Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2014síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 1. desember 2014 · Nr. 137 ítróttur hondbóltur U14. Tekniskt eru sjálv­andi onnur ting, sum dent­ur verð­ ur lagdur á, men grund­leggj­ andi er hond­bólts­spælið tað sama. – Tú skalt duga nøkur grund­leggjandi ting, og hetta er tað, sum vit arbeiða nógv við. Har duga tær nógv, men tær hava sjálvandi eisini nógv eftir at læra. – Í verjuspælinum er tað mín hugburður, at dugir tú eina flata 6-0 uttanat, so ber altíð til at arbeiða við øðrum verjuskipanum, so eisini her er tað grundin, sum vit nú byggja. – Men ikki minst er tað alt uttan um sjálvt hond­ bólts­spælið, sum eg royni at arbeiða við. Eitt er, tá venj­ ing og dystir eru á skránni. Annað er alt tað, sum fyri­ ferst uttan fyri vøllin. Hesar genturnar hava ein fan­tast­ iskan møguleika til at byggja nakað upp her í felagnum, og longu nú er hetta nakað, sum eg leggi stóran dent á. – Tað kann væl vera, at tekniskur munur er á topp­ inum í bestu mans­deildini og hesum aldursbólkinum. Men tá vit tosa um hugburð til venjing, so er eingin munur fyri mítt viðkomandi, sigur Jakob. Og tað er ikki bara tos. Næst seinasta leygardag, tá vit vitjaðu, hevði toymis­ dagur verið á skránni, har gentur­nar høvdu roynt alt møgu­ligt annað enn at spæla hondbólt. Og venjarin kundi bara vera framúr vøl nøgdur við tað, sum lagt varð í dagin. – Nú var eg somikið heppin, at millum páparnar er eisini onkur, sum hevur drúgvar royndir við at fyri­ skipa dagar av hesum slag. – Veðrið var ikki av tí besta í dag, men tað nervaði ikki eina tí einastu av gent­ unum. Eitt nú fingu tær eld í ein viðarstubba, uttan at nýta eldføri, hóast um­ støður­nar vóru av lagi vánaligar. Tær vildu allar sum ein gjøgnumføra, alt, men veðrið gjørdi hóast alt, at vit valdu at steðga, áðrenn genturnar vórðu alt ov gjøgnum­bloyttar. Men tað var altso ikki soleiðis, at nøkur teirra grenjaði um um­ støð­urnar, flennir Jakob. Hetta seinasta vísir eisini nakað av tí hugburði, sum ungu genturnar hava við sær. Ein hugburður, sum longu nú gevur góð úrslit. Í skriv­andi løtu er A-liðið hjá gentunum á odda við fullum stigatali í A-bólkinum, og í B-bólkinum eru B- og C-liðið ávíkavist nummar tvey og fýra. Saman við góðu úrs­lit­ unum, sum U17-liðini hjá felag­num hava, er grund­vøll­ urin soleiðis í lagi hjá lið­num. Komandi árini er spurn­ing­ urin, hvussu bygt verður víð­ ari á hesi grund. Hava stóra málið í huganum Jákup Mørk Ein av spælarum á U14- lið­num hjá H71, er Silja Pauladóttir, og hana fingu vit orðið á, meðan spælararnir hugnaðu sær heima hjá venjaranum eftir ein langan og harðan leygar­dag. Og tað er skjótt greitt, at ein framtíð við kvinnu­ hondbólti í fremstu røð ikki einvíst er nakað, sum venjarar og leiðsla í felag­ num hugsa um. – Tað er avgjørt nakað, sum vit eisini hugsa um. Vit síggja hetta sum ein spennandi møguleika, og hóast tað enn eru nøkur ár, áðrenn vit hava aldur til at spæla millum tær vaksnu, so vita vit, at vit hava møguleika at skapa ein part av søguni hjá felag­num. Og tað vilja vit fegnar vera partur av, sigur Silja, sum bara hevur góð orð at bera venj­arunum. – Tað er sjálvandi stutt­ ligt, tá tað er ein venjari við somikið nógvum roynd­um. Jakob hevur eina rúgvu, sum hann kann læra okkum, og vit royna alla tíðina at gera okk­ara besta, sigur Silja. Leygardagurin var heldur øðrvísi enn van­lig hond­bóltsvenjing. Í oys­ andi regni vóru genturnar á serligum teambuilding- degi, og hetta tóktist vera nakað, sum fall í góða jørð. – Tað er stuttligt, tá tú roynir nakað øðrvísi. Hetta hevur verið ein av­bjóð­andi dagur hjá okkum, men tað hevur so sanni­liga eisini verið stutt­ligt. Eisini er tað fín­asta slag, at vit í dag hava sam­starva sera nógv tvørtur um liðini. Á tann hátt kemur tú nærri teimum, sum tú kanska ikki ert so nógv saman við í van­ligu venjingunum og dyst­unum, og tað er eisini frálíkt, heldur Silja. jakup@sosialurin.fo Næst seinasta leygardag høvdu genturnar serligan toymisdag. Og hóast veðrið var heldur vánaligt, so nervaði hetta ikki genturnar