Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. desember 2014 · Nr. 137 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur menn hondbóltur Eingin tykist steðga monnunum hjá VÍF. Sunnudagin vunnu teir níggjunda sigurin á rað Finalukósin er snórabein Jákup Mørk Tað tykist alt meira verða ein spurningur um, hvør skal fylgja VÍF í FM-finaluna. Vestmenningar eru ikki til at steðga í løtuni, og aftur sunnudagin høvdu teir neyðuga yvirskotið, sum skal til, tá hondbóltsdystir skulu avgerast. Sunnudagin var Kyndil annars væl við, og intensitet­ urin var júst so høgur, sum hann eigur at vera í einum klass­ikara. Grønu gestirnir vóru teir, sum byrjaðu dystin betur, men í seinna hálvleiki var tað heimaliðið, sum støð­ugt trýsti í royndini at skræða seg leyst. Fram til tað restaðu fáir minuttir, eydnaðist hetta tó ikki, men tá heimaliðið móti dystarenda skoraði trý mál á rað, var at kalla leyst liðugt. Níggjundi sigurin á rað var veruleiki, og í løtuni tyk­ ist stóri spurningurin vera, um nakar yvir høvur megn­ar at standa teimum gulu kurl. Sigurin hjá VÍF gav hoy­ víkingum møguleika at minka um munin upp til finalu­plássini. Munurin mink­aði eisini, men tað varð bara við tí eina stiginum – og ikki báðum, sum tey í H71 ann­ars høvdu ætlað. Og tað kunnu hoyvíkingarnir so sann­iliga iðra seg um. Kollfirðingar vóru ann­ ars á odda í steðginum, men eftir steðgin tók H71 yvir, og tíggju minuttir und­an leik­loki vóru teir á odda við trim­um málum. Koll­firð­ ingar skoraðu tá fýra ferðir á rað, og so mátti H71 bíða til seinasta minuttin, áðrenn teir vunnu seg upp á javnt. Teir høvdu enntá møgu­leik­ an at tryggja sær sigurin, men Hallur Biskipsstøð, sum annars var toppskjútti hjá heima­liðnum, fekk ikki úr­tøku burtur úr brots­kast­ inum, sum hann skeyt. Úrslitini VÍF - Kyndil 26-23 (13-13) H71 - KÍF 26-26 (12-14) Atlantic Airways-deildin d v - j - t + mál -mál málmunur stig 1 VÍF 10 9 - 0 - 1 269 220 49 18 2 Kyndil 11 6 - 1 - 4 222 211 11 13 3 H71 10 5 - 1 - 4 244 213 31 11 4 KÍF 10 4 - 1 - 5 258 262 -4 9 5 Neistin 11 4 - 1 - 6 252 281 -29 9 6 StÍF 10 3 - 0 - 7 240 257 -17 6 7 Team Klaks 10 3 - 0 - 7 214 255 -41 6 Teir taptu fyrsta dystin, men síðani hava vestmenningar vunnið, vunnið og vunnið. Sunundagin gjørdist talan um níggjunda sigurin á rað Myndir: Álvur Haraldsen