Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. november 2014 · Nr. 136 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føðingar Tann 14. november fingu Miriam og Uni Lamhauge, Runavík, eina dóttur. Hon vigaði 3940 gr. og 54 cm long. Kontrarevulutión? Signar P. Dam Tvøroyriri Kann ikki lata vera við at koma við einari viðmerking til landsstýriskvinnuna Ann­ iku Olsen, sum setti eldra­ráð­ stevnuna 2014. Hon segði, at tað at eldra­økið verður lagt út til kommunurnar januar 2015 er størsta sosiala frambrot í nýggjari tíð her í Føroyum. Blóðskeivt!! Fyri tað fyrsta so er henda ætlan so grundleggjandi full av feilum, har tann allar­ring­ asti er, at tað verður heilt upp til politikararnir í teim 8 sosialøkunum at avgera, um tillutaði peningurin verður nýttur til sosialøkið ella til eitt havnalag t. d. fyri at siga tað nokk so fýrkantað. At leggja eldraøkið út til kommununar skapar A og B økir í landinum. Á fund­ in­um vístu fleiri køn fólk á, at eldralógin er bara ein rammulóg og so gott sum onki annað. Sostatt eru ongi minstamørk fyri, hvørjar tænastur økini skulu veita sínum eldru borgarum, og verður ikki tespiligt at gerast eldri í einum veikum B-øki. Nei hetta er als ikki størsta frambrot á sosialøkinum. Tað var harafturimóti tá fólkapensiónslógin varð sett í gildi í 1959. Hetta var ein lóg, sum var uttan lýtir, og sum kom øllum borgarum til góðar, tá teir náddu 67 ára aldur. Hesa skipan hava so gott sum allir landsins politikarar síðan ”útholað”. Hesa skipan, hesa fólka­ pensión, ætlar Fólkaflokkur­ in, og eftir øllum at døma eis­ini Sambandsflokkurin, at avtaka. Hetta kalli eg eina kontra­ revulutión ímóti sosial­ revulu­tiónini frá 1959. Dagin eftir ráðstevnuna sigur Jørgin Niclasen bart út, at fyri tey, sum eru undir núverandi skipan, verður ongin broyting onnur enn, at tann sum vil hava meira at liva fyri, skal arbeiða fyri tað - hini fáa onki! Góður fólkafloks­politikk­ ur, sum glíðir væl niður hjá Anniku Olsen! Hetta samstundis sum vit vita, at tey, sum bara hava fólkapensiónina og sam­halds­ fasta at liva fyri, liva langt undir fátækramarkinum, og at grundarupphæddin í fólkapensiónini ikki er upp­ regulerað í 15 ár. Sostatt skal sama krónutal strekkja til lívsins uppihald, sum fyri 15 árum síðan. Men Annika og Jørgen kundu ikki droymt um at hækkað pensiónina eitt vet hjá hesum borgarum, tí tey gomlu kunnu bara arbeiða til tey hokna. Hetta eru boðini! PS: Fari seinri at afturvísa skeiva páhaldið hjá Jørg­ en Niclasen um, at vit ikki hava ráð longur til fólka­pen­ siónsskipanina. kjak Signar P. Dam Tvøroyriri Setti meg við áhuga at lurta eftir samrøðuni ímill­um Anniku Olsen og Beintu Løwe um al­ mannaveitingar. Synd at siga, at eg á nakr­an hátt eri samdur við Anniku Olsen politiskt, men at fara so ófólkaliga fram, sum Beinta Løwe gjørdi hetta kvøldið, er for grovt. Beinta Løwe stillaði ein spurning til Anniku, har eg var sera áhugaður at hoyra svarið, men tað eydnaðist ikki, tí Beinta avbreyt Anniku, áðrenn hon var komin í helvt við svarinum. Sera ódemokratiskt og sera irriterandi fyri tann sum er áhugaður í tí polit­ iska kjakinum!! Beinta Løwe! tað mest umráðandi í einum slíkum interwievi er ikki, at tín meining kemur fram og, at tú kanska ikki er samd við Anniku Olsen! Tvørturímóti var tað mest áhugaverda hetta kvøldið, sjónarmiðini hjá Anniku Olsen. Sama fór fram herfyri í einari formansrundu ímill­um Høgna Hoydal, Kaj Leo Johannesen og Axel Johannesen, har tú púrasta oyðilegði debatt­ ina. Journalistiskur ósiður Sunnudagin 23. november fingu Bára M. Gásadal og Tór Tungá, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4165 gr. Á myndini situr stolta stórasystirin, Elin, undir leingi væntaðu lítlusystrini.