Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 28. november 2014 · Nr. 136 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 viðmerking LAGNULØTAN: Tann 11/11-1918 klokkan 11 Virgar T. Dalsgaard Hóast tað eru gingin 100 ár síðani Tað ræðuliga Fyrsta Verðinskríggið brast á, hevur sjáldsama lítið ver­ ið gjørt burtur úr hesum søgu­ skak­andi og blóðiga stríði; - hvørki fjøl­miðlar ella politikarar hava debatterað ella nevnt nógv um hesa avgjørt mest basalu og lagnu­ bítandi søguhending í farnu øld. – Men Annað Verðinskríggj og Berlin­múrurin, sum tey flestu vita rætti­liga nógv um, eru jú beinleiðis avleiðingar av tí lemjandi søguligu katastrofuni í 1914. Í Frankaríki verð­ur Fyrsta Verðinskríggj ENN bara nevnt "La guerre" (Kríggið) av summum fólkum. Í hesum døgum, eru liðin 25 ár, síðani Berlinmúrurin raplaði, og tað verður av røttum skrivað og tosað nógv um ta ótrúligu hendingina tann 9. november 1989, sum avgjørt fyri øll komandi ættarlið fer at vera tann mest týðandi dagur í européiskari eftirkríggstíð. Men vit mugu ikki gloyma ella fortreingja tann 11. november, sum eisini er ein heilt avgerandi politiskur og søguligur lagnudagur. Henda dag í 1918 undirskrivaðu Týskland og Eysturríki øðrumegin og teir allieraðu hinumegin, at tað skuldi verða vápnahvíld (armistice) millum teir krígsførandi partarnar í tí blóðiga Fyrsta Verðinskríggi. Teir allieraðu vóru Frankaríki, England, Italien og USA, við tað at Rusland varð farið ella rættari noytt burtur úr krígnum árið fyri. Vápnahvíldin skuldi symbolskt vera galdandi frá tí ELLINTA degi í tí ELLINTA mánaðinum klokkan ELLIVU fyrrapartin. Soldátarnir lógu og skutu í skotgravunum líka til tann síðsta minuttin, áðrenn vápna­hvíldin kom í lag. Tað Fyrsta Verðinskríggið var avgjørt nógvar ferðir verri og blóð­ igari fyri soldátarnar, enn Annað Verð­inskríggj. Í øðrum Verdinskríggi doyðu fleiri civilir borgarar, men militert vóru tapini nógv minni, enn í Fyrsta Verðinskríggi. Í Frankaríki og Týsklandi doyðu meginparturin av teimum mon­ num, sum í 1914 vóru millum 14 og 18 ár . Tað var beinleiðis eitt blóðbað. Avtalan varð gjørd, soleiðis at henda ”hvíldin” reelt gjørdist ein definitiv ”friðaravtala”, tí kríggið bleiv tíbetri ongantíð uppafturtikið, men endaði árið eftir við einum friðarsáttmála, sum fekk navnið VERSAILLES- FRIÐURIN. Tær katastrofalu avleiðingarnar Hesin friður var kanska orsøkin til Annað Verðinskríggj, tí hann var ikki úrslitið av eini samráðing. Tað var meira eitt diktat ella ein kommando móti Týsklandi frá ser­liga Frankaríki og Englandi, sum vildu hava Týskland og týsk­ an ídnaða heilt niður á knæ. Tað segð­ist, at tá ið tann eingilski øko­ nomurin Keynes og við honum fleiri kendir søgumenn sóu Ver­ sailles-friðarskjalið, søgdu teir alt fyri eitt, at ”friðurin” var so bru­ talur, at hann MÁTTI føra til eitt nýtt kríggj áðrenn 20 ár. Einki land vildi kunna finna seg í so hørðum treytum. Tað bleiv ein óhugnaliga rættur spádómur! Hesin grótharði friður við risa­ stórum skaðabøtum, sum Týskland skuldi betala í nógv ár framyvir, førdi til, at tað týska heimafólkið leið undir eini heilt ekstremari inflatión, har D-markurin fall dagliga, og nógv fólk í týska miðalklassanum blivu heilt ruinerað. Hetta førdi til fíggjarliga desperatión og fekk álvarsamar politiskar avleiðingar, soleiðis at ein eysturríkskur psyko­ patur sum Adolf Hitler fekk fótin fyri seg. Hann og hansara brúnu hálvmiliteru gøtubandar av SA- bandittum kallaðu konsekvent teir politikarar, sum høvdu undirskrivað vápnahvíldina 11/11 fyri ” DIE NOV E M B E R-V E R B R EC H E R” (Novemb­er-brotsmenninir) og kravdu revanchu ella hevnd. So hvørt sum tann týski ger­ andis­dagurin versnaði, fekk Hitler so við og við folk at trúgva uppá hans­ara trúttandi paranoidu postu­ latir. Tann drepandi infla­tión­in og arbeidsloysið skapti ein chau­ vinistiskan revanchu­stem­ning, sum akkurát passaði teimum ag­gressivt nationalu Hitler-fylk­ing­unum. Tí er 11/11 ein sera álvarsamur dato í européiskari søgu. Landið Frankaríki jarðaði ”Le soldat inconnu” (Tann ókenda sol­datin) og tendraði eina æviga flammu undir Triumf-boganum í Paris til minnis um tað blóðiga Fyrsta Verðinskríggj. Henda há­ bærs­liga siðin kopieraðu London, Ber­lin og Moskva seinni. Tá ið mítt ættarlið gekk í skúla, fortaldu bæði lærubøkur og lærar­ ar, at tann vakri siðurin við tí anon­ ymu grøvini og minninum um ”tann ókenda soldátin” fyrstu ferð bleiv brúkt í Paris, men seinni havi eg fingið at vita frá donskum søgu­ monnum, at reelt var tað fyrsta minnismerkið um tann anonyma soldátin reist í 1849 í Fredericia í Danmark. Tað er minnismerkið um ”Den tapre landsoldat”. Tað eru annars í ár liðin eksakt 100 ár síðani tað vitleysa Fyrsta Verdinskríggið begynti, og tí eiga vit at fegnast um, at tey flestu lond­ ini, sum herjaðu á hvønnannan í 1914 í dag kunnu fylkjast friðarliga í einum européiskum felagsskapi, sum hevur skapt ta allarlongstu friðar-epoku nakrantíð í vestur- og norðureuropéiskari søgu. Teir stuttskygdu politikarar og journalistar, sum billa sær inn, at EU primert er ein fíggjarlig sam­ gonga, hava ikki forstaðið nógv av européiskari søgu. EU var avgjørt ætlað sum ein politisk fylking, sum fyrst og fremst skuldi beina fyri militerum yvirgangi millum tey civiliseraðu londini í Vestureuropa. Tað fíggjarliga samarbeiðið um landa­mørk vildi sjálvandi stuðla hesum skilagóða projekti. Landið Frankaríki jarðaði ”Le soldat inconnu” (Tann ókenda sol­datin) og tendraði eina æviga flammu undir Triumf-boganum í Paris til minnis um tað blóðiga Fyrsta Verðinskríggj. Henda há­bærs­liga siðin kopieraðu London, Ber­lin og Moskva seinni Nakrar avísir frá 11. november 1918. – Vit mugu ikki gloyma ella fortreingja tann 11. november, sum eisini er ein heilt avgerandi politiskur og søguligur lagnudagur