Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-27, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2014síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 136 · 28. november 2014 Í ranga strúpan Barbie við strekkmerkjum Hvussu hevði Barbie dukkan sæð út, um hon var bygd sum ein vanlig kvinna? Tað var spurningurin sum leiddi til nýggju Lammily dukkuna. Ein styttri, breiðari og myrkhærd útgáva av Barbie. Nýggjan dukkan hevur eisini pirrur, móðurmerki, appelsinhúð og strekkmerki. – Tann boðskapurin eg vil senda er, at tað er líkamikið hvussu tú sær út. Tað lýsir ikki hvør tú er. Tað, sum tú ger, lýsir hvør tú er, sigur 26 ára gamli Nikolay Lamm, sum stendur handan nýggju dukkuna. Nikolay hevur fingið hjálp frá amerikanska "Center for Disease and Prevention", og hevur gjørt dukkurnar eins og tann miðal amerikanska kvinnan – við breiðari mjødn, sverum beinum og rundari rumpu, við áleið 75 kg á kroppinum. – Eg trúði at eg sum borgari í høvuðsstaðnum, har sum eg eri føddur og uppvaksin, og sum løgmaður kundi hava eina meining Havnar Kirkja bjóðar tónleik hvønn dag Allan desember bjóðar Havnar Kirkja inn til eina frisæla tónleikaløtu, har fólk kunnu fáa frið í øllum jólastressinum, og njóta góðan tónleik eina løtu. Fyrsta konsertin er leygardagin við Monika Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg. Tær báðar bjóða um vikuskifti til tvær spennandi  jólakonsertir. Fyrru ferð spæla tær leygardagin  29. novembur eina matiné í Havnar Kirkju, klokkan 11.30.  Tann seinna konsertløtan verður sunnudagin 30. novembur klokkan 16, á Bátasavninum- og Listasavninum í Leirvík. Spæld vera løg eftir Dvořák, Léhar og Kreisler. Hendan løtan varðar í umleið ein hálvan tíma. baksíðan... lagt til rættis: Barbara Holm – Kann eg ikki vera heilur, har eg eri, so er tað betri, at onkur annar tekur yvir – Hvør solariumseljari sær fær ábyrgdina av at tryggja, at tey undir 18 ár ikki taka sól Sámal Erik Hentze fráfarandi B36 venjari Karsten Hansen, heilsumálaráðharri, sum nú fer í tingið við uppskotið um at forbjóða ungum at taka sól Løgmaður um ætlaðu útbyggingina við Skansan – Eg fari ikki at halda munn fyri at troysta tína fávitsku Jon Stewart, sum fyllir 51 ár fríggjadagin Í menniskjum góður tokki? »Løgmaður hóttir 700 familjur í Tórshavnar kommunu« Heðin Mortensen Triði heimsbardagi? »Nú er klárt at skjóta fyrsta skotið til Viðareiðis« Portalurin Bara tey í Havn? »Sambýlið fyri sálarsjúk í Havn liðugt« Landsverk Nakað fyri Sporløs? »Leita nú eftir nýggjum venjara« Kringvarpið Hava egna meining? Eg trúði, at eg sum borgari í høvuðsstaðnum og har sum eg eri føddur og uppvaksin og sum løgmaður kundi hava eina meining Facebook Oljan - nýggj bók um føroysku oljuvinnuna Meðan frálandsvinnan fyri 25 árum síðani kendist føroyingum at kalla sum ‘science fiction’ – sum eitt slag av óveruleika – er hon í dag ein av størstu vinnum í Føroyum, hóast vit enn ikki hava funnið okkara egnu olju. Høvundarnir greiða frá, hvussu stóran týdning yvirtøkan av føroysku undirgrundini hevur havt umframt eisini gjølla frá teimum níggju boringunum, sum eru gjørdar undir Føroyum, og spurningin um, hvat skal til fyri at fáa oljufeløgini at bora fleiri brunnar. Bókin er 550 síður. Hon verður løgd fram alment í bæði høvuðsstaðnum og í oljuhøvuðsstaðnum: í Perluni í Tórsgøtu í Havn týsd. 2. des. kl. 17 og á Bókasavninum við Løkin í Runavík hósd. 4. des. kl. 17. Høvundarnir Jan Müller og Tróndur Djurhuus fara at greiða frá arbeiðinum við og innihaldinum í bókini.