mánadagur 1. desember 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. desember 2014 · Nr. 137
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
undir fýra eygum
Marita á Rógvi
Tað er tíðliga á morgni. Í
einum
søguliga
myrkum
novembur mánaða, vísur
sólin sítt óvanliga andlit
hendan kalda morgunin í
Keypmannahavn. Ein kvinna
á gøtuni turkar svønin úr
eygunum,
meðan
onnur
geispa hjartaliga, samstundis
sum tey hála kroppin eftir
gøtuni. Ja, tað er tíðliga, men
á Amagerbrogade er Tróndur
Bogason tó á fótum við
einum caffe latte í hondini.
– Tað er eitt sindur
óruddiligt, sigur Tróndur
grínandi og sipar til ljóðførini
og nótarnar, sum prýða stov
una hjá tveimum av før
oya fremstu tónleikarum
– Tróndi og Eivør. Tróndur
er eitt umbiðið tónaskald og
framleiðari, ið hevur nógv
um at vera.
– Vit eru júst liðug at
framleiða nýggju fløguna
hjá Eivør, so í løtuni havi eg
frí. Tó skulu trý verk skrivast
í næstum, sigur Tróndur.
Hóast Tróndur altíð hevur
havt nøs fyri at tónseta tón
leik, skaraði hann sum yngri
eisini framúr í øðrum grein
um.
Í tvístøðu millum
tónleik og hondbólt
Tróndur sleit barnaskógvar
sínar í Nonnuskúlanum, og
longu í øðrum flokki skrivaði
hann sítt fyrsta verk.
– Tað var nakað ræðuligt
»bras«, men longu tá hevði
eg áhugan at skriva tónleik,
sigur hann brosandi.
Heima við hús floymdi
klassiskur
tónleikur
eis
ini rúmini, og tí var nær
liggjandi, at Tróndur fekk
frálæru í klassiskum tón
leiki – bæði klaver og violin.
Hóast honum dámdi væl
at spæla og skriva tónleik,
fylti ítrótturin mest í barna
árunum, eins og hjá hinum
børnunum.
– Mær dámdi ótrúliga væl
ítrótt, og eg spældi bæði fót
bólt, flogbólt og hondbólt.
Ítrótturin kom í fremstu røð,
men tað haldi eg er øgiliga
vanligt hjá børnum og ung
dóminum. Eg var mitt í
tveimum heimum.
Tess eldri Tróndur gjørd
ist, tess meira byrjaði tón
leikurin
at
fylla.
Útyvir
alskin til klassiska tónleikin,
var hann eisini limur í eitt
nú í rapp-bólkinum MC-
hár, og eftir loknan lestur
í Hoydølum, flutti hann til
Danmarkar at lesa tónleik
á universitetinum í Keyp
mannahavn. Í Keypmanna
havn byrjaði hann at skriva
tónleik til útisetakóri Mpiri,
sum hann eisini var ein
partur av. Og samtundis
sum hann las tónleik, spældi
hann
eisini
hondbólt
í
Rødovre Hondbåldklub, ið
var í bestu hondbóltsdeildini
í Danmark um hetta mundið.
Vælvaksni havnarmaðurin
royndist eisini væl á einum
hondbóltsvølli sum bakspæl
ari – stórur og sterkur, eins
og hann eisini var væl fyri
taktiskt og tekniskt.
– Eg spældi í bestu deild
ini í Danmarkí eitt ár, áðrenn
eg varnaðist, at eg heldur
vildi spæla hondbólt á lægri
støði og hinvegin nýta tíðina
til tónleikin. Eg kundi ikki
geva meg 100% til bæði, og
eg brendi meira fyri tónleik
inum, sigur Tróndur.
Lívið sum frí
yrkistónaskald
Í 1999 skifti Tróndur lesn
aðin á universitetinum út
við konservatoriið í Keyp
mannahavn – hann vildi lesa
tónasmið, og í 2007 varð hann
liðugur við yvirbygnaðin
í tónsetingarlist. Hann og
Sunleif Rasmussen eru ein
astu føroyingar, ið hava
nomið sær hesa útbúgving.
Eftir loknan lestur hevur
Tróndur arbeitt sum frí
yrkistónaskald og fríyrkis
framleiðari, og síðan 1999
hevur hann skrivað umleið
50 verk, sum serliga bólkar
og solistar bíleggja. Hann
framleiðir eisini fløgur fyri
serliga føroyskar bólkar. At
arbeiða út frá bíleggingum
er ein arbeiðsháttur, Trónda
dámar væl.
– Mær dámar ótrúliga væl
at gera av sjálvur, hvørjar
uppgávur eg átaki mær, og
mær dámar væl, at eg ikki eri
so bundin. Eg fái oftast bert
at vita, hvussu nógv ljóðføri
skulu vera við í verkinum, og
síðani avgeri eg púra sjálvur,
hvussu verkið skal ljóða.
Fríyrkisvinnan er knýtt
at einari ávísari óvissu og
óstøðugleika, sum ein ikki
á sama hátt hevur í føstum
starvi. Men Tróndur kundi
ikki ímyndað sær ein øðrvísi
arbeiðshátt, tí hann hevur
nærum ikki roynt annað.
– Eg havi tvær ferðir verið
í føstum starvi – eitt hálvt ár
sum studentaskúlalærari og
eitt hálvt ár sum postmaður,
sigur hann grínandi. Hann
heldur áfram.
– Tað liggur ikki til mín
at arbeiða fastar tíðir, og tað
havi eg í roynd og veru ikki
hug til.
Fjølgávaða
tóna
skaldið
Hvat heldur tú um grindadráp?
– Eg eri hvørki fyri ella ímóti. Tað hevði ikki gjørt mær nakað,
um tað steðgaði. Men hinvegin haldi eg meg ikki hava sæð
serliga góðar grundgevingar móti tí heldur – uttan dálkingin,
men hon má setast upp móti fría viljanum. Og eg sigi ikki nei,
um tað verður boðið mær.
Hvør er tín størsta tónlistarliga uppliving?
– Le Sacre hjá Stravinsky.
Hann dugir at skriva tónleik sum fáur, og í ár varð hann tilnevndur á triðja sinni til
Norðurlandaráðsins tónleikavirðisløn. Hann dugir eisini at framleiða fløgur, syngja,
spæla klaver, og so dugdi hann alt á einum hondbóltsvølli, tá hann spældi hondbólt
í bestu hondbóltsdeildini í Danmørk. Vanliga verður Tróndur Bogason settur í
samband við tónaskaldskap, men í roynd og veru er hann óvanliga fjølgávaður