Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-27, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2014síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 136 · 28. november 2014 15 VIKUSKIFTI ir­grundarfelagsskapin og fór í eina kibbuts, har eg kom at arbeiða í havnini í Tel Aviv. Tá fyrsta frælsiskríggið byrjaði í 1948, fór eg uppí herin. Tað var jú tá, at ST hevði sam­ tykt at seta á stovn Ísrael, og hetta førdi til fyrsta bardagan við arabarar. Eg arbeiddi við at framleiða lóður á eini und­ir­grund­ar­verk­ smiðju. Bretar vóru framvegis har og skuldu halda skil á í landinum. Tað kláraðu teir sera illa, serliga tí samhugin við jødiska partin var sera lítil. Vit byrjaðu at skipa ein herflota, beint áðr­ enn bretar fóru úr landinum og í mai 1948 lýsti David Ben Gurion jødiska statin. Menakhem kom seinni at luttaka í teimum kríggj­um, sum Ísrael var við í 1956, 1967 og 1973. Bergtóra Justinussen: Týðarin av Exodus Tað er ein merkisverd søga aftanfyri út­gáv­ una og týðingina av Exodus. Kvinnan aft­ an­fyri hana er tann 88 ára gamla Bergtóra Just­in­us­sen í Havn. Hon er dóttir Onnu og Sím­un Askham. Hann var ein kendur smiðju­meist­ari í Havn og hevði smiðju niðri í Kon­ rads­brekku. Anna gjørd­ist heili 104 ár. Hon var yvir 100 ár, tá ið hon greiddi FF-blaðnum frá síni hug­tak­andi søgu. Begga var elst av seks systkjum. Hon gekk í Nonnuskúlanum. Ein nunna var lærari í Bíb­il­søgu, har hon sjálvsagt eisini lærdi okk­um um tey bíbilsku støðini í nú­ver­ andi Ísra­el. Í real­skúl­anum hevði hon Erik Pet­er­sen sum lær­ara í før­oysk­um. Bergtóra fekk alsk til jødar og Ísra­el longu frá barnsbeini. Hon hev­ur eis­ini kunnað fylgt við lagn­uni hjá jød­um, ikki minst und­ir 2. Heims­bar­daga, og so tað sum hendi aftaná. Bókin Exodus kom út á enskum í 1958. Heit­ið vísir til útferðina hjá jød­um úr Egypta­ landi sum greitt frá í Bíbil­søg­uni. Men í hes­ um førinum var talan um “heim­komuna” í okk­ara tíð. Skjótt kom bókin út á donskum. Bergtóra lænti bókina frá systir síni, Sonju. Hon gjørd­ ist so hugtikin av bókini, at hon slepti henni ikki aftur fyrr enn hon var lisin. Hon behelt lænta eintakið og keypti systrini eitt nýtt ein­tak. Bergtóra føldi, at hon kendi seg heima í bók­ini. Umrøddi støðini kendi hon jú aftur úr Bíbliu­søg­uni, sum hon hevði lært í skúlanum. Fór at týða bókina til føroyskt Bergtóra setti sær fyri at fara at týða bókina til før­oyskt, so føroyingar lættari kundu ogna sær hesa bók. Hetta arb­eið­ið var í fyrsta um­ fari gjørt við penni. Tá ið tað gekk væl klár­aði hon 10 síð­ur um dag­in. Marius Jo­hann­es­sen, kend­ur há­skúla­stjóri, rætt­las hand­ritið í fyrsta um­fari. Tá fór Berg­ tóra at ganga til mask­in­skriv­ing, og hon fór eis­ ini at ganga til før­oyskt á Fróð­ skap­a­r­setr­in­um. Hon tekur til, hvussu góður lær­ari Poulivar Jo­han­sen var. Hon heldur, at síð­an hevur hon skriv­að handritið um­aft­ur á síni skrivi­mask­ inu tríggjar ferð­ir. Tann, sum skriv­ar á teldu í dag kann illa ímynda sær, hvussu nógv stríð, ið hevur verið av hesum. Umsíðir var komið so langt, at bókin skuldi gevast út. Bergtóra bjóðaði bók­menta­fe­lag­ num Varðanum at geva bókina út. Hesum til­boði var Varðin meira enn fegin um. Í hesum sambandi hevur Sveinur Ísheim Tumm­as­ar­son gjøgnumgingið handritið og hev­ur bæði rættlisið og hevur bøtt um týð­ ing­ina, har tørvur er á tí. Tískil er hann eis­ ini týðari av bókini. Formaður í Varðanum er Zakarias Wang. Tískil hevur eisini verið nógv samskifti millum tey bæði hesa tíð, sum arb­eið­ið hevur vart. Bergtóra sigur, at hon er ein ísraelsvinur um ein háls. Hon heldur eisini, at tíð­inda­ flutn­ing­ur­in um stríðið millum Ísrael og grann­ar­nar ikki altíð er so rættvísur. Men vón­in er, at lesararnir nú skulu kunnu skilja støð­una hjá jødum og Ísrael betur. Hevur eisini týtt annað Bergtóra hevur umframt Exodus týtt nógv ann­að. Í 1985 gav hon út bókina “Palli Hala­ leysi í Amerika”, sum hon sjálv hevði týtt. Hetta er ein í røðini av barnabókum um kett­ una við hesum navni, sum er skrivað av Gøsta Knuts­son. Henda bókin var væl umtókt. Bergtóra hevur eisini týtt nógv, sum ikki er kom­ið út. Millum hetta er bókin hjá Dale Car­ne­gie, sum á donskum eitur: Vind venner, ind­flydelse og fremgang, sum kom út í USA í 1936 og í Danmark í 1938. Hetta er ein bók, sum er ein “bestseller” enn tann dagin í dag, og sum saktans hevur ein boðskap til okkum øll. Hon snýr seg um, hvussu samskifti millum fólk kann byggja upp heldur enn at bróta niður. Bergtóra hevur verið heimagangandi hús­móður nærum alt lívið. Tó arbeiddi hon eini 10 ár í smiðjuni hjá pápanum, Askhams smiðja. Hetta gjørdi hon, tá ið tann yngsti son­ur­in fór í læru. Tað kann nevnast, at abbi Svein, Andrew Ís­heim, arbeiddi í smiðjuni undir krígnum. Hann var ein kendur fakfelagsmaður. Bergtóra er gift við tí javngamla John Justinussen, sum í mong ár var arb­eiðs­ for­mað­ur hjá Tórshavnar Kommunu. Tey eiga seks børn og búgva uppi í Svanga. Ann­ars er hon eisini ógvuliga áhugað fyri ættargransking og hetta er eisini eitt evni, hon veit nógv um. Framúr avrik Tað má sigast, at tað er ikki hissini avrik, sum Berg­tóra hevur framt. At týða eitt slíkt verk krev­ur bæði dugnaskap og áræði. Og ikki minst krevur tað tol og áhaldni, sum ikki er ein­um og hvørjum beskorið. Tí eigur Bergtóra at fáa ta viðurkenning, at tað fyrst og fremst er henni fyri at takka, at hetta stórverk nú finst á okkara máli. Hetta slóð­brót­ara­virk­semi skal hon hava eina sera stóra tøkk fyri. Komandi partur: Í komandi parti verður greitt meira frá søguni hjá Honnu Ben Yami hvussu hon varð bjargað undan vissa deyðanum og kom til Ísrael. Menakhem Ben Yami, ein partur av veruliga Holocaust og Exodus søguni Ein ólógligur innflytari verður tikin við hørðum. Menakhem heldur, at júst slíkar myndir gagnaðu sakini hjá jødunum Hetta er eitt av flóttafólkaskipunum, sum varð tikið av bretska herflotanum Tað var trokan eftir at sleppa umborð á flóttafólkaskipini. Hetta er í Italia, har fólk verða hjálp umborð niðri á strondini