Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-27, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2014síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 136 · 28. november 2014 9 VIKUSKIFTI jól Annika Kunoy Im annikak@sosialurin.fo – Takið støðu! Hon stendur á skamlinum. Bibburnar krøkja seg í tað óslætta bláa undirlagið. Hon hevur sett skammilin aftur í, sum hon plagar. Allir vøddarnir bíða bara eftir ljóðinum... Jólakalendarin hjá barna­út­varp­ in­um byrjar við 12 ára gomlu Naju, sum er til svimjivenjing. Naja, sum er úr Havn, sær út til at hava alt. Hon býr í teimum flottastu hús­unum í grannalagnum og dugir væl at svimja. Men Naja hevur tað ikki so gott inn í sær sjálvari. Jólakalendarin hjá barna­út­varp­ in­um er í ár ætlaður teim størru børn­unum. Hesin málbólkurin verð­ ur ofta gloymdur millum smærru børn­ini og ungdómin, greiðir Elin á Rógvi, sum hevur skrivað leikin, frá. Søgan í sjálvum sær er ikki ein jóla­søga, men tað jólaliga við søguni er, at ljós verður varpað á, hvussu kedd nógv børn eru, og hvat tey hava at dragast við. Tá man hevur trup­ul­ leik­ar, gerast teir eisini ofta størri á jól­um, sigur Elin á Rógvi. Hóast tað so er vón í søguni, og ljósið vinn­ur á myrkr­num, so tað er jóla­ligt allíka­ væl, sjálvt um søgan er eitt sind­ur alvor­lig­ari, og ætlað teim størru børn­unum. Tær báðar í barnaútvarpinum, Elin á Rógvi og Jonna Mortensen, siga, at tær onki kunnu avdúka enn, tí hetta er ein spenningssøga, og enda­málið er, at tú verður tikin á bóli, hvørja ferð tú lurtar eftir søg­ uni. Børnini, sum hava lagt rødd til, vita heldur ikki, hvat fer at henda, men kenna bert tann partin, tey hava lis­ið inn. Øll eru líka spent, siga tær báð­ar. Jólakalendarin er føroyskt fram­ leidd­ur allur sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og tekst­ irnar til sangirnar. Løgini hava Greta Svabo Bech, Benjamin Pet­er­sen, Anna Katrin Egilstrøð og Nicl­as Jo­ hanne­sen gjørt. Løgini hjá Nicl­asi syngja Malan Thomsen, Lena And­ er­sen og Kim Hansen. Finnur Hansen hev­ur gjørt ljóðmyndina og lagt tón­ leik­in til rættis. Elin heldur, at tað er stuttligt at síggja, hvat tónleikarnir fáa burturúr tekst­unum, tá teir koma afur við løg­ unum. Tær hava hugsað um tón­leik­ ar­ar, sum eru frammi í dag, og halda, at tað hevur verið stuttligt at síggja, hvussu tónleikararnir hava tulkað tekst­irnar. Tá vit gera útvarp, hava vit bara ljóðsíðuna og ongar myndir, og tí skulu allar kenslurnar lýsast í tónleikinum, siga tær. mynd: Álvur Haraldsen Tær báðar í barnaútvarpinum, Elin á Rógvi og Jonna Mortensen Jólakalendari til størru børnini – Hesin málbólkurin verður ofta gloymdur millum smærru børnini og ungdómin, sigur Elin á Rógvi, sum hevur skrivað leikin og tekstirnar til sangirnar í jólakalendaranum í Kringvarpinum