Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. desember 2014 · Nr. 137 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fakfelagssamstarv Manningarfeløgini: Neyvan felags samráðingar hesaferð Ætlanin at savna fleiri fakfeløg til felags samráðingar tykist nú ivasom hjá manningarfeløgunum, sum neyvan hesaferð leggja út við felags samráðingum Øssur Winthereig - PRESS Fiskimannafelagið hevur nak­rar ferðir samráðst sam­ an við Skipara- og Naviga­tør­ felagnum og Maskin­meist­ ara­felagnum um sátt­málar fyri farmaskip og fiski­skip. – Áhugamálini eru ikki altíð tey somu, men við plaga at royna at samskipa krøvini áðrenn samráðingarnar, sig­ ur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag. Men hesaferð sær støðan eitt sindur øðrvísi út. Samráðingar um nýggjan sáttmála millum tey trý mann­ingafeløgini og reið­ara­ feløgini standa fyri framman, men hesaferð er ivasamt um tey trý feløgini fara til felags samráðingar. – Enn hava vit ikki tikið nakra avgerð og eingin fund­ ur hevur verið millum fel­ øgini um tað, sigur Jan Høj­ gaard. Egnar fyrireikingar Jan Højgaard sigur seg kort­ ini samstundis frøast um, at Handverkarafeløgini nú ætla at samráðast saman við hinum tímaløntu. – At fleiri feløg standa sam­an, kann bara styrkja okk­um, sigur fiski­manna­ felagsformaður, sum tó ásann­ar, at munur er á teim­ um ymsu feløgunum. Fiskimannafelagið sigur seg hava fleiri krøv, sum ikki eru aktuell fyri hini feløgini. Jan Højgaard nevnir sum dømi kravið um oljuklæði til mennirnar á dekkinum. – Tað hava høgt løntu menn­irnir á brúnni ikki brúk fyri, sigur Jan Højgaard. Í maskinmeistarafelag­ num fyrireikar nevndin seg til fyrstu samráðingarfundirnar og Páll Hansen, formaður í Føroya Maskinmeistarafelag sigur, at felags samráðingar kanska vera seinni í sam­ ráðingargongdini: – Vit fara ikki saman til samráðingar hesaferð. Men tá krøvini eru komin á borðið kann vera, at vit spaku­liga koma fram til, hvørji felagskrøv vit hava. So felags samráðingar verða kanska seinni, sigur Páll Hansen, formaður í Føroya Maskinmeistararfelag. Ongan lønarkarm Samráðingarnar við reið­ ar­arnar kunnu ikki á sama hátt, sum hjá tímaløntum, snúgva seg um ein prosent- lønarkarm. Hjá fiskiskipum er lønarkarmurin fyrst og fremst tann peningur sum fellur til manningina eft­ir býtisprosentinum og spurn­ ingurin um frítíð. Ein ávísur prosentpartur av veiði­ virðinum fellur til mann­ ingina. Kortini heldur Jan Høj­ gaard, at tað eigur at bera til at samráðast saman um onkur yvirskipað viðurskifti. Fiskimannafelagið ynskir, at til ber at gera okkurt slag av fastlønar sáttmála umborð á skipunum. Antin okkurt slag av mánaðarløn ella dagsløn. – Vit kundu hugsa okkum eina hægri minstuløn, og tá høvdu vit eisini kunnu tosað um lønarkarm, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag. Eitt av smáu fakfeløgunum er Grafiska Yrkisfelagið. Fe­lag­ið er limur í Landsfelag Hand­ verkaranna og hev­ur sam­ ráðst saman við teim­um. – Lønarviðurskiftini liggja føst, tá vit seta okkum við sam­ráðingarborðið, men onkur onnur viðurskifti eru, sum vit kunnu samráðast um. Tað veri seg frídagar, trygging og penjsón, men tað er nakað, sum er komið yvir eitt langt tíðarskeið, sigur Durið Eyðbjørnsdóttir, forkvinna í Grafiska Yrkis­ felagnum. Grafiska Yrkisfelagið er gamla Føroya Prentarafelag. Felagið hevur í dag umleið 30 limir, har teir báðir stóru bólk­arnir eru grafiskir miðla­tøkningar og grafiskir tøkn­ingar. – Vit blivu so veik einsa­ møll, so vit hava brúkt Lands­felag Hand­verk­ar­ anna at styrkja okkum, og tað hevur gjørt góðan mun, sigur Durið Eyðbjørnsdóttir. Kortini staðfestir hon, at seinastu tvey sátt­mála­skeið­ ini hevur tað ikki eydn­ast at gjørt nakað við teirra lønir Hon sigur, at felagið eisini hevur fyrimunir at vera við í eftirlønarskipanini hjá Landsfelag Hand­verkar­ anna. Felagið var við í semjuni, sum bæði meginfeløgini hjá handverkarunum gjørdu í summar. Men teirra sam­ráð­ ingar við arbeiðs­gevararnar liggja 1. mai í ólíka ári, so tá standa tey rættuliga einsa­ møll. – Vit vóna, at vit 1. mai næsta ár kunnu semjast við okkara arbeiðagevarar um ein eitt ára sáttmála, so vit aftur koma at ganga í takt við hini tímaløntu feløg­ini, sigur Durið Eyð­ bjørnsdóttir. Grafiska Yrkisfelagið: Lønina kunnu vit einki gera við – Vit blivu so veik einsamøll, so vit hava brúkt Landsfelag Handverkaranna at styrkja okkum, og tað hevur gjørt góðan mun, sigur Durið Eyðbjørnsdóttir, forkvinna í Grafiska Yrkisfelagnum - Áhugamálini eru ikki altíð tey somu, men við plaga at royna at samskipa krøvini áðrenn samráðingarnar, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.