra óbroytt. Út ímóti helminginum av fólkinum í landinum býr í miðøkinum. 70% av øllum innfluttum vør­um verða leveraðar til mót­tøku hjá fyritøkum í høvuðs­ staðar­økinum. Skipanin og tænastan er tann besta og tann bíligast hugsandi fyri kundar um alt landið. Havnir gera ikki íløgur, bara fyri at fáa havnagjøld. Tað er eisini fyri at skapa arbeiðspláss, sum so geva inntøkur gjøgnum skattin. Og løgmaður skal bara vita, at í dag vinna 700 familjur sítt livi­breyð á økinum hjá Tórs­havnar havn. Tað er hesar familjurnar og vinnu­ lívs­fyritøkurnar, ið standa aftanfyri, sum løgmaður nú hóttir, samstundis sum hann beinleiðis hóttir kommunala sjálvræði. Men vertin á familjurnar og vinnulívið - tí ein bingju­ havn "býður honum ímóti", og hann "orkar ikki" at síggja vinnulívið blóma uttanfyri vindeygað. Havnagjøld Løgmaður mælir til at byggja eina bingjuhavn í Runavík fyri minni enn helmingin av kostnaðinum í Havn. Hetta er í fyrsta lagi møsn í sjálvum sær. Tunnilin inn til hesa havnina kostar eina miljard, flutningurin aftur og fram verður øgiligur og umhvørvisliga ein vanlukka. Og forrestin - hvat nyttar ein tunnil uttan innkomuveg til Havnar? Nær ætlar løgmaður at avgreiða hann? Løgmaður innroknar held­ ur ikki, at stóru havnirnar uttan fyri Havnina umsita alla fiskaframleiðsluna í land­inum og harvið sera nógv ar­beiðs­pláss. Hann tykist heldur ikki vita, at hesar komm­unur hava møguleika at fáa ómetaligar inntøkur við størri vørugjøldum. Havnin hevur bara eina meðalinntøku av Tórshavnar havn, mett eftir fólkatalinum. Inntøkan í Runavík t.d. er nógv størri, meðan inntøkan í Fuglafirði er hálvatriðju ferðir so stór, tí Fuglafjørður er higartil einasta havn, sum eins og grannalondini hevur ásett eitt prosentgjald á land­ aðan fisk. Løgmaður tykist heldur ikki hava ánilsi av, at hetta mynstrið alt fer at broytast, nú Bakkafrost flytir alt sítt virk­semi. Tórshavnar og Klaks­víkar havn koma at missa meira enn helvtina av síni inntøku í 2016, tá meira enn ein miljard í laksavirði fer um keikantin í Runavík. Og mitt í hetta laksa­ævin­ týrið í oljuhavn Føroya ætlar løgmaður nú eisini at leggja Føroya størstu bingjuhavn! Har verður valla pláss fyri West Hercules eina aðru ferð! Niðurleggur arbeiðspláss í Havn Ístaðin fyri at viðgera eitt rímiligt arbeiðsbýti millum stóru havnirnar og kanna, hvussu havnirnar kunnu økja um sínar inntøkur, kem­ ur løgmaður við tí heilt fan­ tastiska úttalilsi, at hóast hann er "føddur og upp­vaks­ in í Havn, so heldur hann ikki, at tað er rættvíst at Havnin fer avstað við øllum gjøldunum". Hvussu ófatiliga illa kann mann fylgja við í tímanum?? Ístaðin fyri at lata havnirnar kappast í frið og finna eitt nátúrligt býti, so ætlar mann at javna vørugjaldið úr Havnini, samstundis sum mann vil niðurleggja hundr­ að­tals arbeiðspláss í høvuðs­ staðnum. Eg havi spurt áður, um løgmaður veit, hvar hann býr. Viss hetta ikki er at fremja politiskt sjálvmorð, so skilji eg onki. Ein løgmaður, sum ikki "orkar" at síggja vinnu­ lívið í sínum egna heimstaði blóma uttan fyri vindeygað og gevur 700 familjum fíggj­ ar­ligan mønusting, honum kann ikki vera politiskt lív lagað! Hetta tykist at vera eitt framhald av herferðini hjá lands­myndugleikunum móti høvuðsstaðnum, hygg at Sjúkra­húsinum, Bacalao og Sjó­mans­skúlanum. Og tað skal ikki undra, um Tekn­ iski skúli eisini verður oyði­ lagdur. So mín áheitan á løg­ mann skal vera, at royna at stýra sínum egna húsar­haldi sum frægast hiðan og til løgtingsvalið. Vit stýra Havn­ ini, og her skal løg­maður halda fingrarnar langt vekk. At løgmaður ikki orkar at síggja eina bingjuhavn uttan fyri vindeygað avdúkar bara eina manglandi fatan av, hvussu samfelagið er skrúvað saman. Hetta minnir um mót­mæli móti at aliringar oyði­leggja útsýni hjá fólki, og at vatnorkuútbygging hóttir mýggjabitastovnin. Ein totalt vantandi fatan av, hvar vit liva og hvørjum vit liva av. Tórshavn 26. nov 2014 Í menniskjum góður tokki gevst... John av Reyni Nógvar eru familjurnar sum hava havt stóra gleði av hjálpini, sum Í menniskjum góður tokki hevur latið, og mang­an hevur hendan hjálp­in verið tann sum hevur bjargað nógv­um børnum eini góð, gleðilig og mett jól. Støðan er tann í okkara samfelag í dag, at vit hava alskyns familjur, sum liða undir at vera í fátækravága og aðrar fátækar, vit síggja hvussu hetta tabuseraða evni er komin undan kavi og hvussu hagtølini sveima inn bæði frá Í menniskjum góður tokki og hagtalsstovuni. Nógv eru tey árinini, sum kunnu standast av at børnini líða undir hesum, og er hetta nakað sum fylgir okkara børnum alt lívið og eru tey merkt inn á bein og hava fingið arr á sálina. So er spurningurin tann, um tað er okay, at vit hava familjur, sum líða? Er tað okay, at tað eru børn, sum fara svong í song? Og er tað okay, at vit hava børn í hópatali, sum verða útihýst frá aktivitetum sum ítrótti og líknandi vegna, at valið er millum eitt limagjald ella mat á borðið! Núverandi samgonga, sum hevur sett seg at varða av okkara samfelag og Før­ oya fólki, hevur frá byrjan av sett seg ímóti, at eitt fá­ tækra­mark bleiv sett, og fyri viku síðan valdi hendan sama samgonga at nokta fyri, at barnafrádrátturin kundi hækkast við 1500 kr. Samgongan hevur ístað­in fyri at varða av væl­ferðar­ samfelagnum, valt at avlaga vælferðarsamfelagið. hóast hetta júst er skapt til at vit sum borgarar kunnu fáa eina hjálpandi hond, tá ið livs­støðan kann verða eitt sindur óvæntað! Eg vóni, at eg um nøkur fá ár kann lesa, at Í menniskjum góður tokki gevst, tí at hend­ an hjálpin ikki er neyðug meira., tí at samfelagið og tey, sum hesum stýra, hava tikið hesa ábyrgd á seg. Eg eri flóvur av, at vit hava fólk, sum eru í tí keðiligu støðu, at tey hava ringt við at breyðføða sær og ikki fáa hjálp frá samfelagnum, tí tað eigur ikki at henda seg í okkara ríka samfelag, at vit hava fólk, sum fara svong í song. Vit hava nokk av ríkidømi og orku til at veita hesa hjálp og vit eiga eisini at veita hesa hjálp! So eg vil heita á tykkum, sum varða av okkara landi: Takið tykkum ta ábyrgd á tykkum, sum eigur at vera, og fáið hetta gjørt ongantið ov skjótt! Tí minst til, at ein keðilig støða kann henda fyri ein og hvønn, tað kann vera tín granni, tíni vinfólk, tín systir og tað kann verða tú, sum kemur út fyri hesu støðu! Við javnaðarkvøðu kjak Hvat siga havnarfólk til ein løgmann, sum »ikki orkar« at síggja vinnulívið blóma uttan fyri sítt egna vindeyga, sum hóttir kommunala sjálvræðið og vinnulívið, sum umboðar 700 arbeiðspláss á økinum hjá Tórshavnar havn?