Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 1. desember 2014 · Nr. 137 ítróttur Jákup Mørk Talan var um sonn hond­ bólts­brak, tá oddurin í bestu kvinnu­deildini dystaðist sunnu­dagin. Kappingin fyrsta triðingin hevur verið knallhørð í heyst, og munurin millum tey fýra ovastu liðini hevur ver­ið millum lítil og eingin. Tað er hann ikki longur, tí við týðandi sigrum fingu bæði Neistin og Kyndil nak­ að av luft niður til VB og VÍF, sum eru liðini, ið elta tey bæði fremstu. Í Vestmanna var tað ann­ ars VÍF, sum hevði betra tak­ ið á dystinum, og eina løtu bendi alt á, at talan skuldi verða um tryggan heima­ sigur. Seinasta korterið koppaði Kyndil øllum á høvdið. Tær vunnu seg frá 17-13 til 18- 19, og hóast tað gekk stavn um stavn seinasta pettið av dystinum, so hildu tær grønu tørn. Í Havn hevði Neistin munin á VB, sum ongan tíð veruliga fekk spælið hjá sær at koyra. Sigurin ber við sær, at Neistin helt fast um odda­ sessin, har tær nú hava 17 stig fyri 11 dystir. Munurin niður til VB á triða plássinum er nú fýra stig, men tað skal havast í mentu, at VB – eins og VÍF – hevur spælt 10 dystir, meðan Kyndil og Neistin bæði hava spælt 11 dystir. Og so tykist spurningurin eisini vera, um StÍF kann koma upp at arga í odda­ stríð­num. Tað hava tær fyri sovítt longu gjørt, tí á heimavølli hava tær bast bæði VB og VÍF. Kunnu tær eisini arga Neistan og Kyndil á sama hátt, so fer mun­urin uppeftir brádliga at knapp­ ast heilt nógv, og so verða tað ikki færri enn fimm lið, sum renn kapp um tey bæði finalu­plássini. Seinasti dysturin hetta vikuskiftið var í Klaksvík, har Stjørnan vann tryggan sigur á Søljuni. jakup@sosialurin.fo hondbóltur kvinnur Við sigrum á ávíkavist VB og VÍF skræddu Neistin og Kyndil seg leysar frá restini í oddastríðnum í bestu kvinnudeildini Høvuðsstaðurin styrknaði Úrslitini VÍF - Kyndil 21-22 (11-9) Neistin - VB 28-25 (12-9) Stjørnan - Søljan 20-6 (12-4) Hvonn-deildin d v - j - t + mál -mál málmunur stig 1 Neistin 11 8 - 1 - 2 329 226 103 17 2 Kyndil 11 7 - 2 - 2 287 221 66 16 3 VB 10 6 - 1 - 3 263 205 58 13 4 VÍF 10 6 - 0 - 4 273 226 47 12 5 StÍF 10 5 - 0 - 5 244 203 41 10 6 Stjørnan 10 2 - 0 - 8 171 270 -99 4 7 Søljan 10 0 - 0 - 10 93 309 -216 0 Í Vestmanna hevði VÍF allar trumfirnar á hondini, men Kyndil reistist seinasta korterið og fór til Havnar við øllum Mynd: Álvur Haraldsen