mánadagur 1. desember 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 1. desember 2014 · Nr. 137
Seinnapartin leygardagin kom jólaskipið til Sands, og tá fingu børnini
karamellur og jólapakkar. Henning Bøgesvang helt røðu, og øll vórðu
boðin í fundarhølið hjá Sands kommunu til bollar og kakao
Vilmund Jacobsen
Tað var ein hugnalig løta Úti
í Støð á Sandi seinnapartin
leygardagin, tá jólaskipið við
jólamonnum legði til brygg
ju. Nógv fólk var savnað, og
børnini vóru ógvuliga spent.
Jólaskipið var pyntað við
ljósketum, og ljósbluss lýstu,
eins og vakurt fýrverk varð
sent av havnalagnum, sum
brast og sendi alskyns litir
yvir jólaskipið.
Á bryggjuni fingu børnini
karamellur, og tá løtan á
bryggjuni var komin at enda,
fóru allir jólamenninir upp í
brandbilin hjá Sands Sløkki
liðið.
Koyrt varð nú norður á
Ljósafløtt, har stóra jólatræ
ið og lítla jólabygdin vórðu
tendrað.
Á Mørkini Miklu, har
kommunuskrivstovan
er,
fingu øll børnini jólapakkar
og
presturin,
Henning
Bøgesvang, helt røðu og las
jólaevangeliið.
Eftir at prestur hevði hild
ið røðu, vórðu øll boðin inn í
fundarhølið hjá Sands kom
munu til bollar og kakao.
Av Sandi verður sagt, at
tiltakið
við
jólaskipinum
byrjaði í 2001, og tað vóru
Ragnar Fossdalsá og Heri
Sverrason, sum í sínari tíð
tóku stig til tiltakið tvey
fylgjandi ár á rað. Síðan tók
Sands kommuna tiltakið til
sín og hevur ført tað víðari
til dagin í dag.
Lítla jólabygdin við smá
um húsum á Ljósafløtti sá
dagsins ljós í 2004, og aftur
her vóru tað Ragnar Foss
dalsá og Heri Sverrason,
sum komu við hugskotinum,
og Sands kommuna læt fittu
húsini byggja.
Ein hugnalig løta á Sandi
seinnapartin
leygardagin,
har børnini vóru í miðdepli
num.
Tá jólaskipið kom á Sand
Vilmund Jacobsen
Á Fiskamarknaði Føroya
vænta tey tvey línuskip inn
at landa í dag, og væntandi
koma eisini nøkur inn at
landa seinni í vikuni.
- Skipini hava mest av
toski, hýsu, longu og bros
mu. Nakað verður eisini av
svartkalva, lira og blálongu
síðst í vikuni.
Lagt verður aftrat, at
tvey frystilínuskip eru undir
Íslandi, og eitt er undir
Føroyum.
Um útróður verður sagt,
at streymurin verður góður,
men væntandi verður veðrið
vánaligt. Tí eru útlitini fyri
útróðri einki serlig.
- Partrolararnir koma
inn at landa, sum henda
vikan gongur. Fiskiskapurin
eftir upsa er smáligur, men
nakað fæst av hvítfiski
saman við upsanum.
Á Fiskamarknaði Føroya
vita tey at siga, at bara
ein djúpvatnstrolari er á
ísfiskaveiði undir Føroyum -
og tveir, sum frysta veiðina
umborð, eru eisini til fiski
skap.
- Djúpvatnstrolarin, sum
er á svartkalvaveiði, landar
væntandi seinast í hesi
vikuni.
Fríggjadagin, tá Fiska
marknaður Føroya gjørdi
sínar metingar, var bara ein
trolbátur til fiskiskap og
kemur helst inn at landa
í dag.
Vilmund Jacobsen
Eyðfinn Magnussen, sum skrásetir
haruveiði í Føroyum, er nú komin
eftir, at tá harutíðin var hálvrunnin
og tilsamans 301 túrar vórðu gjørdir,
vóru 3.568 harur skotnar kring
landið.
Hann sigur, at seinastu vikuna
fyri, at harutíðin var hálvrunnin,
vórðu 288 harur skotnar á 45 túr
um, og best hilnaðist týsdagurin 25.
november, tá 94 harur vórðu skotnar
á 11 túrum.
Á facebook-síðuni - Haruskjóting í
Føroyum - liggur fílur við úrslitunum
frá einstøku harutúrunum, sum
Eyðfinn Magnussen hevur skrásett
eftir upplýsingum frá monnum, sum
hava skotið harur í vertíðini í ár.
Nakað
verður av
línu-og
trolfiski
Leygardagin um 17-tíðina kom
jólaskipið á Sand, og tey vóru
mong - bæði børn og vaksin
- sum tóku ímóti og fingu
karamellur og jólapakkar
3.568 harur eru skotnar
Tá harutíðin var hálvrunnin, segði uppgerðin hjá Eyðfinni
Magnussen, at 3.568 harur vóru skotnar á 301 túrum
Á facebook-síðuni Haruskjóting í
Føroyum ger Eyðfinn Magnussen
upp - eftir upplýsing frá monnum,
sum skjóta harur - hvussu nógvar
harur verða skotnar kring um landið
Tummas
Frank í
luftini
Á túrinum hjá
Teistanum
klokkan 10.30
úr Skopun í
morgun kom
tyrla og tók
Tummas Frank
Joensen av
skipinum og
setti hann
umborð aftur.
Hetta var liður
í bjargingar
roynd.