Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-01, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. desember 2014 · Nr. 137 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge Jón Bjarnason, fyrrverandi venjari hjá Páli Joensen, er ikki fegin um dopingmálið við Sun Yang. Hann metir ikki, at revsingin sum kines­ iski anti-doping mynduleikin (CHINADA) hevur givið Sun Yang, og altjóða anti-doping (WADA) mynduleikin hevur góðtiki, er nøktandi. – Hetta irriterar meg nógv, tí tað sær ikki út til at hann fær eina hóskandi revs­ing, tí hann er for góður, sigur og Jón Bjarnason og saman­ber við eina støðu hann sjálvur upplivdi í 2011. – Vit vóru til HM í Shanghai í 2011, har var ein brasiliu­maður við, ið kallast Caesar Cielo. Hesin hevur vunnið nógv, sett heims­met og annað í sprint. Stutt und­ an HM hoyrdist, at Cielo og tveir av hansara liðfelagum úr Brasil vóru tiknir fyri dop­ing, men bert tann eini fekk bann. Hetta tí hann hevði gjørt okkurt líknandi fyrr? Tað gav onga meining, og gev­ur enn onga meining, sigur Jón Bjarnason og vísir á, at stemningurin millum hinar ikki var góður til kapp­ ingina. – Tú kann hugsa tær hvussu stemningurin var ímillin hinar, ið svomu ímóti honum í Kina. Cielo gjørd­ist heimsmeistari í 50m fir­vald. Onkur meinti, at tað var trupult hjá hinum at trúgva at teir høvdu nakran møgu­ leika at vinna á honum, nú hann var dopaður. Ein kann bert gita sær til, at hendan søgan nú endurtekur seg – bert í hinum endanum, 1500m heldur enn 50m, sigur Jón Bjarnason. Fílist á mannagongdina Jón Bjarnason sær eis­ini trupulleikar í manna­gongd­ ini í samband við málið. Sum greitt er frá aðrastaðni í blaðnum, so er handfaringin av málinum ivasom, fyri ikki at siga illgrunasom. – Fyri tað fyrsta, so tók tað alt ov langa tíð at fáa boðini út. Tað er typiskt fyri tey lond, ið hava ella hava havt systimatiska doping. Bara fáar mánaðir seinni svimur Sun Yang ímóti nógvum av teimun bestu í heim­inum til asiatisku leikir­ nar, uttan at nakar visti av tí. Tað er óhoyrt, sigur Jón Bjarna­son og leggur afturat. – Tað næsta er, at FINA (Altjóða svimjisambandið) og WADA síggja ikki út til at vilja fara allan vegin við kann­ing­ini. Frá­greiðingin frá CHINADA (kinesiski anti doping myndu­leikin) verður bara góð­tikin, og tað er alar­ mer­andi. Tað at kalla almenn vitan, at tað er meir enn trupult hjá WADA at sleppa inn í Kina at gera kanningar. Hugsar tú um allar doping­ gølur­nar úr Kina seinastu mongu árini, ja so sær tað út sum um at FINA hevur givið upp, sigur svimjivenjarin, og vísir á hví hann heldur at Kina ger sum teir gera. – Um FINA fangar fýra doping­syndarar frá somu tjóð innan fyri eitt tíðarskeið upp á 12 mánaðir, so verður øll tjóðin bannað frá altjóða svimjing. Tí giti eg, at Kina lukkar dyrnar, tí teirra landslið skuldi nokk fyrst reinsast fyri Trimetazidine, gitar Jón Bjarnason. – Ja hetta eru reinar git­ ingar, men tað er lætt at skilja hví ein freistast at hugsa soleiðis um ein setur seg inn í hvat Trimetazidine er fyri nakað, og hvat ser­ merk­ir superstjørnurnar úr Kina, sigur Jón Bjarnason. Kemur ikki óvart á Fyri Jón Bjarnason kemur hetta ikki beinleiðis óvart á. Úrs­litini og avrikini eru snøgt sagt bara for góð. – Lat meg bara siga so, at nógvir spurningar eru svar­ aðir. Eitt nú um Kina hevði Jón Bjarnason kritiskur: svimjing pál í ójavnari kapping Fyrrverandi venjarin hjá Páli Joensen metir, at føroyski svimjarin er í ójavnir kapping, tá hann svimur móti Sun Yang. Jón fílist á mannagongdina og revsingina í málinum, umframt at hann er skeptiskur og kristiskur um ómenniskjaligu góðu avrikini hjá kinesiskum svimjarum Jón Bjarnason, fyrrverandi venjari hjá Páli Joensen