Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-27, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 136 · 28. november 2014 7 VIKUSKIFTI Í ongum landi, har sum eina­ vald er fyribeint við valdi, oftast við at onnur lond leggja uppí, hevur fólkið fingið tað betri, hóast tað segðist vera endamálið við tiltakinum. Lond, sum fáa andaneyð av at berj­ast og ofra egnu landsfólk fyri fólka­ræði, frælsi og rættvísi hjá øðr­um, hava úr at gera. Úrslitið er, at tey bjargaðu fáa eitt demokratisurrogat og frælsi hjá nøkrum øðrum í egna landi at avgera, hvat rættvísi er og hvar tríbeinta skápið nú eigur at standa. Las onkrastaðni, at í staðin fyri eiga einaræði at sleppa at doyggja nátt­úr­liga, av elli. Fyrr ella seinni doyggja tey av sær sjálvum. Tíðin drep­ur alt, sama hvussu harðført og forbannað tað er. Fekk Saddam Hussein frið, fingu onnur frið fyri eitt nú Ríki islams. Tað er bara í Føroyum, at tey átrún­að­ar­ligu trábeitnu lata sær lynda at vera hersett. Og Stasi var í prinsippinum ikki verri enn eitt hjúnaband, eft­ ir­lit, innaneftirlit og kontroll. Trýst elur móttrýst. Og Sad­ dam Hussein hevði doyð eina ferð kort­ini. Men so fingu amerikonsku irak­arnir ikki ta gleðina, sum var at drepa hann og reypa av tí aft­ aná. Tað sama við bin Laden. Vit hava ikki einaræði í Før­ oy­um. Men fólkið líður kortini. Bygd­ar­fólk sleppa ikki nóg ofta til Havnar. Og ikki minst børnini líða neyð. Børnini í Føroyum hava eingi rættindi, sama hvat ST sigur og krevur. Vit eru ikki limur í ST. Vit eru limur í Danmark, sum er lim­ur í ST egna vegna og okkara vegna. Nógv, ja, hundraðtals, børn í Før­oy­um fáa millum lítið og einki at eta, tí eingir pengar eru. 15 skúlabørn noyddust at bíða eft­ir einum bussi. Vónandi frætta Dan­mark og ST ikki tað, hvussu vit fara við okkara børnum í Før­oyum. Lata tey bíða eftir buss­ in­um. Tíbetur var ein myndugleiki, ein kommuna, sum sá álvaran í hes­um og leigaði ein buss at koyra børn­ini til hús. Vónandi hava tey kært til bumm­bummelumm.fo. Bussar er annars heilsugóðir, ikki hjá teimum, sum brúka teir, men hjá teimum, sum ætla at brúka teir. Havi mangan gingið, tá eg ætl­aði at koyra við bussinum, men eing­in kom ella steðgaði. Heilsugott er at ganga, ganga skjótt. Óført, at onkur hugsar um okk­um fáu, sum ikki eiga bil, men við­hvørt seta álit okkara á eina veg­leið­andi koyriætlan. Tað er gott at røra seg, siga tey klóku. Trø kunnu liva, og liva væl, í fleiri hundrað ár uttan at røra seg, uttan tá vindurin rørir tey. Eing­in regla uttan undantak og einki undantak uttan reglu. Fólk tíma illa at røra seg, og tey hava heldur ikki stundir. Tí verður skipað fyri alkyns kapp­ing­ um fyri at fáa fólk at røra seg. Gang fimm kilometrar um dag­ in og vinn ein góðan stól at sita í. Øv­ugt, kanska, men eina ferð var ein herferð, enn ein, sum skuldi fáa føroyingar at ferðast í egnum landi. Sjálvandi var eisini har ein vinn­ing­ur, ein uttanlandsferð. Eg eri langt síðani komin til ta greiðu niðurstøðu, at skulu vit gera alt, sum vikubløð og aðrir seri­øsir og sosialir, á so sosialir, miðl­ar mæla okkum til at gera fyri at fáa ella varðveita góða heilsu, eru ikki stundir til annað, ikki ann­að enn at sova, tí tað er gott fyri heilsuna at sova nógv, og øll sova ov lítið. Allar venjingarnar, tú skalt gera hvønn dag, alt grønmeti, all­ar fruktirnar, tú skalt eta. Havi fyrr skrivað um, hvussu nógva tíð, tað krevur at eta frukt, serliga hjá okk­um monnum, sum ikki duga at multi­taska. At multitaska er gera meira enn eitt í senn, so sum at eta eina appelsin, tosa í fartelefon og koyra bil. Tað krevur tíð at leggja tíð aft­ur­at lívinum. Hava valdið á lív­inum. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Einans vald valdast LURTA LES & UPPLIV lagt til rættis: Eyðun Klakstein Kendar kvinnur syngja a'capella Sangbólkurin KATA fer fríggjakvøldið 28. nov­ emb­er á pall í Reinsarínum við eini víðkaðari kon­sert­skrá, ið umframt van­liga eyst­ur­evr­op­ e­iska til­far­ið eis­ini um­fat­ar før­oyskt tilfar. Sang­bólkurin KATA er ein a’capella bólkur, sam­ an­sett­ur av fimm songkvinnunum, sum allar hava gjørt vart við seg hvør sær. Arnfríð Lützen, Greta Svabo Bech, Guðrið Hansdóttir, Eyð Berghamar Jac­ob­sen og Unn Paturson eru allar virknar sum sang­sol­ist­ar í ym­isk­um høp­um, men tær hava eisini nógvar roynd­ir innan kórheimin. Á hes­ari konsertini fara tær fimm song­ kvinn­ur­nar um­framt at syngja bulgarskan og eystureuropeiskan kór­tón­leik, eis­ini at syngja føroysk skjaldur og kvæði í nýggjum hami. Øðrvísi Smyril um vikuskiftið Hetta vikuskiftið er ókeypis sigling við Smyrli, og í tí sambandi letur suðuroyarskipið dyrnar upp, og bjóð­ar inn til undirhald, stórt jólaborð og livandi tón­ leik. Hetta er eitt frálíkt høvið at vitja Suðuroynna og upp­liva mangt og hvat umborð á leiðini. Fríggja­dag­in og leygardagin er undirhald frá klovn­ ini Bubu, stórt jólaborð við dunnu, nakkasteik, laksi og øðr­um góðum, og livandi tónleikur frá Halli Jo­en­sen, Kristinu Bærendsen, Beddi og Evi Tau­ sen fríggjakvøldið, og Una Debess og Tróndi Enni leyg­ar­kvøld­ið. Sunnu­dag­in er brunsj á skránni um­ framt upp­lest­ur frá barna­bókini Karlo og Luddi. Til ber at síggja meira um skránna og túr­ ar­nar hjá Smyrli á ssl.fo. Jurassic Park 22 ár eftir at fyrsti Jurassic Park filmurin varð sýndur á stór­skíggjanum eru filmsframleiðararnir nú aftur til reiðar at bjóða hyggjarum inn í heimin hjá dinosaurunum. Dansifestivalur í Norð­u­r­landa­hús­in­um Tveir nútímans koreografar, Ásrún Magnúsdóttir úr Íslandi og Juli Reinartz úr Svøríki, sýna hvør sítt dansi­verk, tá ið Norð­ur­landa­húsið 3. desember er karm­ur Reykjavík Dance Festi­val. Ásrún er tilnevnd ís­lendska dansivirðisløn, og Juli hevur framført á fleiri av týðandi dansi­pall­un­um í Evropa. Ein av framførslunum hetta kvøldið ber heit­ið "A­tlan­ tic", og er tað ein kon­sert og dansi­fram­førsla, sum tek­ur støði í 30 ára gamla jazz-stíl­in­um “Black Atlan­ tic”. Í tónleikarákinum Black At­lan­tic, er kroppurin á trem­ur við kosm­isk­ari orku og verð­ur til sci-fi. Juli Rein­artz syng­ur seg sjálva inn í framtíðina, og tað fremm­anda verður partur av likamsúttrykkinum. Í Reykja­vik Folk Dance Festival hevur Ásrún Magn­ ús­dótt­ir skapt nýggj­an fólka­dans – ein fólksins dans. Hon vildi finna útav, hvørjar umstøður fáa fólk at dansa, hví summi ikki dansa, og hvørjum tey helst dansa við. Hon kannaði siðvenjur, móta og fólkadans í ment­an­ar­søg­uni, og skapti ein nýggjan dans, sum hon vil deila við føroyingar. Føroyar við útlendskum eygum Ein nýggj bók er komin á marknaðin til útlendsk ferða­ fólk við heitinum "22 støð tú bara mást síggja í Før­ oy­um", sum Larissa Kyzer hevur skrivað og giv­ið út í samstarv við íslendska forlagið Crymogea. Í for­orð­un­ um verður m.a. sagt um Føroyar, at í hesum friðsælu oyggj­um tykjast tað nærum, sum tíðin stendur still. Men sjálvt um fólkið verjir sín mentanararv, hava Før­oy­ar verið fyri ómetaliga stórum broytingum, sum hava formað tær til tað heilt serliga, tær eru í dag. At vitja á øllum hesum 22 fantastisku støð­ un­um fer ikki at avdúka allan loynidómin, men tey eru ein byrjan, sum fer at gera, at tú fert at vilja vitja hetta staðið og hesi fólkini aftur og aftur. Bókin lýsir Føroyar á ein heldur óvanligan hátt, myndirnar eru serligar og mangan ikki soleiðis vit eru von at síggja okkara oyggjar avmyndaðar. Vilt tú hava eina øðrvísi mynd av føroyska samfelagnum og náttúruni, so er hendan bókin helst eitt gott boð.