hósdagur 27. november 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. november 2014 · Nr. 136
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
føroysk lesandi
Nærum eingin arbeiðsleysur lærari
Sambært hagtølunum hjá Studna, vóru 206 føroyingar undir lesnaði innan lærarayrkið
í skúlaárinum 2013-2014, og í tíðarskeiðinum 22. oktober – 19. november í ár
var bert ein starvslýsing at finna, ið hevði læraraútbúgving sum setanarkrav
Mortan Østerø
Tá ið eg leggi tølini fram fyri
Herálv Jacobsen, formann í
Føroya Lærarafelagi, tykist
hann ikki bilsin á málinum.
– Hasi tølini eru ógvuliga
høg, men marknaðurin er
kanska mettaður, viðgongur
Herálvur Jacoben.
Hann vísir tó á, at hóast
tað eru fáir lærarar – og ser
liga ikki ungir lærarar – sum
eru at síggja í ALS skipanini,
so veit hann um nógvar
lærarar, ið hava leitað sær í
onnur størv enn lærarayrki.
Við øðrum orðum kann
talan vera um strukturelt
arbeiðsloysi, heldur enn
lærarar uttan arbeiði.
Skerjing av
lærarum tekur
burtur fjølbroytni
– Sjálvt um marknaðurin
kanska er mettaður fyri
lærarar, so vildi eg mett, at
ábyrgdin liggur hjá politikk
arunum. Vit síggja, at næm
ingatalið á læraraútbúgv
ingini er tað sama, hóast
tímatalið – og ársverkini
– hava verið fyri stórum
sparingum seinastu árini.
Leysliga mett, so eru eini 50
ársverk horvin. Hetta kann
sjálvandi skapa óhepnar
fløskuhálsar, sigur Herálvur
Jacobsen.
Tó at alsamt fleiri lærar
ar gerast um boðið, so metir
Herálvur Jacobsen ikki, at
tað er skilagott at avmarka
talið av útbúnum lærarum.
Hægri tal av næmingum
merkir nevniliga, at til ber
at bjóða fleiri lærugreinar
til tey lesandi. Hinvegin átti
nógv størri dentur at verið
lagdur á eftirútbúgving av
verandi lærarum.
– Núverandi næminga
talið er við til at skapa
grundarlag fyri undirtøku
av einstøkum lærugreinum
úti á setrinum – minka vit
um næmingatalið, so er eis
ini sannlíkt, at fleiri læru
greinar fella burtur. Og tað
er alla tíðina neyðugt at
styrkja læraraútbúgvingina,
heldur enn at skerja hana,
sigur Herálvur Jacobsen.
Hann vísir á, at tað
oftani eru tær handaligu og
kreativu útbúgvingar sum
fella burtur, og tað kann
skeikla fjølbroytni á lærara
útbúgvingini.
– Spara vit hetta burtur,
so missa vit eisini ta týdn
ingarmikla fjølbroytni, sum
læraraútbúgvingin
hevur
at bjóða. Eftirspurningurin
eftir lærarum er ikki nakað,
sum tað ber til – politiskt
ella búskaparliga – at gera
nóg neyvar forsøgnir um
til at spara tað burtur. Og
tað er rúm fyri nógv fleiri
læraraum í fólkaskúlanum,
sigur Herálvur Jacobsen at
enda.
mortan@sosialurin.fo
H
a
g
f
r
ø
ð
i
l
i
g
t
y
v
i
r
l
i
t
206
lesandi
1
leyst starv
Vit spyrja lesandi og liðug...
Hví ert tú farin undir eina útbúgving?
– Hungurin eftir lærdómi, og ein upplagdur møguleiki
at fáast við síni áhugamál, hevur verið umráðandi.
Upprunaliga, eri eg tó nokk farin undir útbúgving - fyri
at skapa mær eitt virði á arbeiðsmarknaðinum, og
sostatt tryggja mína framtíð.
Hvørji eru útlitini fyri permanentari
búseting í Føroyum?
– Tað er altíð torført hjá mær at hugsa so langt fram.
Eg havi lyndi at leggja dent á politiskan opinleika,
starvsmøguleikar – hvar eg kann finna íblástur, og
hvar bestu korini eru fyri íverksetan. Her lýkur Keyp
mannahavn øll míni ynskir. Eg síggi tó, at ein sunnari
íverksetanarmentan tekur seg fram í Føroyum. Hettar
virkar lokkandi. Útlitini eru tó ivasom. Eg havi ein
ógvuliga pragmatiskan hugsanarhátt fyri hesi avgerð.
Hóast hettar, droymi eg um, at verða við til at gera
Føroyar til eitt oddaland.
Hvør er tín støða til, at nógv
fara undir víðari lesnað?
– Eg haldi, at tað er sera sunt fyri fólk at fara út í heim
at lesa. Aldri áður hevur vitan verið meiri umráðandi,
og aldri hevur hon verið lættari at nema sær. Eg vil
ikki tilráða øllum at fara undir víðari lesnað, men um
hugurin er har, so er bara at fara í gongd. Eg meti tað
tó verða sera umráðandi, at fólk venda heimaftur eftir
antin loknan lesnað ella royndir uttanlands. Á tann
hátt kunnu vit saman verða við til at menna og fremja
íverksetan, opinleika, og tryggja betri kor til eitt betri
samfelag.
Jóannes Norðberg Poulsen
Lesandi
BA í Teknoantropologi,
Aalborg Universitet í
Keypmannahavn
Hví ert tú farin undir eina útbúgving?
– Við útbúgvingini hjá mær vóni eg fyrst og fremst at
menna mínar førleikar innan eitt øki, sum hevur mín
áhuga. Øktu førleikarnir skuldu gjarna givið mær fleiri
møguleikar á arbeiðsmarknaðinum.
Hvørji eru útlitini fyri permanentari
búseting í Føroyum?
– Eg vóni at fáa eitt starv, sum er viðkomandi fyri
mína útbúgving og leggur seg at mínum áhuga. So,
eftir loknan lesnað kundi eg hugsað mær at nomið
mær royndir uttanlands fyrst og so finna mær eitt
viðkomandi starv í Føroyum. Men eg hevði einki havt
ímóti at havt Føroyar sum ein basa og síðani arbeitt
úti í heimi.
Hvør er tín støða til, at nógv
fara undir víðari lesnað?
– Tað er ógvuliga gott, at nógv fólk eru farin at lesa.
Útbúgving førir eitt land frameftir. Eg haldi, at Føroyar
kanska hava hugsað ov nógv í spurninginum um, hvat
vit kunnu brúka tey lesandi til, heldur enn at hugsa,
hvussu vit kunnu gera okkum dælt av teimum lesandi.
Fara vit at brúka førleikarnar hjá teimum lesandi,
verður tað eitt stórt framstig.
Schønning Eysturoy
Lesandi
BA, International Business
við Sponskum, Regent's
University, London
Arbeiðir sum barrvørur.
Hví ert tú farin undir eina útbúgving?
– Tí eg hevði áhuga fyri evninum og hugsaði, at eg
kundi akra tað sama royna at fáa eina karrieru innan
fyri okkurt, ið eg hevði áhuga fyri. Samstundis tóktist
tað, sum at útbúgvingin kundi lata rættiliga nógvar
hurðar upp. Skiljast upp á tann mátan, at tey, ið hava
útbúgvingina, hava nokk so breið karrieruval.
Hvørji eru útlitini fyri permanentari
búseting í Føroyum?
– Tey eru 50/50. Eftirsum at Føroyar eru so lítlar, so
er mest líkt til, at útbúgvingin skal brúkast innan tað
almenna. Men innan tað almenna eru ikki so nógv størv
at fáa, ið tørva mína útbúgving. Fái eg eitt hampiligt
starv, so verði eg verðandi.
– Hvør er tín støða til, at nógv
fara undir víðari lesnað?
– Fólk skulu gera sær greitt, at uttan so at tað, ið tey
ætla sær at lesa, er nakað, ið er tørvur á her heima, so
kann ein lang útbúgving fara fyri skeyti.
Steinar Patursson
liðugur
BA Politics & International
Relations,
University of Reading
Arbeiðir niðursetta tíð sum
heilsurøktari, ímeðan hon leitar
sær eftir arbeiði, sum leggur seg
tættari at hennara útbúgving.
Hví ert tú farin undir eina útbúgving?
– Tað var ongantíð ein spurningur um eg skuldi fara
undir víðari útbúgving, men heldur hvørja. Møgu
leikarnir eru nógvir, og eg helt tað vera spennandi at
lesa eitt relativt nýtt fak sum Cognitive Science og
nema nýggjastu vitanina um heilan, og samstundis
lesa klassisku heimspekingarnar og føra analytisku
førleikarnar yvir á nýtt tilfar. Tað virkaði altíð sum ein
natúrlig leið fyri meg at fara í holt við miðnám eftir
fólkaskúla, bachelor eftir miðnám, og næst á skránni
er at fara í holt við eina master. Kanska skúlaskipanin
er bygd soleiðis, ella kanska var tað bara mín tulking
av henni.
Hvørji eru útlitini fyri permanentari
búseting í Føroyum?
– Enn havi eg ein tørv á arbeiðsroyndum og eg
ætli eisini undir víðari lesnað, og til tess eru fleiri
møguleikar her í Onglandi, men tá útbúgvingin er lokin,
hevði mær dámt best at funnið eitt starv í Føroyum,
men tíðin má vísa, hvørji útlitini eru fyri hesum.
Hvør er tín støða til, at nógv
fara undir víðari lesnað?
– Tað má vera samsvar millum at eggja ungdóminum
at fara út í heim at útvega sær nýggja vitan og før
leikar; og so hvat bíðar teimum hinumegin. Tað kann
til tíðir tykjast, sum samfelagið nærum ber agg til tey,
ið ikki koma aftur til Føroyar, tá arbeiðsmarknaðurin
ikki rúmar teimum. Men tað er ongin ivi um, at hendan
tvístøðan hevur verið hásæti í eina tíð, og hetta hevur
havt eina hugburðsbroyting við sær. Eg havi í tey
trý árini, eg havi lisið uttanlands, lagt merki til, at
spurningarnar hava flutt seg frá, »ætlar tú at koma
heim aftur«, til »hvat kanst tú brúkast til, TÁ tú kemur
heim aftur«.
Bára Mørkøre
liðug
Philosophy & Cognitive
Science, University
of Sussex, Brighton
Eg droymi um, at
verða við til at gera
Føroyar til eitt oddaland