Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. desember 2014 · Nr. 137 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur hondbóltur Jákup Mørk Hoyvíkin er skjótast vaks­ andi býur í Føroyum. Fólka­ talið fer at nærkast teimum 5.000, og stórur partur av hesum eru barnafamiljur. Tí er einki forgjørt í, at ung­dómsdeildin hjá H71 hevur verið í stórum vøkstri í skjótt nógv ár, og seinnu ár­ ini hava vit eisini sæð hópin av ungum spælarum fáa sítt gjøgnumbrot á besta mans­ liðnum hjá felagnum. Á kvinnusíðuni hevur H71 ikki verið heilt so sjónligt. Í nógv ár var felagið umboðað í næst bestu kvinnudeildini, men seinnu árini hava tær vaksnu ikki spælt hondbólt í Hoyvík. Tað hava yngru genturnar hinvegin. Felagið hevur trý lið í U17 og trý lið í U14. Fyrstu landsliðsspælararnir hava sæð dagsins ljós, og Neyðugt við breiðum hópi Venjarar hjá U14-gentunum í Hoyvík eru Jakob Jónsson og Helgi Hoydal. Tað eru lið­ in gott og væl 16 ár, síðani ís­ lendski bóltsnillingurin kom til Føroya, har hann var part­ ur av liðnum hjá Kyndli. Sum spælari og venjari hevur hann fleiri ferðir verið við til at vinna bæði meistaraheitið og steypakappingina, men hann er skjótur at ásanna, at avbjóðingin í Hoyvík er av heilt øðrum slag. – Tað var kanska eitt sind­ ur av tilvild, at eg gjørd­ist venjari hjá hesum ár­gang­ inum. Eg havi sjálvur eina dóttur á liðnum, og í vár stóð eg brádliga uttan venjara­ starv. Eg játtaði at taka eina hond í við venjingunum hjá b- og c-liðnum, og so end­aði tað bara við, at eg gjørdist venjari fyri allan ár­gangin. Og tað er ein stórur fyri­ munur, at eg eisini havi Helga við í hesum. – Men tað er avgjørt eisini ein spennandi avbjóðing. Kvinnu­hondbólturin hevur ikki tær stóru traditiónirnar í Hoyvík, men verður rætt borið at, so kunnu vit væl spæla við í bestu deildini um eini fimm ár. Tekur tú hendan árgangin og U17-ár­ gangin, so hava vit seks lið, og klára vit at halda hesar til, so hevur felagið eitt breitt grundarlag fyri kvinnu­hond­ bóltinum til ta tíð. Tað skilst á øllum brøgd­ um, at Jakob er eldhugaður í síni venjing av gentunum. Ikki minst leggur hann stóran dent á, at talan er um ein hóp – ikki um a-, b- og c-lið. – Tað var skipað soleiðis, at a-liðið var eitt sindur fyri seg, men hetta broytti eg alt fyri eitt. Og tað hevur sinar orsøkir. – Tað er neyðugt við ein­ um breiðum grundarlag, um vit skulu gera okkum vónir um eitt lið í bestu kvinnu­ deild­ini um ikki so nógv ár. Tað vil altíð vera fráfall av yms­um orsøkum, og tí mugu vit skapa breiðasta møguliga grundar­lagið. – Hartil vísir tað seg ofta, at tað ikki eru tey stóru talent­ini, sum koma allan vegin á mál. Heldur eru tað tey næst­bestu, tí hesi mugu alla tíðina stríðast nógv meira fyri sínum úrslitum, stað­festir Jakob. Vil geva tað besta Royndirnar hevur Jakob í ólukku­mát, og tað sæst á øll­um brøgdum, at hetta eru royndir, sum hann fegin vil føra víðari til genturnar, sum hann nú venur. – Eg royni bara at geva teim­um alt tað besta, sum eg havi lært innan hond­bóltin. Sjálvandi er tað ymiskt, hvussu tú kanst venja, um tað er oddalið í bestu mans­ deildini ella eitt gentu­lið í H71 hevur verið merkt av manshondbólti í 34 ára longu søgu felagsins. Men gongst eftir ætlan, verður hetta broytt um ikki so langa tíð Fimm ár frá bestu deildini Nógv verður lagt fyri í Hoyvíkarhøllini, tá genturnar venja. Vónin er, at hondbóltur í fremstu røð ikki er alt ov nógv ár frammi í tíðini Mynd: Álvur Haraldsen