hósdagur 27. november 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 136 · 28. november 2014
6
VIKUSKIFTI
hann var útlendingur. Summi tosaðu
eisini danskt, tí tey vistu, at beiggi
hansara hevði búð í Danmark. Hóast
hann tímir væl at læra mál, var alt ein
hurlivasi av málum í fyrstani.
– Eg skilti ikki enskt, so av tí sama
lærdi eg bæði enskt og føroyskt í senn,
sigur hann.
Tað at hann ikki dugdi enskt, gjørdi
tað eisini lættari fyri hann at læra før
oyskt, tí hann ikki hevði eitt mál at fella
aftur á.
Hjá Eriki hevur gingið væl at læra
seg føroyskt, og hann heldur, at tá man
livir og arbeiðir í einum landi, er eitt
tað minsta ein kann geva landinum
aftur at læra seg málið.
– Fólk seta eisini prís upp á tað, tá tú
roynir. At byrja við segði eg ofta bara
okkurt, og prøvaði meg fram, sigur
hann.
Tað sum hjálpti Eriki mest við mál
inum var arbeiði í barnagarði. Børnini
tosa lætt føroyskt og dømdu hann ikki,
tá hann ikki dugdi alt. Í barnagarðinum
spældu tey meir enn tey tosaðu, og
málið kom nátúrligt, og hann lærdi
eitt sindur hvønn dag.
Hann lærdi saman við børnunum,
tá tey lósu søgur og spældu.
– Eg havi arbeiðtt nógv ár í barna
garði, men ein kann siga, at eg eisini
havi gingið sjálvur í hvussu so er í eitt
ár í barnagarði, sigur Erik.
Erik er nú giftur føroysku Mariu, og
saman eiga tey ein tvey ára gamlan son,
Kieran. Lítla familjan býr í Klaksvík.
Verfamiljan hjá Eriki hevur altíð tosað
við hann á føroyskum, tí hann lærdi seg
skjótt at siga »eg snakki føroyskt!«, tí
hann vildi prógva fyri teimum, at hann
dugdi.
Hann sigur sjálvur, at hann vil tað
meir enn hinir útlendingarnir, og tí ger
hann sær stóran ómak. Hann vildi hava
eitt gott lív, eitt starv hann trívdist í og
fella inn í samfelagið. Í Argentina er
ongin jantelóg, og har snýr tað seg um
at vísa seg frá síni bestu síðu, ikki halda
seg aftur, og heldur leggja ov nógv enn
ov lítið afturat.
Erik tosaði eisini tað føroyska hann
dugdi allan dagin hann var til arbeiðis,
og helt tí bara áfram við tí, tá hann kom
heim um kvøldið.
Fall í góðar hendur
Fyrstu tíðina í Føroyum var Erik í Gøtu.
Eina stutta tíð búði hann tá heima hjá
familjuni hjá einum vinmanni, sum
hann spældi fótbólt saman við. Hendan
familjan bleiv so góð við Erik, og hann
við tey, at hann í dag kallar mammu
vinmannin fyri sína føroysku mammu.
Fyrstu jólini í Føroyum helt Erik
í Kirkjubø við síni føroysku familju.
Jólini vóru hildin heima hjá Tróndi
Paturson. Erik sigur, at hann kendi
seg hepnan at sleppa at dansa jólatræ
og taka lut í siðvenjunum, tey hava í
Kirkjubø.
– Hesi jólini kundu ikki verið meir
føroysk, sigur hann, eg kenni meg so
hepnan.
Hvar eru tey fátæku?
Erik er ótrúliga opin og positivur.
Men er alt so deiligt í Føroyum, sum
Erik vil vera við?
Sjálvur sigur hann, at hann skal
hugsa langt og leingi fyri at finna okk
urt, sum honum ikki dámar, og tað er
eitt gott tekin, sigur hann.
Okkurt er sjálvandi, sigur hann.
Til dømis eru fólk smæðin viðhvørt,
Klaksvíkin hevur møguliga ikki so
nógv at bjóða, sum býurin hann er úr
í Argentina, og veðrið er ikki altíð gott.
– Men tað broytir ikki meg, um tað
regnar ella kavar. Eg arbeiði í útibarna
garði og sum fótbóltsvenjari, so eg eri
nógv úti. Tað er ótrúligt, at eg trívist í
Føroyum, tá eg eri so nógv úti, sigur
hann.
Hinvegin er skipanin rættvís, og
her er lítil stættarmunur. Hann sigur,
at hann sigur ofta familju og vinum í
Argentina, at um bæði hann og borgar
stjórin verða sjúkir, so fáa teir viðgerð
á sama sjúkrahúsi. Hetta trúgva tey illa
uppá, tí tey eru von við stættarmunin,
sum er í Argentina.
Erik hevur eisini møguleika at
hjálpa familjuni í Argentina fíggjarliga
við peninginum, hann tjenar her í Før
oyum, um teimum tørvar tað.
– Eina tíð longdist mær illa heim,
men eg var stoltur av at kunna hjálpa
teimum hiðani, og tað gav mær eisini
gott mót, sigur hann.
Eitt minni sum stendur sterkt í
minninum hjá Eriki, tá hann kom til
Føroya, er tankin um, hvar tey fátæku
goymdu seg. Síðani hugsaði hann, at
her er so kalt, at tað er onki at gera við,
tey heimleysu mugu arbeiða, flennir
hann.
– Tí sigi eg, at onki er stravið og onki
er ringt, sigur hann at enda.