mánadagur 1. desember 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. desember 2014 · Nr. 137
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Landsins samgonga er dumpað í
bygnaðarbroyting av samfelagnum
Annfinn Brekkstein
Býráðslimur í Tórs
havnar Kommunu fyri
Sambandsflokkin
Helgi Abrahamsen, løgtings
maður skrivar í einari grein
27. november 2014 um tørvin
á at samskipa rakstur og út
byggingar av samfelagnum
betri millum størri økini í
Føroyum.
Greinin
hevur
heitið
“Vit hava ikki ráð til tredivu
lokalsamfeløg.” Motivatiónin
at skriva hesi sjónarmið er
løgin nokk nøkur úttalilsi
hjá løgmanni um ætlanirnar
hjá Tórshavnar Kommunu at
útbyggja Tórshavnar Havn.
Útbyggingar av
Tórshavnar Havn
Tað er ikki ætlanin hjá býráð
num í Tórshavnar Kommunu
at gera eina útbygging av
havnalagnum, sum skaðar
umhvørvið við Skansan ella
sum ger seg inn á býin í síni
heild.
Útbyggingin
kann
býtast í tvey - ein partur,
sum handlar um vinnuligu
útbyggingina og ein annan
part, sum snýr seg um at
gera økið við Skansan meira
atkomuligt fyri allar havn
arborgarar og ferðandi við
bygningum/hølum til mat
stovur o.a.
Ein partur av bingju
havnini skal ikki liggja upp
at Skansaøkinum, tvørtur
ímóti.
Lagt verður upp til, at
íløguætlanin kann gerast
stigvíst.
Talan er í høvuðsheitum
um at víðarimenna verandi
havnalag til av- og áskipan og
til nógvu ferðamannaskipini,
sum vitja Havnina – virk
semisskapan og arbeiðspláss.
Eisini er talan um at nýskapa
og menna økið rundanum
ella við Skansan – virksem
isskapan og arbeiðspláss.
Tí er henda havnaút
bygging ikki í kapping við
útbygging og ídnaðarmenn
ing í Runavík ella Klaksvík
Bygnaðarbroyting av
føroyska samfelagnum
Eg eri samdur við Helga
Abrahamsen, tá hann sigur:
“Føroyar eru eitt lítið, fjar
skotið land við avmarkaðum
pengum og tí er neyðugt, at
øll standa saman, fyri at fáa
tingini at virka. Vit mugu
koma burturúr tí støðuni,
har hvør dregur til sín, og
heldur seta okkum niður
og finna útav, hvussu vit
skipa samfelag til frama fyri
okkum øll. Vit hava ikki ráð
til tredivu lokalsamfeløg við
nógvum dupultfunktiónum,
samstundis sum aðrar tæn
astur mangla. Vit kunnu ikki
hava alt allastaðni.”
Til hetta er at viðmerkja,
at verandi landsins samgonga
og landsstýrið eru so dyggi
liga dumpað at fremja ein
samfelagsligan reform, her
leggja kommunurnar í Før
oyum saman í størri og sterk
ari eindir.
Í allari neyðini og flýggj
an
undan
ábyrgd,
valdi
samgongan og landsstýrið,
at leggja málið um komm
unusamanlegging út til veg
leiðandi fólkaatkvøðu 3. mai
2012. Eg kann viðmerkja, at
í norðanlondum eru allir
kommunureformar við sam
anleggingum gjørdar fyri
35-40 árum síðan – restin er
víðari menning og tað gong
ur skjótt fyri seg.
Í Føroyum eru kommunu
samanleggingar
gjørdar
uppá
kvamsvís
og
púra
óskipaðar við vantandi polit
iskari leiðslu og stýring frá
landsmyndugleikunum.
Í øllum hesum kaos velur
landið at leggja út eina sera
stóra uppgávu, sum er eldra
økið og hetta verður gjørt
uttan at bygnarðarliga grund
arlagið er til staðar. Onkur
heldur, tá okkara lands
politikarar ikki hava dirvið
til at fremja reformar, so er
hetta ein typiskur háttur
og uppskrift við seigpíning
at tvinga kommunurnar til
samanleggingar. Men hetta
fer at taka langa tíð og onki
annað hendir á økinum.
Sostatt er stórur vandi
fyri, at nakrar kommunur fáa
stórar trupulleikar av hesari
útlegging og brúkarin kemur
í klemmu og Tórshavnar
Kommuna verður trýst at
gjalda við útjavning.
Tórshavnar
Kommuna
hevur sjálvboðin gingið á odda
á
samanleggingarøkinum
og hevur gjørt fleiri saman
leggingar – og uttan nakað
sum helst krav ella boð frá
landsins myndugleikum.
Hvat skal Helgi
virka fyri
Helgi eigur at taka í egnan
barm, serliga nú milliarda
íløgur verða gjørdar í undir
sjóvartunlar til Eysturoynna
og Sandoynna, og at virka
fyri, at kommunurnar í Eyst
uroynni og Sandoynni sum
skjótast verða lagdar saman
við lóg.
Nógvar av smærru komm
ununum hava onga tæn
astuliga og fíggjarliga styrki
til nakað sum helst og vilja
uttan iva minka í fólkatali til
lítið og onki.
Latið
Føroya
fólk
og
brúkaran vera í fokus, tá
talan er um at skipa før
oyska samfelagið – og ikki
lokal áhugamál, sum ikki
tæna heildini og øllum sam
felagnum.
Ein kann eisini spyrja,
hví samgongan ella lands
stýrið ikki kemur við einari
økisætlan fyri, hvussu infra
skipanin kann ella eigur at
útbyggjast ella enntá, hvussu
samfelagið ella landið eigur at
útbyggjast við borgarunum
ella brúkarunum í fokus.
So nei Helgi, tey 30 lokal
samfeløgini, sum tú tosar
um, hava tit nýliga valt at
varðveita og sum er ein
vanlukka fyri menningina av
Føroyum. Vit í Føroyum liva
við einum samfelagsligum og
bygnaðarligum “systemfeili."
Størsta og mest gevandi
bygnaðarbroytingin fyri sam
felagið liggur enn og bíðar
uppá 40. ár – talan er um eina
kommunusamanlegging í 5-7
kommunur.
Kanska Helgi fer polit
iskt at virka fyri at gera
samfelagsligar, her komm
ununalar
bygnaðarbroyt
ingar, til ein part av einum
komandi valstríði og valskrá
– livst so spyrst.
Vindmylluparkin í Húsahaga
Spurningar til SEV-leiðsluna
Ólavur Hátún
Við áhuga hava vit fylgt
við í tí, sum fer fram innan
útbygging av okkara el-megi
og nú í seinastum helst um
vindmyllurnar í Húsahaga.
Í kapping við privatar
vann interkommunali felags
skapurin SEV sær rættindi
at skipa fyri eisini hesari út
bygging, og sum skilst hevur
arbeiðið gingið væl.
Men nú, tá uppgávan er
um at vera lokin, frættist,
at talan er um, at oljusølu
fyritøkan MAGN kanska skal
inn í myndina sum fíggjar
ligur samstarvari hjá SEV
um hesa lidnu og møguligar
komandi slíkar útbyggingar.
Loyvi eg mær tí sum
borgari í hesum landi at
seta tykkum báðum Hákuni
Djurhuus, SEV-stjóra, og Ják
upi Suna Lauritsen, stýris
formanni í SEV, hesar spurn
ingar:
1) Er tað so, at MAGN hevur
søkt um hetta samband
við tykkum? ella
2) Hevur SEV fram um aðr
ar møguleikar í landin
um valt sær hesa fyri
tøku,
har
íslendingar
hava ræðisrættin, til at
gerast partur av okkara
almenna
elmegiskervi?
Um so er: Hvør er grund
gevingin?
3) SEV er stovnur, sum hevur
alt landið aftan fyri seg. Er
nøkur orsøk til yvirhøvur
at sleppa privatum fram
at?
Við vinarligari heilsan