Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-27, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 136 · 28. november 2014 10 VIKUSKIFTI Samrøða Annika Kunoy Im annikak@sosialurin.fo Heilsugóður matur er ordiligur, óvið­ gjørd­ur matur, sum vit fáa frá náttúruni við so fáum millummonnum sum gjør­ ligt, greiðir Hansa frá. Hesin er helst vist­frøðiligur og heimagjørdur við kær­ leika og umhugsni. Heilsugóður matur er ikki neyðturviliga ein kurur, heldur ikki er tað nóg mikið at seta eina salat á borð­ið og kalla døgurðan heilsugóðan, sig­ur hon. Sunna lívið hjá Hansu snýr seg ikki bert um mat, men eisini um vør­ur, vit brúka at vaska okkum og hús­ini við. Hon brúkar ikki luktilsi ella bleik­ing­ ar­evni. Ístaðin brúkar hon essentiellar olj­ur, um hon ynskir góðan anga og kokusfeitt til kropp og hár. Hesin lívs­ stílurin snýr seg ikki bert um okk­um, men eisini um at vera góð við nátt­ úruna, sigur hon. Tá man á heimsbasis hyggur at, hvussu tjúkk vit øll eru, og nær vit byrj­aðu at blíva tjúkk, so er eyðsýnt, at tann kurvan byrjaði, tá matur varð hóp­framleiddur, fólk góvust at gera egn­an mat og »light«-vørunar komu á markn­aðin, greiðir Hansa frá. Light framleiðsla er ikki sunn Hon hevur sitið til fyrilestrar saman við øðr­um foreldrum, har tey hava fingið at vita, at tey skulu geva børnunum marg­arin ístaðin fyri smør og lætti­ jog­urt ístaðin fyri vanligt jogurt. Tá hev­ur verið torført hjá Hansu ikki at mót­mæla. Sjálv sigur hon, at hon er ideal­ist­isk og hevur eina meining um, hvussu heimurin skal vera og roynir eis­ini at liva eftir tí sannføringini. »Light« framleiðsla er øðiliga við­ gjørd­ur matur, og Hansa heldur ikki, at tað er sunnur matur. Ístaðin fyri at hugsa um kaloriur og feitt, skulu vit hugsa um óviðgjørdan og lokalan mat til okk­um og børnini, sigur hon. – Eg eri ikki samd í teimum ráð­un­ um, vit fáa, og eg eri glað fyri, at vit ikki bara fáa vitan harfrá, tí tann vitanin er ikki nóg góð, sigur hon. Týdningarmikið at eta vanligt Tó er ikki soleiðis, at Hansa og familjan eru víðgongd. Fríggjakvøld keypa tey eis­ini onkuntíð bomm og hugna sær við tí. Tað týdningarmesta er tó, at tey eta heilsu­gott í gerandisdegnum. Hóast Hansa leggur stóran dent á matin, hvaðani hann kemur, og hvat er í honum, etur familjan Han­sen vanligan mat. Hon ger sín egna van­liga mat við mati úr nær­um­hvørv­in­um. Finn­ist mat­ ur­in ikki í nær­um­hvørv­in­um, so keypir hon altíð vist­frøði­ligt. Um dreingirnir til dømis vilja hava bollar í karry til døg­urða, so ger Hansa kjøtbollarnar sjálv úr neyta­kjøti frá bóndanum. Eisini ger hon karrysuppuna úr vistfrøðiligum grøn­meti við róma ella kokusmjólk. – Hesar kjøtbollarnar kann eg standa inn fyri, sigur hon avgjørd. Børnini eta eisini ofta »ommukrem« upp á breyð, men tá er breyðið heima­ bak­að og ommukremið geimagjørt – alt við vistfrøðiligum vørum. – Tað má vera vanligt, og man má kunna liva, sigur hon. Tað tekur tíð at finna javnvág Hansa sigur, at tá man byrjar at broyta Sunna lívið hjá Hansu Hansa Hansen býr við manni sínum Hardi og trimum synum sínum í Norðragøtu. Hon bjóðar vistfrøðiligt kaffi í hugnaligu stovuni áðrenn hon byrjar at tosa um evnið, sum fyllir nógv í lívi hennara. Heilsugóður matur