Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-27, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 136 · 28. november 2014 12 VIKUSKIFTI Tú kennir teg óupplagdan, troyttan og hevur trupult við at konsentrera teg um veturin. Tíggjundi hvør okkara verður raktur av vetrartunglyndi. Tú kanst fyribyrgja hesum við at gera smærri broytingar í gerandisdegnum Veturin hóttir vælveruna Heilsuframi og fyribyrging Sum partur av sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya verður skrivað grein innan heilsufremjan og fyribyrging. Tey lesandi eru tá komin um hálva leið í útbúgvingini. Hesar greinar viðgera sjúkrarøktarfakligan spurdóm innan heilsuframa og/ella fyribyrging í samfelagsligum høpi. Komandi vikurnar prentar Vikuskifti nakrar av hesum greinum V it føroyingar eru í ser­ lig­um vanda fyri at fáa vetrar­tunglyndi, tí vit hava ein langan og myrkan vetur. Umleið níggju út av tíggju verða meira ella minni merkt av myrkrinum, meðan tað hjá einum út av tíggju verður til vetrar­ tung­lyndi. Tó er ymiskt, sum tú kanst gera fyri at fyribyrgja, at tað verður til vetrar­tunglyndi og eisini eru ymiskar viðgerðir móti hesum. Vetrartunglyndi Vetrartunglyndi er ein sinnisstøða, sum byrjar um heystið og hvørvur um várið. Eyðkennini eru m.a. at tú kennir teg troyttan, óupplagdan og hevur øktan matarlyst. Tað er ymiskt frá persóni til persón, hvussu ávirkað vit verða av hesum. Eitt tað fyrsta tú følir, tá tú verð­ur raktur av vetrartunglyndi er, at tú kennir teg orkuleysan og keddan. Síðani økist matarlysturin, og tú svevur meira. Hesi eyðkennir kunnu koma fyri hjá øllum av og á, og tí veitst tú møgu­ liga ikki, at tað er vetrartunglyndi tú hevur, fyrr enn tað hevur endurtikið seg í nøkur ár. Góðir vanar Tá vetrarmánaðirnir byrja, kann tað vera ringt at halda góðar vanar við líka. Tað er nógvur góður matur at fáa um jólini, veðrið er verri, og tú hevur ringt við at taka teg saman at fara út at røra teg. Fyri at fyribyrgja, at tú fært vetrartunglyndi, er tað gott at røra seg hvønn dag. Best er at fara út ein túr um dagin, tí tá fært tú samstundis dagsljós, men um veðrið ikki er til tað, er eisini gott at røra seg innandura. Tá tú rørir teg, fært tú eisini samlað tankarnar og fyri­byrgt strongd. Serliga yoga og annar avslappandi ítróttur hjálpir móti vetrar­tunglyndi. Við at røra teg, fært tú meira orku og samstundis økir tað um væl­veruna. Sosial samvera Tá tú hevur vetrartunglyndi, kanst tú kenna teg einsamallan. Serliga um jól­ tíðir kanst tú hava hesa kensluna, um tú ongan hevur at vera saman við, tí jólini vanliga eru ein tíð, har tú ert saman við familju og vinum. Ein teori um vetrar­ tunglyndi er, at tú ert í eini støðu, har tú ikki hevur nóg góðar møguleikar til hugnaligar sosialar løtur. Nógvar kann­ ingar hava víst, at um tú heldur teg nógv fyri teg sjálvan og ikki ert nógv mill­um fólk, kann tað føra til tunglyndi og ótta. Veðrið er ofta keðiligt, og tá er freist­andi at halda seg meiri inni. Av tí sama ert tú minni saman við fólki og heldur teg aftur frá at gera tað, sum tær dámar – hetta ger tunglyndið enn verri. Tá er lætt at koma í eina ónda ringrás, har tung­lyndi førir til, at tú kennir teg enn meira einsamallan. Tí er tað týdn­ ingar­mikið at broyta hesa ringrás og koma meira út ímillum familju, vinir og kenningar. Sosial samvera fyribyrgir vetrartunglyndi mynd: medicapidaho.com