Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 26. november 2014 · Nr. 135 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað var semja um, tá ið landsnevndin fyrr í vik­ uni helt fund. Nevndin helt, at tað ikki er eydnast í hes­um val­skeið­num at gera nóg mik­ið fyri at gera sjón­ar­ miðini hjá flokk­inum nóg sjón­lig. – Tað eri eg heilt samd­ur í, sigur Kári P. Høj­gaard, sum ein­sam­ all­ur umboðar Sjálv­stýr­ is­flokkin á tingi. Kári P. Højgaard var til fyri einum góðum ári síð­ ani landsstýrismaður fyri flokk­in, men hevur síðani í fjør heyst sitið á tingi. – Eg havi havt eitt mál av hasum slag frammi. Eg spurdi lands­stýr­is­kvinn­ una um, hvussu tað ber til, at pensjonistar, sum ikki eru giftir fáa hægri pen­sjón enn teir, sum eru giftir. Svarið var, at tað hevði kostað um 60 miljónir krónur, um øll verða sett líka, sigur Kári P. Høj­gaard. Hann sigur, at hann fer at taka sama mál fram­ aftur og leggja eitt uppskot fram um at fáa hetta broytt. Hann heldur ikki, tað er rætt, at summi skulu fáa meira pensjón, tá ið tey liva saman ógift, enn um tey høvdu verið gift, leggur hann afturat. – Eg haldi, tað er rætt, at tingfólk við teirra at­ kvøðu sleppa at taka støðu til hetta, tí eg meti ikki, tað er rætt, sigur Kári P. Højgaard. Seinastu velj­ara­kann­ing­ar­ nar til løgtingsvalið hava ikki verið mjúkar mótvegis Sjálv­ stýr­is­flokk­inum og tann all­ ar­seinasta, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin, vísti, at flokk­ ur­in als ikki fær sæti á tingi eftir eitt komandi løg­tings­ val. Fleiri orsøkir eru helst til, at flokkurin stendur so veik­ ur í kann­ing­un­um. Fyri tað fyrsta hevur formaður floks­ ins, Kári P. Højgaard, havt ein leik­lut í hesum valskeiðnum, sum ikki øll í flokkinum taka so væl undir við. Í øðrum lagi hevur Jógvan Skor­heim, borgarstjóri í Klaks­vík, boðað frá, at hann ikki stillar upp til kom­andi val. Hann fekk annars næst­ flest­ar atkvøður seinast. I triðja lagi hevur Kristi­ anna Winther Poulsen, sum fleiri ferðir hevur umboð­að flokk­in á tingi, ver­ið ser­liga krit­isk mótvegis floks­for­ mann­in­um. Við góðum treysti Men flokkurin leggur ikki ár­ar­nar inn. Í vikuni hevur nevd­ar­fundur verið og har var sama áræði til komandi løg­tingsval, sum tað hevur ver­ið áður. Fólk ásanna, at støð­an er hættislig, tí velj­ara­kann­ing­ ar­nar eru so veikar, men eftir fund­in kundu tey boða frá, at flokk­ur­in fer til løgtingsval, eins væl mannaður og hann hev­ur verið til undanfarnu val­ini síðani 1906. – Onkur hevur boðað frá, at hann ella hon ikki still­ar upp­aftur, men maður kemur í mans stað, sigur Kári P. Høj­ gaard, floksformaður. Sum nevnt omanfyri, so eru fleiri orsøkir til, at flokk­ urin klárar seg so illa í velj­ ara­kann­ing­un­um. Á nevnd­ ar­fundi í gjár var eitt annað nevnt, sum flokkurin ikki hev­ur dugað nógv væl at ført fram: – Vit hava ikki megnað at gjørt nóg væl vart við okk­ ara sosial-liberala profil. Tað halda fleiri flokslimir, so tað mugu vit eisini fara at arb­ eiða meira við, sigur floks­ for­mað­urin. Formansins leiklutur Eftir seinasta løgtingsval fór Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in í sam­ gongu við Sam­bands­flokk­ in­um, Fólka­flokk­in­um og Mið­flokk­inum. Formaður floksins fekk lands­stýr­is­sess­in, sum um­ sat inn­lend­is­mál. Fyrsta stóra mál, sum hann fekk at taka sær av, var at skipa fyri einari fólka­atkvøðu um komm­unu­sam­anlegging. Úrslitið var, at veljararnir søgdu korta­nei at leggja sam­an eftir tí leisti, sum lagt var upp til. Í fleiri viðmerkingum til fólka­atkvøðuna var funnist at, at hon ikki var nóg greið og tí var torfør at atkvøða ja til. Kári P. Højgaard kom eis­ ini í eldin í málinum um at gera undirsjóvartunnil mill­ um Eysturoy og Streymoy. Við tí heimild lands­stýr­ is­mað­ur­in hevði fingið frá Løgtinginum, fór hann sam­ an við embætisfólkum sínum at arb­eiða við málinum. Tað eydn­að­ist eisini at koma langt – so langt, at alt var klárt at skriva undir. Tal­an var um eina av­talu við Co­ pen­ha­gen Infrastrutures Part­ners. Tá ið málið var komið har til, vaknaðu nógv við og søgdu, at hendan loysnin var alt ov dýr. Løgmaður gjørdi tá ikki vandari enn at senda landsstýrismannin heim og niðurleggja inn­lend­is­mála­ ráð­ið. Og Sjálvstýrisflokkurin tók seg úr samgonguni. Síðani tá hevur Kári P. Høj­gaard tikið sæti aftur á ting­ið og hevur einsamallur um­boð­að flokkin. Ein kann­ ing­ar­stjóri kannar, um løg­ mað­ur og Kári P. Høj­gaard hava gjørt nak­að skeivt í sam­bandi við mál­ið um Skála­fjarð­ar­tunn­il­in. Vil inn á ting So hóast hetta valskeiðið hev­ur verið buldrasligt hjá Sjálv­stýr­is­flokk­in­um, so brynj­ar flokkurin seg til kom­andi val. Á fundi í landsnevndini fyrr í vikuni var semja um, at flokk­ur­in fram­haldandi still­ar upp. Enn er ikki heilt greitt, hvørji nøvn verða at síggja á listanum, men Kári P. Høj­gaard sjálvur verður á listanum. Borgarstjórin í Klaksvík, Jógv­an Skorheim, hevur sagt, at hann ikki stilllar upp til fyrtstskomandi løg­tings­ val, tí hann raðfestir bý­ráðs­ arb­eið­ið hægst. Kristianna Winther Poul­ sen, sum fleiri ferðir hev­ur havt sæti á tingi, hevur ver­ið kritisk mótvegis for­mann­ in­um, men hon hevur eis­ini sagt, at henni dámar væl politiska arbeiðið, men hev­ ur ikki enn tikið endaliga støðu til um hon stillar upp til komandi val. Kári á Rógvi, sum eis­ini umboðaði flokkin í Suð­ur­ streymi, hevur tikið seg út pol­itikki og Teitur Vágadal, sum var aktivur í flokkinum, hev­ur meldað seg út. Hettta bendir á, at Sjálv­ stýr­is­flokk­ur­in stendur veik­ ur í Suðurstreymi, með­an støðan neyvan er so hætt­is­ lig í Norðoyggjum, hóast Jógv­an Skorheim ikki stillar upp. Norðoyggjarnar hava al­tíð verið eitt sterkt øki hjá Sjálvstýrisflokkinum. Beinta Klakstein um­boð­ar Sjálv­ stýr­is­flokk­in í bý­ráð­num sam­an við borg­ar­stjóranum og kann sjálv­andi eisini stilla upp til løgtingsvalið. So eydnast tað flokkinum at finna nøkur nýggj og spenn­andi valevnir aft­ur­at, so kann henda, at flokk­ur­ in enn einaferð ger velj­ara­ kann­ing­unum til skammar og fær umboð á ting. Hóast veljarakanningarnar hava givið Sjálvstýrisflokkinum metlága undirtøku, so stillar flokkurin kortini upp við fullum lista til komandi løgtingsval Sjálvstýrisflokkurin skal skerpa sín sosial-liberala profil Somu pensjón til tey giftu Sjálvstýrisflokkurin til reiðar at stilla upp Kristianna Winther Poul­sen hev­ur fleiri ferðir verið kritisk mótvegis formanninum Kári P. Høj­gaard, einasta umboð floksins á tingi Minsti flokkur á tingi Sjálvstýrisflokkurin er klárt minsti flokkur á tingi Flokkurin fekk ein mann valdan í 2011 Flokkurin fekk 1290 atkvøður, sum vóru ein afturgongd uppá 4,2 prosentstig í mun til valið í 2008 Miðflokkurin fekk næstminst atkvøður – 1883, meðan Framsókn fekk 1933 atkvøður Bæði Miðflokkurin og Framsókn fingu tveir limir valdar á ting