Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-27, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 136 · 28. november 2014 14 VIKUSKIFTI Siðsøga við Óla Jacobsen Exodus á føroyskum Nú í vikuni kom kenda bókin Exodus út á føroyskum. Hetta er ein stórhending í føroyska bókaheiminum. Talan er um ein “klassikara”, sum lýsir ein týdningarmiklan part av heimssøguni, nevniliga tann hjá jødum undir og eftir seinna heimsbardaga T að er eingin ivi um, at ein tann mest søguliga hendingin í sein­ astu øld er stovnsetanin av stat­ in­um Ísrael, og so tað sum hendi framm­an­undan. Tað, sum ger hesa hending so nærverandi fyri meg sjálvan er, at eg kenni fólk, sum hava ver­ið partur av hesum hendingum. Tey hava enn­tá verið heima við hús hjá mær. Her er talan um hjúnini Hanna og Menak­ hem Ben Yami, sum hava havt eina so ótrúliga lagnu, at tað er eitt undur, at tey í heila tikið eru til. Menakhem var pólskur jødi og vaks upp í ghetto­ini í Warshawa. Tað eydnaðist honum at lumpa seg úr ghettoini eina viku undan upp­reistrinum, tá ið flestu íbúgvararnir vórðu fyri­beind­ir. Bæði endaðu í Ísrael aftan bardagalok, og eru tey tí ein partur av søguni um Holocaust. Heilsan frá Menakhem 87 ára gamli Menakhem er altjóða kendur fiski­vinnu­frøð­ingur, og hann hevur í mong ár starv­ast í ym­iskum londum fyri FAO, mat­ vøru­stovn­inum hjá ST. Tað var í veruleikanum hetta, sum skapti sam­band­ið okkara millum. Vit hittust í USA í 2000. Hann var í Føroyum í 2004 á einum fiski­vinnu­fundi, og árið eftir, í 2005, var hann aft­ur í Før­oy­um saman við Honnu. Tá var hann ráð­gev­ari hjá vinnuni í sambandi við áset­an av fiski­døgum. Síðan tá hevur hann fylgt væl við í okkara viðurskiftum. Hann var eis­ini við í kjakinum um makrelstríðið millum Før­oy­ar og hini strandalondini, og stuðlaði hann Føroyum. Í sambandi við framløguna av Exodus hev­ ur hann sent hesa heilsan: Eg var ein ungur maður aftaná seinna heims­ bar­daga, tá ið tað jødiska “Exodus” úr Europa byrj­aði. Í veruleikanum var eg ein av teimum, sum høvdu ein leiklut í teirri veruligu søguni. Eg var ein teirra, sum hjálpti jødum, sum vóru slopn­ir undan Holo­caust, at fara úr teimum bretsk her­settu økjunum í Týsklandi til tey meira vin­arligu amerikansk hersettu økini. Eg fór at virka fyri Mossad Le-Aliah, sum var ein jødiskur felagsskapur at hjálpa jød­um at koma inn í Palestina, hóast hetta veru­liga var ímóti galdandi lóg. Eg hevði eina út­búgv­ ing sum fjarritari og var við einum skipi, sum flutti flóttafólk úr Frankaríki til Palestina. Eg var tikin av bretum, eftir at vera svomin í land í Haifa eftir at skipið varð tikið av bret­um. Har kom eg í eina bretska fangalegu. Tíggju ár seinni las eg bókina Exodus hjá Leon Uris. Bókin er ein skaldsøga, og hon greið­ir sum so ikki beinleiðis frá veruligum hend­ing­um. Men hóast hetta er bókin ein sera góð lýs­ing av tí, sum hendi, og ikki minst av hug­burð­inum, sum var drívmegin í hesi flyt­ing til Palestina. Tí kann eg ógvuliga væl kenna meg aftur í lýsingunum í bókini. Í 1960 kom filmurin um Exodus, og eg var sera hugtikin av honum og ikki minst av sjón­leik­ar­un­um, ser­liga Paul Newman, sum spældi høv­uðs­leik­lut­in Ari Ben Kna’an. Eg eri fegin um, at bókin Exodus er týdd til før­oyskt. Føroysku lesararnir fara uttan iva av fegn­ast um hana, hóast hetta ikki er doku­ ment­ar­isk søga. Men bókin lýsir andan hjá hes­um fólk­um, og ger hetta bókina lesiverda eis­ini hjá søgufólki. Eg ynski øllum góðan lesi­hug! Menakhem Ben Yami, Tel Aviv, November 2014. Søgan hjá Menakhem Um hesar hendingar greiddi Menakhem nærri frá í FF blaðnum í 2004: Bretar høvdu ræðið í Palestina, og higar vóru jød­ar fluttir alla øldina. Henda tilflyting hevði verið rættiliga avmarkað. Men bretar vildu ikki hava ein slíkan hóp av jødum, sum her var talan um. Teir settu eitt hámark fyri, hvussu nógvir jødar kundu sleppa í landið, men hetta markið var munandi lægri enn tal­ ið á teimum, sum ætlaðu at fara. Tey høvdu tí bert ein møguleika, og tað var at royna at sleppa ólógliga inn í landið. Men hetta royndu bretar av øllum alvi at for­ða m.a. við at taka hesi skip. Eg gjørdist virkin í einum jødiskum fe­ lags­skapi, sum fekk til uppgáva at skipa fyri slík­ari ólógligari innflyting til Palestina. Eg fekk kjans við einum immigrantskipi, sum var ein fyrrverandi 800 t. stórur norskur coast­ari. 1600 flóttafólk vóru tikin umborð í Italia. Skiparin var spanióli, og tað man hava ver­ ið so sum so við sjómansskapinum. Maskinan var kolfýrd, og so hvørt kolið varð brúkt úr lastini, gjørdist skipið rankari við teirri stóru dekslastini av fólki. Tí mátti ans­ast eftir, at ikki ov stórur partur av ferða­ fólk­in­um fóru út í annað borðið. Hendi hetta legði skipið seg og panikkur kom í umborð. Aftur í vanda Tá ið vit vóru 80 míl frá Haifa, byrjaði skipið at søkka, tí tað legði seg so nógv vegna stóru vekt­ina omandeks. Sjógvur kom í fýrin, sum eis­ini sløknaði og maskinan steðgaði. Eg sendi út SOS neyðarkall. Innanfyri 20 minuttir komu tveir bretskir destroyarar til okkara, ein í hvørjum borði. Teir hava uttan iva vitað av okkum, og høvdu fylgt okkum alla tíðina. Tey tóku ein part av fólkinum umborð, kvinn­ur og børn. Hetta rættaði skipið upp, og vit fingu eisini pumpur umborð. Síðani vórðu vit sleipaðir til Haifa. Tá vit komu inn var bardagi á keiuni. Tað var nevniliga so, at bretar sendu allar ólógligar innflytarar til Kypern, sum tá var undir bretskum valdi. Her vórðu tey koyrd í flóttafólkalegur. Tað var hetta, teir tá vóru farnir í holt við at gera við okk­ara ferðafólk, og tey gjørdu mótstøðu. Tey vóru bjargað úr týskum legum og skuldu nú í bretskar legur. Hetta kundi tey ikki skilja við tí sum tey høvdu verið úti fyri, og tey vildu heldur ikki góðtaka at fara úr eini legu í eina aðra. Men her var eingin bøn. Tilsamans end­aðu meira enn 50.000 flóttafólk á Kypern. Bret­ar ”loftaðu” øllum skipum við ólógligum ferða­fólki, og tey sluppu ikki ”heim” fyrr enn í 1948, tá staturin Ísrael varð settur á stovn. Viðfarin sum terroristur Eg og tveir aðrir høvdu krógvað okkum um­ borð og sluppu í fyrsta umfari til rýmingar. Hetta var í apríl 1947. Men seinni varð eg tikin av bret­um. Eg hevði jú eingi samleikaprógv, og teir vildu ikki trúgva mær, tá eg fortaldi, hvussu eg var komin til Palestina. Um hetta var rætt, skuldi eg verið á Kypern! Eg sat tí í eini fanga­legu í fýra og ein hálvan mánað og varð viðfarin sum ein terroristur. Bretar kundu jú hava sín illgruna. Tað var eisini uppreistur móti bretum, sum m.a. var fyriskipaður av fyrr­ver­andi forsætismálaráðharrunum Mena­ chem Begin og Yitsak Shamir. Tað eydnaðist mær at rýma í einum last­ bili. Eg setti meg í samband við jødiska und­ Stórhending í bókaheiminum: Bergtóra Justinussen. Tað er henni fyri at takka at Exodus kemur út á føroyskum