Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 1. desember 2014 · Nr. 137 ítróttur fótbóltur kappingarárið 2015 Fótbólturin fer á rull 1. mars, og síðsta umfar verður leygardagin 3. oktober ella undan tveimum teimum seinastu EM undankappingardystunum Fjallið fær frið fyri fótbóltinum Jóannes Hansen Fríggjakvøldið vóru nevndin og umsitingin í Fót­bólts­sam­ bandinum og for­menninir í fótbóltsfeløg­unum saman. Millum málini, sum vóru frammi, var landskappingin í 2015. FSF hevur lagt dystar­ dagar­nar fyri nakað síðani, og fríggjakvøldið varð leik­ skráin fyri øll 27 umførini løgd fyri feløgini. At talan er um eitt uppskot, sum skal snarast og vendast, áðrenn talan verður um fullfíggjaða leik­skrá, er einki at ivast í. Fyrsta umfar verður sunnu­dagin 1. mars. Farna kapp­ingarár var fyrsta um­ far 15. og 16. mars. Skráin fyri fyrsta umfar í nýggja kappingarárinum er henda: B36-Víkingur, NSÍ- EB/Streymur, AB-TB, ÍF-HB og KÍ-FC Suðuroy. Síðsta umfar undan summar­steðginum er sett at vera fríggjadagin 26. juni, og fyrsta umfar eftir summar­ steðgin er sett at vera mána­ dagin 27. juli. Hetta umfarið er ólavsøkuumfarið, sum sein­astu árini hevur verið av­greitt tríggjar ella fýra dagar. Soleiðis verður tað iva­leyst eisini í 2015, og tað er heilt víst, at broytingar fara at verða gjørdar í upp­ skot­inum. Har sæst, at tað verður spælt soleiðis á ólav­ søku: B36-ÍF, NSÍ-AB, EB/ Streymur-KÍ, Víkingur-TB og FC Suðuroy-HB. Í fjør spældi AB á heima­ vølli ímóti EB/Streymi 27. juli (2-2), ólavsøkuaftan hevði HB vitjan av B68 (6-0), og ólavsøkudag var spennandi og tøtt uppgerð millum B36 og KÍ (2-1). Sjálvandi fara bæði AB og HB at spæla í høvuðs­staðnum á ólavsøku í 2015. Fjall og slakt fáa frið Í heyst varð nógv prátað um, at tað vóru fleiri steðgir í lands­kappingini. Orsaka av steypafinalu og landsdysti var steðgur frá 24. august og fram til 14. september, og orsaka av landsliðnum var aftur steðgur frá 5. oktober og fram til 19. oktober. Tá ið kvøldini gerast myrk og long, og lítið er at stríðast um hjá fleiri feløgum, so verður motivatiónin at venja og spæla ikki, sum tá ið dagarnir leingjast, og tað framvegis er stórur spenn­ ingur um, hvussu kappingin fer at taka seg upp. Í heyst varð tikið til, at serliga á bygd verður á mikkjalsmessu fokus flutt frá fótbóltinum og til fjall og slakt. Næsta kappingarár fær fjallið og slaktið ikki so nógva kapping frá fótbóltinum. Einasti steðgurin eftir summarfrítíðina næsta ár verður frá 27. august og til 13. september. Tað kemst av, at EM undankappingardystur á heimavølli ímóti Norður­ írlandi verður fríggjadagin 4. september og á útivølli ímóti Finnlandi mánadagin 7. september. Síðsta umfar er sett at vera leygardagin 3. oktober. Tá sær fyribilsskráin soleiðis út: HB-FC Suðuroy, TB- Víkingur, KÍ-EB/Streymur, AB-NSÍ og ÍF-B36. So fáa allir uttan landsliðsspælararnir vetrarfrí frá fótbóltinum. Síðstu landsdystirnir í 2015 vera 8. oktober og 11. oktober. Hósdagin 8. oktober er avbjóðingin Ungarn á úti­vølli, og sunnudagin 11. oktober verður føroyskt punktum sett fyri hesi EM undan­kappingini, tá ið Rumenia vitjar í Føroyum. joannes@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen