hósdagur 27. november 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 136 · 28. november 2014
8
VIKUSKIFTI
vitjan
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Pápi okkara var danskur timbur
maður, sum kom til Føroyar at arbeiða
upp á saltsiloina á Drelnesi, tá hon
skuldi umvælast eftir skaðarnar, hon
fekk undir krígnum. Her møtti hann
mammu okkara, Katrinu.
Soleiðis greiddu brøðurnir Jan og
Jacob Haugaard frá, tá teir í vikuni
vitjaðu í Miðlahúsinum. Teir eru
í Føroyum á vitjan fyri at síggja
Saltverkætlanina – og samstundis
var mánadagurin dagurin, tá
nýggja fløgan, tann trettanda í røðini,
hjá Jacob Haugaard, skuldi gevast
út.
Mamma teirra var Katrina. Hon var
dóttir Dánjal Jacob Petersen, sum var
havnarfúti á Tvøroyri. Pápi teirra var
Åge Haugaard. Hann var timburmaður
og ættður úr Riskov í Danmark.
Tey hittust á Tvøroyri og fluttu
seinni niður til Danmark. Har var eldri
bróðirin, Jan, føddur.
– Men mammu longdist so ræðuliga
illa til Føroya, at tey máttu flyta
heimaftur, greiddi Jacob Haugaard
frá.
Tað var, tá sjúkrahúsbyggingin fór
fram á Tvøroyri, og tá fekk pápin ar
beiði har.
– Tá var eg so føddur á Tvøroyri.
Eg var míni fyrstu ár í Føroyum, og
føroyskt er mítt fyrsta móðirmál, sigur
Jacob Haugaard á ramligum føroysk
um.
Hann sigur, at hann skilir væl før
oyskt – men betur, um fólk ikki tosa
ov títt.
Mamma Jacob og Jan, Katrina, býr
framvegis í Danmark. Hon er 92 ára
gomul.
Alt stendur í blóma
– Men nú eru vit so her aftur, og tað
er fantastiskt at síggja, at eitt operahús
verður bygt á Drelnesi – tað er stórt,
sigur Jan Haugaard.
– Vit elska hetta staðið, her er so
fantastiskt at síggja, hvussu nógv
er hent á Tvøroyri, síðani vit vóru
her seinast. Nú er eisini stóra virkið
hjá Varðanum Pelagic komið, tað er
fantastiskt at síggja, hvussu nógvur
framburður hevur verið, sigur hann.
– Seinast vit vóru her hugsaðu vit,
at »Tvøroyri var fokið«, her stóð so illa
til. Men nú stendur alt í blóma, og tað
er deiligt at síggja.
Jan Haugaard starvast sum produs
ari hjá Danmarks Radio. Hann hevur
fyrr fingist meira við journalistik og
at gera sendingar. Hann gjørdi fyri
eini 20 árum síðani ein dokumentar
um Føroyar, og tað var tá Fuglakvæði
gjørdist landskent í Danmark.
– Fuglakvæðið hevur altíð hugtikið
meg. Eg minnist við gleði aftur á, tá vit
plagdu at ferðast upp til Føroyar við
Tjaldrinum, og fólkið fór upp á gólv
at kvøða Fuglakvæðið. Lagið er so
flott og vakurt, at eg vildi hava tað
við til sendingina, greiðir Jan Haugaard
frá.
Hann setti seg í samband við Per
Christian Frost, sum er kendur danskur
tónleikari og framleiðari. Hann er eitt
nú kendur úr bólkinum Gnags, og hann
hevur eisini spælt saman við Sanne
Salomonsen, Lis Sørensen, Michael
Falch, Søs Fenger og fleiri.
Kvinnan er vakrasta blóman
– Eg vildi hava Per at fáa metallið úr
hesum tónleikinum í Fuglakvæðnum
við, tí eg haldi, at tað er so gott, og
tað lýsir so væl Føroyar, sigur Jan
Haugaard.
Hann heldur, at gomlu upptøkurnar
av Fuglakvæðnum eru so vakrar.
– Føroyar eru jú søtleiki og skald
sakapur, sigur hann.
– Føroyingar duga so væl at siga
tað. Nógv betur enn danir – serliga
tá tit yrkja um kvinnuna. Á donskum
verður tað okkurt við, at kvinna er ikki
so ljót kortini, meðan tá á føroyskum
altíð er okkurt við, at »eg elski teg«,
og at »tú ert vakrasta blóman í mínum
urtagarði...«, sigur Jacob Haugaard,
sum er fløguaktuellur júst hendan
dagin, mánadagin, tá hann vitjaði í
Miðlahúsinum.
– Tað vísti seg, at útgevarin skuldi
»leysgeva« fløguna mánadagin 17.
juni. Eg sigi við teir, at tá eri eg staddur
Føroyum, og tí eru vit farnir í býin í dag
at geva millum annað tykkum nýggju
fløguna, segði Jacob Haugaard, tá hann
vitjaði í Miðlahúsinum mánadagin.
Týsdagin vitjaðu Haugaard brøður
nir í Suðuroy. Har vóru teir saman við
Ólavi Rasmussen í Saltsiloini, har teir
heilsaðu upp á arbeiðsfólkið og fingu
frágreiðing um Saltsilo-ætlanina.
Føroyar eru søtleiki
og skaldskapur
Saltsiloin á Drelnesi er beinleiðis orsøk til, at brøðurnir
Jan og Jacob Haugaard vórðu føddir
Brøðurnir Jan og Jacob Haugaard vitjaðu í Miðlahúsinum
mynd: Álvur Haraldsen