Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-27, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 136 · 28. november 2014 13 VIKUSKIFTI Gott við hvíld Svøvnur er eisini týdningarmikil fyri at fyribyrgja vetrartunglyndi. Í miðal hava vaksin fólk tørv á átta tímum av svøvni um samdøgrið, tó kann hetta verða ymiskt frá fólki til fólk. Ein ábending, um at tú svevur nokk, er at tú kennir teg út­hvíldan og væl fyri næsta dag. Okkara vanliga samdøgursrútma verður stýrd av dagsljósið – tá tað er myrkt úti, svevur tú, og tá tað er ljóst úti, fert tú upp. Av tí, at vit hava so lítið av dags­ljósi um veturin, kann tað kennast sum tú vilt sova allan dagin. Vetrartunglyndi ger, at tú hevur størri tørv á svøvni og ikki kennir teg úthvíldan, tá tú vaknar. Tí er tað um­ ráðandi, at tú svevur væl, tí svøvn­ur og góð rútma í degnum verja móti vetrartunglyndi, sam­stundis sum tað økir um væl­veruna gjøgnum dagin. Ljós hjálpir Ljósviðgerðarlampur finnast í ymiskum sniðum. Ljósviðgerðin gevur javnvág í sam­døgursrútmuna. Hon minkar um fram­leiðsl­una av svøvnhormoninum mela­tonin og økir innihaldið av væl­ veru­hor­mon­inum serotonin, sum síð­ ani betrar um sinnisstøðuna.  Tú kanst sita framman fyri lampuni meðan tú t.d. lesur eina bók, og aftan á tvær vikur átti hetta at givið úrslit. Tó er natúrligt sólar­ljós altíð betri, so sjálvt um tú nýtir lampuna, er tað gott at vera úti í sólar­ljós­inum. Um tú ert plágaður av vetrar­tung­ lyndi, er ein møguleiki eisini at ferðast til sólrík lond um veturin, so tú fært so nógv sólarljós sum tilber. Útlitini fyri at viðgera vetrar­tung­ lyndi eru góð, og ljósviðgerðin er effek­ tiv og hevur bert fá hjáárin, so sum høvuð­pína og irritatión í eygunum teir fyrstu dagarnar. Um nevndu ráð ikki hjálpa, kanst tú fara til lækna at fáa tær hjálp. Síðani kann læknin geva tær heilivág ella vísa tær til aðra viðgerð. Skriva greinina hava: Frá vinstru: Anna B. Vest, Durita Hansen, Jóhanna E. Persson og Mikkalina Tausen Vit føroyingar eru í serligum vanda fyri at fáa vetrartunglyndi, tí vit hava ein langan og myrkan vetur Eyðkennir við vetrartunglyndi:  Ringt lag – kennir teg keddan  Øktan hug til mat – serliga ósunt  Størri tørv á svøvni – kennir teg ofta troyttan  Endurtekur seg ár eftir ár  Byrjar um heystið og endar um várið Keldur: DinDepression (2014) Lysterapi Duckworth, K. og Freedman, J. L. (2012) Seasoanal affective disorder Petersen, I. (2014) Vinterdepression: Sådan undgår du at blive ramt Ymiskur og heilsugóður kostur er fyribyrgjandi fyri vetrartunglyndi