mánadagur 1. desember 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 1. desember 2014 · Nr. 137
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fakfelagssamstarv
ðveita sjálvræði
sum
seta
dagsskránna,
og
hvørt
limafelag
hev
ur vetorætt. Kortini hava
feløgini í Samtaki megn
að at staðið saman í sátt
málasamráðingunum,
síð
ani
felagsskapurin
varð
stovnaður.
Soleiðis
haldi
eg, at tað skal blíva við at
vera, og eg haldi eisini, at
tað er umráðandi, at tað
verður hvør sítt fakfelags
samstarv
á
ávikavist
tí
privata og tí almenna ar
beiðsmarknaðinum,
sigur
Hans Joensen.
Vildi samstarv
Tó at hann bæði er ivasamur
um samanleggingar og eitt
føroyskt LO, so vissar Hans
Joensen um, at hann er íðin
fortalari fyri felags sam
ráðingum og tøttum sam
starvi millum feløgini.
– Tað hevur verið mítt
mál, líka síðani eg í 1997 varð
valdur í nevndina í Havn
ar Arbeiðsmannafelag. Tá
tær
fyrstu
sáttmálasam
ráðingarnar vóru eftir tað,
undraði tað meg almikið, at
vit ikki samráddust saman.
Vit og feløgini úr Klaksvík
sótu á Hafnia, meðan Føroya
Arbeiðarafelag og Havnar
Arbeiðskvinnufelag sótu á
Hotel Føroyum. Eg helt tað
vera hol í høvdið.
- Tá eg so sjálvur gjørdist
formaður í felagnum í 2003,
hugsaði eg, at tað skuldi so
ikki liggja á mær, at eg ikki
royndi samstarv. Eg kallaði
so øll arbeiðarafeløgini til
fundar, og á tí fundinum
var hundrað prosent semja
um, at vit skuldu samráðast
saman, og at vit skuldu
skipa okkum saman í okkurt
formligt samstarv, sum kundi
mótviga Vinnuhúsinum hjá
arbeiðsgevarunum.
Seinni
hevði Sonja Jógvansdóttir
frætt um fundin, og hon
ringdi so og bjóðaði seg
fram. Hetta var upprunin
til Samtak. Tá vóru tað bara
vit og Føroya Arbeiðarafelag,
og seinni komu so fyrst
Fiskimannafelagið og síðani
feløgini í Klaksvík upp í,
greiðir formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag frá.
Rudda heima fyrst
Í Vinnublaðnum hjá Sosial
inum seinasta mánadag tók
Georg F. Hansen, formaður í
Føroya Arbeiðarafelag undir
við
Sonju
Jógvansdóttir,
samskipara í Samtaki, um at
tað eru alt ov nógv fakfeløg
á føroyska arbeiðsmarkn
aðinum, men hann heldur
tó ikki, at trupulleikin er
so stórur á privata arbeiðs
marknaðinum, at hann er
nøkur forðing fyri felags
sáttmálasamráðingum.
– Vit eru ikki so nógv
feløg
á
privata
arbeiðs
marknaðinum, at tað bilar,
men fimm av teimum eru
arbeiðarafeløg. Tað eigur at
bera til at leggja tey saman,
men tað verður ikki gjørt
eftir hvørki einum degi ella
einum ári. Vit mugu eisini
fyrst rudda upp hjá okkum
sjálvum, áðrenn vit fara at
tosa um at leggja saman við
onnur meginfeløg, tí sum er,
eru ikki færri enn 35 lima
feløg í Føroya Arbeiðara
felag. Vit mugu fyrst fáa tað
talið munandi niður – eini
fimm hevði verið hóskandi –
áðrenn vit bjóða okkum fram
at leggja saman við øðrum,
sigur Georg F. Hansen.
Vaksandi undirtøka
Fyri fáum vikum síðani var
evnið á dagsskrá á árliga
limafelagsfundinum hjá Før
oya Arbeiðarafelag.
– Eg kann staðfesta, at
nógv eru fyri at leggja lokal
feløg saman, og at talið av
teimum, sum eru fyri, økist
ár undan ári, so eg vænti,
at tað skjótt fer at bragda.
Vit síggja eisini gongdina í
øðrum londum. Danska NNF,
sum vit samstarva tætt við,
er nú sett saman av bara
fimm regionalum feløgum.
Tá tey kunnu vera so fá, so
kunnu vit sjálvsagt eisini.
– Tó kann okkara bygnaður
ikki heilt samanberast við
tann danska, tí søgan aftan
fyri feløgini er so ymisk.
Vit hava so nógv feløg, tí
samferðsluviðurskiftini og
samskiftið var so vánaligt, tá
fakfelagsrørslan tók seg upp
í Føroyum. Tí var tað neyðugt
við einum lokalum fakfelag
nærum í hvørjari bygd, sigur
Georg F. Hansen.
Tá tað kemur til tættari
samstarv
millum
megin
feløgini serliga við atliti til
felags samráðingar, er hann
samdur við Hans Joensen
um, at samstørvini á privata
og almenna arbeiðsmark
naðinum skulu vera atskild.
Limatalið minkar
Eisini tey bæði feløgini í
Klaksvík vilja varðveita sítt
sjálvræði í einum tættari
samstarvi millum feløgini
á privata arbeiðsmarknað
inum. Men meðan Arthur
Guðjónsson,
formaður
í
Klaksvíkar Arbeiðsmanna
felag, ikki sær nakra orsøk til
samanleggingar í stórum stíli,
so heldur Jastrid W. Niclasen,
forkvinna í Klaksvíkar Ar
beiðskvinnufelag, at gongdin
fer at verða tann vegin.
– Ja, tað rokni eg við. Lima
talið bara minkar hjá øllum
feløgunum, og tí verður
tað náttúrligt, at tey fara at
leggja saman. Men eg vænti
tó ongar beinleiðis sam
anleggingar tey fyrstu árini,
og fyri okkara viðkomandi
er tað heldur ongin orsøk at
skrumbla nakra samanlegg
ing ígjøgnum, sigur Jastrid
W. Niclasen.
Hon heldur sítt egna felag
standa sterkari, tí tað er við
í Samtaki, og heldur, at eitt
breiðari samstarv, har øll
arbeiðarafeløgini og hand
verkarafeløgini eru við, bara
kann gera tey øll somul enn
sterkari. Men um samstarvið
skal gerast so bindandi, at
tað verður eitt LO, ivast hon
tó í.
– Aftur her kann nógv
broytast við árunum, men
fyribils haldi eg, at vit
skulu halda fast í tann sam
starvsleistin, sum vit hava í
Samtaki, har hvørt einstakt
felag hevur sjálvstøðugan
avgerðarrætt, so at feløgini
mugu vera samd um felags
útspøl, sigur Jastrid W. Nicla
sen.
Nóg gott sum er
Arthur Guðjónsson heldur,
at feløgini hava tað fínt, sum
tey síggja út nú, men hevur
onki ímóti einum breiðari
samstarvi í sambandi við sátt
málasamráðingarnar, soleiðis
at øll arbeiðarafeløgini og
handverkararnir samráðast
saman.
– Men bæði í Samtaki í
verandi líki og við einum
breiðari samstarvi skal tað
vera soleiðis, at tað eru for
menninir, sum ráða. Fæst
eitt slíkt samstarv at rigga,
so er tað fínt, men tað er
ikki vist, at tað endiliga skal
enda við einum LO, sigur
formaðurin í Klaksvíkar Ar
beiðsmannafelag.
Arthur Guðjónsson, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, heldur onga
orsøk vera til at leggja fakfeløg saman. Hann hevur tó onki ímóti at starva
saman um sáttmálasamráðingar. - Men bæði í Samtak í verandi líki og við einum
breiðari samstarvi skal tað vera soleiðis, at tað eru formenninir, sum ráða
Jastrid W. Niclasen,
forkvinna í Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag, sær fyri
sær, at talið av fakfeløgum á
privata arbeiðsmarknaðinum
fer at minka, sum frá líður. –
Limatalið bara minkar hjá øllum
feløgunum, og tí verður tað
náttúrligt, at tey fara at leggja
saman. Men eg vænti tó ongar
beinleiðis samanleggingar
tey fyrstu árini, sigur hon
Tá Hans Joensen bleiv formaður
í Havnar Arbeiðsmannafelag
í 2003, kallaði hann hini
arbeiðarafeløgini til fundar um
felags samráðingar. Men talan
var als ikki um eitt spildurnýtt
hugskot. - Tað hevur verið mítt
mál, líka síðani eg í 1997 varð
valdur í nevndina í Havnar
Arbeiðsmannafelag, sigur hann.
SAMTAK
Stigið varð tikið í 2006, og Samtak varð formliga
stovnað í 2007 av Føroya Arbeiðarafelag og Havnar
Arbeiðsmannafelag við Sonju Jógvansdóttir sum
samskipara. Seinni komu fyrst Føroya Fiskimannafelag
og síðani Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag upp í. Arbeiðarafeløgini í Samtak
hava saman samráðst um sáttmálar teirra á privata
arbeiðsmarknaðinum og hava í hesum sambandi eisini
samstarva tætt við Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum ikki
er partur av Samtaki.
Feløgini í Samtak telja til samans umleið 6800 limir,
harav teir 5800 eru í arbeiðarafeløgunum:
Føroya Arbeiðarafelag, 4500 limir.
Havnar Arbeiðsmannafelag, 800 limir.
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, 250 limir.
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, 250 limir.
Føroya Fiskimannafelag, 1000 limir.
Havnar Arbeiðskvinnufelag við sínum umleið 400
limum er við í fakfelagssamstarvi á almenna arbeiðs
marknaðinum.