mánadagur 1. desember 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. november 2014 · Nr. 134
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Psykiatriski depilin skjótt
uttan leiðandi yvirlækna
Rigmor vil
hava at vita,
hvat hendir á
psykiatriska
deplinum
–
Hvat
ætlar
lands-
stýris maðurin
at
gera
við íkomnu støðuna á
Psykiatr iska
deplinum,
nú leiðandi yvirlæknin
gev ur skarvin yvir veg na
ótolandi arbeiðs um støð-
ur?
Rigmor Dam, Javn að-
ar flokk urin, hevur sett
lands stýris manni num
við heilsu málum fleiri
spurn ing ar. Endamálið er
at fáa at vita, hvat tað er
sum hend ir á psykiatriska
depli num.
Rigmor Dam vísir á, at
sambært fíggjar lógar upp-
skotinum, so verður ein
partur av tí, sum verð ur
spart nú búfólk flyta út,
brúkt aðrastaðni í heilsu-
verkinum.
– Hetta, samstundis
sum, at psykiatriska øk ið
hevur spart pengar og er
skorið inn á bein, og har
neyðugt hevur ver ið at
útseta og av lýsa menn-
ing ar tiltøk, hó ast menn-
ing
er
grund leggj andi
fyri at tryggja dygdina í
tæn astu ni – ikki minst
menn ing av starvs fólk um,
sum er einasta við gerðar-
am boð ið á psykiatriska
øki num, um vit ikki vilja
fylla fólk við enn meira
heili vági, sigur Rigmor
Dam.
Sparingar
Rigmor Dam vísir á í við-
merk ingunum til spurn-
ing ar nar, at støðan er
ring í heilsuverkinum,
sum hon metir stendur
fyri hóttafalli. Hon vísir
á, at kommunulæknarnir
róða varskó, tí kvinnur
ikki
sleppa
framt
til
mammo g rafi og útvarpið
hevur sagt, at viðgerðin
av prostatakrabba hjá
monn um er er nógv verri
í Før oyum enn í Danmark.
Hon vísir á, at fleiri
ser læknar eru givnir, tí
viður skiftini at arbeiða
eru so ring.
– Og her er eingin glotti
fyri framman, tí í fíggjar-
lógar uppskotinum
fyri
kom andi ár skal heilsu-
verk ið spara 13,4 mió.
kr. og aftur 15,9 mió. kr. í
2016 – ella áleið 30 mió. kr.
kom andi tvey árini, sigur
Rig mor Dam.
Tormóður Stórá hevur sagt nei takk at halda fram sum leiðandi
yvirlækni, tí treytirnar fyri psykiatriska deplinum ikki eru nøktandi
Psykiatriski depilin á Lands-
sjúkra húsinum
hevur
fyribils bert ein leiðandi
yvir lækna til fíggjarlógin
fyri 2015 verður samtykt.
Tormóður
Stórá,
sum
hevur havt starvið seianstu
mongu árini, var einasti um-
søkjar in, nú starvið í ár er
lýst leyst tvær ferðir.
Honum hevur eisini stað-
ið í boðið at fáa starvið, men
hann hevur takka nei og
grundgivið við, at treytirnar
fyri psykiatriska økið eru
niður rað festar.
Í politisku skipanini hev-
ur málið vakt ans og spurn-
ingur er settur lands stýris-
manni num við heilsu mál u m,
Karsten Han sen, Mið flokk-
urin, um hvat tað er sum
hendir á økinum.
Formaðurin í trivn að ar-
nevnd ini hjá Løgtinginum,
Rósa Samuelsen, Sam bands-
flokk urin, hevur havt fund
við landsstýrismannin fyri
at fáa at vita, hvat tað er sum
hendir á økinum.
Ikki sparingar
-Eg havi fingið at vita frá
lands stýrismanninum,
at
talan als ikki er um sparingar
á psykiatriska økinum. Peng-
ar verða frígivnir, tí at fleiri
fólk flyta út av psykiatriska
depli num, har tey hava búð
í mong ár og teir pengar,
sum verða spardir á økinum,
verða brúktir í psykiatriini,
sigur Rósa Samuelsen eftir
fund in.
Ætlanin at búfólkini skul-
du flyta út fyrr í ár, men høl-
ini tey skuldu flyta í, eru ikki
klár fyrr enn nú og nøkur
teirra flyta í nýggju hølini í
hesi vikuni.
Tað
hevur
gjørt,
at
psykiatr iski depilin hevur
brúkt fleiri pengar í ár enn
mett var, tá ið fíggjarætlanin
var løgd fyri 2014. Tað hevur
leið andi yvirlæknin boðað
frá alment.
- Tað er ein sannroynd at
ætlanin at flyta búfólk av
psykiatriska deplinum til
meira tíðarhóskandi bú eind-
ir hevur tikið nógv longri tíð
enn ætlað. Harumframt eru
eini fimm ella seks búfólk,
sum ikki enn hava fingið í
boðið annan hóskandi bú-
stað, men eri eg kunnaður
um, at tað verður arbeitt
við at loysa hetta, so øll bú-
fólk ini fáa nøktandi bústað,
sig ur Karsten Hansen, lands-
stýris maður.
Eftir fundin við Rósu
Samuelsen boðaði lands-
stýris maðurin frá, at flyt-
ingar av búfólkunum fara at
frígeva pening, men ætlanin
er, at hesin peningur skal
brúkast í psykiatriska depli-
num.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at metingin er, at flyt-
ing in av búfólkum út av
psykiatr iska deplinum fara
at frí geva á leið 10 milljónir
krón ur.
Hann
sigur
eisini,
at
ætlan in er, at hesin peningur
skal brúkast til økispsykiatri
og til ein geriatara – tað vil
sig aein lækna, sum fyrst og
fremst tekur sær av teimum
eldru.
– So tlan er ikki um at
pen ing urin verður brúktur
til at uppraðfesta onnur øki,
men verða brúktur til tey
psykiskt sjúku, sigur Rósa
Samuelsen.
Samband enn
Landsstýrismaðurin
hev-
ur sagt alment, at tað ikki
er hansara borð at raðfesta
nið ur í smálutir á lands-
sjúkra húsinum.
Tað
er
arbeiði,
sum
leiðslan
á
Landssjúkrahúsinum er set
at taka sær av.
Hvussu
verður
við
leiðandi
yvirlækanum
er
enn óvist, men alment hev ur
hann boðað frá, at so leingi
hann metir treyt ir nar fyri
ar beiðnum á psykiatr iska
depli num verða niður rað-
fest ar, so hevur hann ikki
hug at átaka sær ábyrgdina
av deplinum.
Tormóður Stóra var ára-
máls settur og síðani var
starvið lýst leyst av nýggj-
um, tá ið sáttmálin gekk út.
Hann var tá einasti um søkj-
arin og tí valdi leiðslan at
lýsa starvið av nýggjum.
Úrslitið var tað sama –
bert Tormóður Stórá søkti.
Und ir samráðingunum við
hann um setanini setti hann
treyt ir fyri depilin við og tað
end aði við, at hann boðaði
frá, at hann ikki ynskti á
átaka sær starvið.
Seinast er avtalað, at yvir-
lækn in hevur játtað at røkja
starv ið til fíggjarlógin fyri
2015 er samtykt.
Støðan á psykiatriska depli-
num hevur fingið Rigmor Dam,
Javnaðarflokkurin, at seta
Karsten Hansen, lands stýris-
manni, spurn ingar um støðuna
1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera
við íkomnu støðuna á Psykiatriska
deplinum, nú leiðandi yvirlæknin
gevur skarvin yvir vegna ótolandi
arbeiðsumstøður?
2. Nær kunnu vit vænta, at ein loysn
verður funnin?
3. Hvørjar avleiðingar metir
landsstýrismaðurin, at tað hevur fyri
fólkini við sálarheilsuavbjóðingum
og fyri tilboðini á Psykiatriska
deplinum, at tann sera positiva
menningartilgongd, sum hevur verið
innan økið undir leiðslu yvirlæknans,
nú verður steðgað?
4. Hvørji eru útlitini fyri, at føroyska
heilsuverkið fær annan serlækna
innan psykiartri at søkja starvið sum
leiðandi yvirlækni, um undanfarni
yvirlækni fór úr starvi vegna ótolandi
arbeiðsumstøður?
5. Hvørji eru útlitini fyri fíggjarligum
uppraðfestingum innan
psykiatriska økið í fyriliggjandi
fíggjarlógaruppskoti?
6. Hvussu høgar hava lønarútreiðslurnar
til Psykiatriska depilin verið seinastu
10 árini?
Spurnignarnir frá Rigmor Dam til Karsten Hansen