Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. desember 2014 · Nr. 137 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fakfelagssamstarv Feløg vilja varð Samstarv um sáttmálasamráðingar er ynskiligt, men arbeiðarafeløgini eru nógv meira ivasom, tá tað snýr seg um samanleggingar ella at fara í meira bindandi felagsskapir sum til dømis eitt føroyskt LO. Útlit eru tó fyri, at Havnar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag kunnu leggja saman rættiliga skjótt. Ingolf S. Olsen - PRESS Tað verður ikki í bræði, at tey seks arbeiðarafeløgini í Før­oyum verða eitt felag. Til tess er hugurin til sam­ an­legging enn ov lítil, men øll eru tey samd um, at tætt­ ari samstarv um sáttmála­ sam­ráðingar, tað er felags sáttmálasamráðingar, hevði verið eitt týdningarmikið fram­stig fyri øll feløgini og tess limir, og at tað eisini hevði gjørt tey sterkari – bæði saman og hvør sær. Hans Joensen er formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, sum við sínum umleið 800 limum er næststørsta ar­ beiðarafelagið í Føroyum og eitt av fimm feløgum í Samtaki. Og hann heldur ikki, at talið av feløgum á privata arbeiðsmarknaðinum er tann stóri trupulleikin. – Nú hevur samskiparin í Samtaki alment funnist at, at tað eru umleið 55 fak­ feløg á føroyska arbeiðs­ marknaðinum, og at tað hevði verið best, um tað bara vóru 10. Men her er vert at hava í huga, at yvirflóðin av feløgum serliga er á almenna a r­b e i ð s m a r k n a ð i n u m . Umframt onkur smá yrkis­ lærd feløg og manningar­ fe­løgini eru tvey hand­ verk­ara­feløg og fimm ar­beið­ara­feløg á privata ar­beiðs­marknaðinum. Tað í sær sjálvum eigur ikki at vera nøkur forðing fyri sterk­ um saman­haldi og felags sam­ráðingum, sigur Hans Joen­sen. Søga og ognir Hann dugir illa at ímynda sær eina beinleiðis samanlegging av øllum feløgunum í bræði, og ásannar, at søgan og ogn­ irnar hjá feløgunum eru ein orsøk til tað. – Fleiri av feløgunum eiga bæði fitt av pengum og ognir, og tað er náttúrligt, at hesi ynskir man at varð­ veita ræðið á. Hetta eru jú ognir, sum limirnir í fleiri ættarlið hava bygt upp, og sum skal koma teimum til góða. Tí vil tað vera ein sera lang prosess at fremja eina regulera samanlegging av øllum feløgunum, soleiðis at øll halda seg fáa fyrimun av tí. Einaferð langt frammi í tíðini vænti eg tó, at tað bara verður eitt arbeiðarafelag í Føroyum, sigur Hans Joen­ sen. Hann væntar tó, at hans­ ara egna felag og Havnar Arbeiðskvinnufelag kunnu finna út av at kasta saman rættiliga skjótt. – Vit hava prátað um tað, og eg haldi, at eg kann siga, at stórur áhugi er í báðum feløgunum fyri einari sam­an­ legging. Um vit vilja, kunnu vit helst verða eitt felag so skjótt sum innan eitt hálvt ár, men tað kann eisini taka fimm ár – tað er ongin orsøk at skunda nakað ígjøgnum, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag. Samstarv riggar Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, váttar, at feløgini hava prátað saman um samanlegging, men hon er varin við at tosa um ítøkiligar ætlanir. – Hetta er ikki nakað, vit av álvara hava viðgjørt innanhýsis í felagnum, so enn hevur talan bert verið um leyst prát millum feløgini bæði, sigur hon. Eisini Vigdis Johannesen heldur, at felags samráð­ing­ ar á privata arbeiðs­mark­ naðinum er eitt gott hugskot. Stórur partur av hennara limum arbeiðir tó hjá tí al­ menna ella í kommunum. – Men júst innan tað al­ menna hava feløgini sam­ starvað og samráðst sam­an, og tað hevur riggað hampu­ liga væl. So hví skal tað ikki eisini rigga at savna tey privatu feløgini, spyr hon, men leggur tó dent á, at hon ikki hevur nakra greiða støðu til, um eitt tættari samstarv millum fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum skal enda við, at feløgini eis­ini formliga skipa seg í ein­um bindandi samstarvi, sum líkist LO í hinum Norður­ lond­unum. – Handan spurningin hava vit als ikki viðgjørt í felag­num, sigur forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag. Nei til LO Hans Joensen hevur hinvegin eina greiða støðu til tann spurningin. – Tað sigi eg nei til, um ætlanin við einum LO er, at ein slíkur felagsskapur skal yvirtaka mandatið frá lima­ feløgunum, tá tað snýr seg um sáttmálar og sáttmála­ sam­ráðingar. Eitt tætt sam­ starv er ivaleysa gott. – Vit eru fýra arbeiðara­ feløg í Samtaki, sum er, og kunnu sagtans víðka skar­ an við handverkara­fe­løg­ unum og Havnar Arbeiðs­ kvinnufelag. Men í Samtaki eru tað formenninir, sum í felag og í semju mugu finna stevið. Innan teir karmarnar hevur sam­skip­arin sjálvsagt víðar ræsur og skal ikki biðja um loyvi til hvørt smáting. Men tá stórar avgerðir skulu takast, eru tað formenninir, Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, hevði ynskt, at tað vóru færri fakfeløg. - Men vit mugu fyrst rudda upp hjá okkum sjálvum, áðrenn vit fara at tosa um at leggja saman við onnur meginfeløg, tí sum er, eru ikki færri enn 35 limafeløg í Føroya Arbeiðarafelag, sigur hann Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, váttar, at tey hava prátað við Havnar Arbeiðsmannafelag um møguliga samanlegging, men enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um tann møguleikan. - Hetta er ikki nakað, vit av álvara hava viðgjørt innanhýsis í felagnum, so enn hevur talan bert verið um leyst prát millum feløgini bæði, sigur hon