hósdagur 27. november 2014síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 136 · 28. november 2014
11
VIKUSKIFTI
matvanarnar, skal man ikki gera sær ov
stórar ætlanir við tað sama. Hinvegin
skal man gera eina broyting í senn, og
tá hon so er framd og vorðin vani, kann
man flyta seg til næstu broytingina.
Tað tekur tíð at finna javnvágin í at
liva vanligt, ímeðan tú gert títt besta
at liva heilsugott, sigur hon.
Ein meginregla, sum Hansa ofta
brúkar, tá hon keypir inn, er at spyrja
seg sjálva um lang- ella oldur omma
hennara visti, hvat hesin maturin var,
sum hon heldur í hondini. Um ikki, so
er óivað best at leggja hann aftur á hill
ina í matvøruhandlinum.
Hon minnist aftur á, at hon var alt
ov tjúkk sum barn, og sum hon vaks til.
Hon sigur, at hon samanbar matvan
arnir hjá sær við trongdina hjá einum
rúsevnismisnýtara. Hon kláraði at
hava tamarhald á øllum økjum í lívi
sínum, men ikki á matinum, hon át.
Hon spurdi ofta spurningin, hví hon
ikki kláraði hetta, og sá at hetta ikki
var náttúligt. Hervið byrjaði vaksandi
áhugin í kosti og heilsu.
Fyri fimm árum síðani fekk Hansa
eina Gastric Bypass skurðviðgerð, og
av tí sama hevur hon eisini trupulleikar
við maganum viðhvørt. Hon hevur tó
uppdagað, at tá hon sleppur sær av við
kolhydratirnar í matinum, so hevur
hon tað eisini betri kropsliga. Hetta er
serliga hvítt breyð, pasta og anna slíkt.
Eftir skurðviðgerðina kom Hansa
niður á eina normalvekt, og hon ger nú
tað besta, hon kann at liva sunt. Tó eru
børnini størsta grundin til sunna lívið.
– Eg síggi tað sum mína ábyrgd, at
synirnir fáa so góðan kost og so nógva
vitan sum gjørligt, sigur hon.
Í Føroyum ber til at velta eplir, røtur,
leyk og hvítleyk, og hon leggur dent á,
at synirnir læra at skaffa sín egna mat.
– Teir læra at fiska, fara eftir fugli,
fletta, og fáast við eplaveltir, sigur hon.
Hópframleiddi maturin vit keypa í
matvøruhandlunum í dag smakkar ofta
nógv betri enn matur eigur at smakka, tí
hann er fyltur við ónáttúrligum evnum.
Djórini fáa vakstrarhormir, antibiotika
og litevni, sigur Hansa. Hesi evnini
hvørva ikki og koma eisini í kroppin
hjá okkum sum eta matin, sigur hon.
Tað hvørvur ikki, eftir at tað er komið
í kroppin hjá okkum, og harvið eta vit
mat, sum ikki er matur, sigur hon.
Fleiri føroyingar
tilvitaðir um heilsu
Hjá Hansu kennist tað einsligt viðhvørt
at ganga ímoti steyminum, sigur hon.
Ofta hevur hon ikki sagt tað, hon hevur
á hjarta, tí hon ikki til traðka nakran
á tærnar.
Hóast hetta heldur Hansa, at tey eru
fleiri við somu sannføring sum hon.
Hon gjørdi facebook bólkin »sunnan
kost og sunnan lívstíl« og bólkin
»steinaldarføði«, og báðir hava teir
fingið góða undirtøku og nógvar limir.
Tó vildi Hansa ynskt, at vit føroying
ar brúktu meir av føroyska tilfeinginum
og innfluttu minni úr útlondunum.
– Vit mugu hugsa meir um hetta
sum land og tjóð og vera meir vandin.
Sjálvt um tað stendur á eini vøru, at
hetta er matur, er tað ikki neyðturviliga
tað, sigur hon.