mánadagur 1. desember 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 1. desember 2014 · Nr. 137
undir fýra eygum
Víðagitin orkestur
liggja framvið
Á listanum yvir tey, ið
Tróndur hevur skrivað verk
til eru Aldubáran, DR Under
holdningsorkester,
Føroya
Symfoniorkestur, Reykjavik
Wind Ensemple og Copen
hagen Phil. Hann hevur
eisini skipað fyri verkum
fyri eitt nú Teit, Tina Dickow,
Eivør og Budam. Í ár hevur
Tróndur arbeitt við Dánjal,
Kristel Lisberg og Mike
Viderø, og so hevur hann
eisini framleitt fløguna hjá
Eivør, ið kemur á marknaðin
komandi ár. Umframt hetta
hevur hann fingið fleiri
bílegginar til verk, ið hann
skal tónseta í næstum, og
millum hesar bíleggingar
er ein soloviolinkonsert til
konsertmeistaran í Føroya
Symfoniorkestur,
Sámal
Petersen. Men hvat krevst
fyri at megna tilveruna sum
yrkistónaskald? Hvat hevur
Tróndur, sum onnur tóna
skald ikki hava?
Róliga og
treiska lyndið
Meðan Tróndur situr og eyg
leiðir útsýnið yvir rokaliga
huglagið á Amagerbro, tykist
hann róligur og umhugsin.
Og Tróndur lýsir seg sjálvan
júst sum ein róligan og tó
treiskan persón, hóast tað
er torført at bera eyga við
hendan morgunin. Og so er
hann eisini avgjørdur, tí tað
kundi tað ikki komið honum
til hugs at gera nakað, hann
ikki hevur hug til
– Eg geri ikki neyðsemjur,
tá tað umræður mín tónleik,
men júst mín treiskleiki og
mítt róliga lyndi kann eisini
vera mín veikleiki í einari
vinnu, har nógv kapping er.
Tá hann júst var byrjaður
á konservatoriinum, hevði
hann eisini trupult at taka
móti kritikki frá lærarunum.
Men
hann
lærdi
skjótt,
hvussu hann skuldi taka
handfara
kritikk,
sum
kanska ikki hóvaði honum.
– Tað kendist, eins og var
tað eitt persónligt álop. Eg
kundi gerast illur og læsa
meg fastan, men eg lærdi
skjótt, hvussu umráðandi
tað er at trúgva uppá egnar
verkætlanir og samstundis
vera opin fyri meiningunum
hjá øðrum. Í roynd og veru er
ein meining bert ein meining,
sigur Tróndur. Hann ber eis
ini fram, hvussu neyðugt tað
er at duga at miðsavna seg.
– Tað er ómetaliga umráð
andi atmiðsavna seg um tær
verkætlaninar, mann hevur
játtað í hesari vinnuni, og
tað haldi eg, at eg dugi. Men
eg elski jú mítt arbeiði, sigur
Tróndur
Alskur til sítt arbeiði er
eitt gott byrjanarstøði, tá
mann er 38-ára gamal og
hevur nógv ár fyri framman
sum
tónaskald.
Gongur
eins væl og hjá fyrimyndini
Stravinsky,
tónsetur
Tróndur Bogason tónleik til
hann er 88 ára gamal. Hann er
tó longu væl ávegis at skriva
seg í føroysku søgubøkur
nar sum eitt hitt fremsta og
fjølgávaða føroyska tóna
skaldið nakrantíð.
Hvørja starvsleið hevði tú valt, um tú ikki gjørdist tónaskald?
– Kann als ikki ímynda mær tað!
Hvat heldur tú um jólini í dagsins samfelag?
– Jólastemningur er als ikki so galin. Serliga tá børn eru við í leikinum. At tað
verður so uppgeilað út um øll mørk, og fólk fáa stongd og hvat veit eg… tað royni
eg bara at síggja burtur frá sum fragast.
Hóast
Tróndur
Boga
son er eitt kappingar
menniskjað,
er
hann
ikki harmur um, at hann
tríggjar ferðir hevur verið
millum teir tilnevndu í
tónleikavirðisløn Norður
landsráðsins
uttan
at
vinna. Í oktobur varð
hann nevniliga tilnevnd
ur á triðja sinni fyri
verkið ´Barbara´, men
hesuferð
vann
Simon
Steen-Andersen.
Hetta
nívir ikki Trónd.
–
Tónleikavirðisløn
Norðurlandsráðsins
er
størsta kappingingin fyri
tónaskald í Norðurlond
um, og eg vil sjálvandi
vinna hana hvørja ferð.
Men eg eri øgiliga glaður
fyri mítt lív og mítt ar
beiði. Ein virðisløn skal
ikki avgera, hvussu eg
havi tað í mínum ger
andisdegi, so tí síggi eg
tilnevningarnar sum eina
viðurkenning.
marita@sosialurin.fo
Tað er ok,
at eg ikki vinni
UM Trónd
38-ára gamla tónaskaldið, Tróndur
Bogason, er føddur og uppvaksin í
Tórshavn, og hann er sonur Bergtóru
Hanusardóttir og Boga Hansen. Seinastu
16 árini hevur Tróndur Bogason búð
í Keypmannahavn, har hevur hann nomið sær
útbúgving innan tónsetingarlist á tónlistarliga
háskúlanum í Keypmannahavn. Tróndur Bogason er
fríyrkis tónaskald og framleiðari, eins og hann er
giftur við songkvinnuni Eivør Pálsdóttir.
– Mær dámar ótrúliga
væl at gera av sjálvur,
hvørjar uppgávur eg átaki
mær, og mær dámar væl,
at eg ikki eri so bundin
Myndir: Marita á Rógvi