Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 1. desember 2014 · Nr. 137 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fakfelagssamstarv Eli Brimsvík: Lønarmunurin millum faklærd og ófaklærd stendur ovarlaga Handverkararnir hava í teirra sáttmála bundið seg til at royna at samansjóða fakfeløgini hjá øllum tímaløntum áðrenn næstu lønarsamráðingar. - Har eru kamelar, sum skulu svølgjast, sigur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag og næstformaður í Landsfelag Handverkaranna Øssur Winthereig - PRESS – Um viljin er til staðar, so ber tað til at gera eitt fel­ ags samráðingartoymi fyri øll tímalønt á privata ar­ beiðsmarknaðinum, men har eru kamelar sum skulu svølgj­ast, sigur Eli Brims­vík, formaður í Havnar Hand­ verk­arafelag. Samstundis staðfestir hann, at ongin ivast í, at veg­ urin til at fáa meiri í lønar­ posar er at standa saman. Í meiri enn 20 ár hava handverkararnir lig­ið í kjal­ar­vørrinum á ar­beið­ ara­feløgunum í lønar­sam­ ráð­ingum og eru endaðir við tí lønarkarmi, sum arbeið­arafeløgini samráddu seg fram til. Sáttmálin hjá arbeið­ara­feløgunum hevur gingið út 1. mai og hjá hand­ verkarunum 1. oktober. – Vit hava liva við, at lønakarmurin var lagdur og tað hava øll feløg verið sera ónøgd við. Í samráðingunum hesaferð var tað eitt ófrá­ vikiligt krav, at vit skulu flyta sáttmálaskeiðið, so tað aftur fall saman við tí hjá arbeiðarafeløgunum, sigur Eli Brimsvík. – Onki at ivast í, at vit hava staðið veikari, tí sátt­ málarnir ikki gingu út samstundis. Hatta hálva árið gav meiri andarúm til arbeiðsgevararnar, og vit høvdu ikki styrkina við at øll feløgini kundu fara í verkfall samstundis, sigur Eli Brimsvík, sum eisini er næstformaður í tí eina megin­felagnum Landsfelag Handverkaranna. Øll kunnu vinna Bæði meginfeløgini hjá hand­verkarunum vóru í sam­ráðingunum, sum end­ aðu við eini semju, sum flutti sam­ráðingarnar hjá hand­ verk­arunum frá 1. oktober til 1. mai, tá arbeiðarafeløgini sam­ráðast. Afturfyri skuldi handverkararnir royna at samskipa øll tíma­lønt á privata arbeiðs­mark­nað­ inum. – Vit hava bundið okk­ um til at gera eitt felags sam­ráðingartoymi fyri øll tímalønt á privata arbeiðs­ marknaðinum fyri 1. januar 2016, sigur Eli Brimsvík. Ein av kamelunum er, hvussu stórur munurin skal verða á lønini millum handverkarar og arbeiðarar – faklærd og ófaklærd. – Mín hugsan er, at mun­ urin millum faklærd og ófak­lærd eigur at vaksa. Ein loysn á tí spurninginum má liggja greið, áðrenn ar­ beiðarfeløgini og hand­verk­ ararnir kunnu fara til felags samráðingar. – Tað sum vit vinna, um vit megna at fara til samráðingar saman er, at øll fáa meiri í lønarposan. Sjálvt um munurin millum faklærd og ófaklærd økist, so fáa øll meiri enn um vit stóðu hvør sær, heldur Eli Brimsvík. Ætlanin er, at feløgini sam­ráða seg til ein fe­lags lønarkarm, og at hand­verk­ arar og arbeiðarar so hvør sær samráða seg fram til, hvussu karmurin verður latin í teimum einstøku fel­ øgunum. Munur kann vera á, hvussu lønarhækkingarnar verða skiftar millum reina lønarhækking og ymisk onnur gjøld og viðbøtur. Og pensjónsspurningurin er held­ur ikki loystur enn. Ongin samanlegging Avbjóðingin er stór hjá teim­ um tímaløntu, tí so nógv feløg eru, sum skulu sam­ an­sjóðast. Í fyrsta lagi eru hand­verkararnir skipaðir í tvey meginfeløg – Føroya Handverkarafelag og Lands­ felag Handverkaranna. Or­ søkin er ein ósemja í 90-un­ um. Í øðrum lagi eru ar­beið­ arafeløgini heldur ikki skipað í eitt meginfelag. Føroya Ar­beiðarafelag umboðar meiri enn 30 arbeiðarafeløg kring landið, men tey stóru arbeiðsmanna- og kvinnu­ feløgini í Havn og Klaksvík eru ikki við í Føroya Ar­beið­ arafelag. Føroya Handverkarafelag umboðar seks lokalfeløg og Landsfelag Handverkaranna umboðar fimm lokalfeløg. Í limum umboðar Landsfelag Handverkaranna eini 60 pro­ sent av øllum hand­verkarum í landinum. Í alt eru millum 2500 og 3000 handverkarar í Føroyum. Her uppi í eru einir 300, sum arbeiða uttan­ lands. Eli Brimsvík væntar ikki, at bæði meginfeløgini hjá handverkarunum megna at ganga undan, so tey enda sum eitt felag fyri 1. januar 2016. – Eg vildi ynskt eg kundi svara jú, men tað er ikki realistiskt at vænta, at tað verður eitt handverkarafelag, sum fer til samráðingar næstu ferð, heldur Eli Brims­ vík. Hann heldur tað verða sera trupult at loysa tann knútin, eitt nú tí øll lokal­ feløgini eiga egnar ognir og hava sínar egnu nevndir. – Tað er ikki bara-bara, men vit mugu eisini taka í egnan barm og viðganga, at vit áttu at klára at savna øll lokalfeløgini undir sama meginfelag. Vit halda okkum hava roynt, men tað vísir seg at vera striltið. Men ætlanin er kortini at gera eitt felags sam­ráð­ing­ artoymi til næstu sam­ráð­ ingar. – Vit hava verið tvey megin­feløg og tað hevur gingið, tí vit hava verið samdir áðrenn samráðingarnar. So er at vóna at vit – hand­verk­ arar og arbeiðarar – eisini kunnu semjast áðrenn næstu samráðingar, sigur Eli Brims­ vík. – Sjálvt um munurin millum faklærd og ófaklærd økist, so fáa øll meiri í lønarposan um vit standa saman, heldur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag