mánadagur 1. desember 2014síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 1. desember 2014 · Nr. 137
ítróttur
funnið uppá onkran serligan
fantastiskan máta at venja
uppá, tá ið eg nú var vitni til,
at Ye Shiwen (besta kvinnan
hjá teimun) svam seinasta
100m í 400m blandað til OL
í London, skjótari enn vinn
arin hjá monnum, Ryan
Lochte (hesin vann á Michael
Phelps) gjørdi, men tað hava
teir ikki, sigur Jón Bjarnason
og leggur afturat.
– Ella tá ið Sun Yang vann
1500m til HM í Shanghai, og
svam seinastu 50 metrarnar
skjótari enn vinnarin í 200m
(aftur Ryan Lochte, og aftur
vann hann á Michael Phelps)
svam
sínar
seinastu
50
metrarnar. Ella tá ið Sun Yang
sorlaði 1500m heimsmetið til
OL í London og enn einaferð
svam nógv skjótari seinastu
50 metarnar enn vinnarin av
200 metrum gjørdi, spyr Jón
Bjarnason skeptiskur?
Seinasti setningurin sigur
alt um hugburðin hjá før
oyska svimjivenjaranum til
kinesisku avrikini.
– Eg skal so ikki til Kina
fyri at blíva ein betur venjari,
tí okkurt sigur mær, at eg so
skal vitja Tjaldurs Apotekið
tá ið eg komi heim aftur,
sigur Jón Bjarnason speiskur
og argur á málinum.
Trýr ikki upp
á umberingina
Jón Bjarnason er heldur ikki
mjúkur at strúka, tá talan er
um heilivágin hjá Sun Yang
og umberingina, sum fylgir
við.
– Hví skal ein heimsklassa
svimjari brúka heilivág fyri
nakað so álvarsligt sum
hetta? Um hann var so sjúk
ur, so var hann als ikki við
til kappingar. Hann hevði
ikki vant so hart heldur, tí
vandin fyri hjartasteðgi er
óhugnaliga stórur. Tað er
als ikki ókent, at svimjarar
í heimsflokki eru givnir av
júst somu orsøk. Hjá onkrum
skuldi ein hjartasteðgur til.
Eg veit eisini um fleiri, ið
hava fingið skurðviðgerð fyri
hesar trupuleikar, greiðir
Jón Bjarnason frá.
Hann heldur somuleiðis,
at Sun Yang røpaði seg, tá
hann sigur at hann hevur
tikið heilivágin síðani 2008.
– Sun Yang var tápuligur
at siga, at hann hevur brúkt
hetta síðan 2008, tí hann
hevur ongantíð til nakra
dopingroynd
upplýst,
at
hann brúkti hendan heili
vágin. Tað skal ein gera, stað
festur Jón Bjarnason og spyr;
– Hví er hann so ikki tikin
fyrr, jú tí tú finnur bert tað tú
leitar eftir, tá ið tú testar fyri
doping. WADA hevur ikki
sett Trimetazidine á doping
listan fyrr enn 1. januar 2014,
tí alsamt fleiri og fleiri testir
vístu, at Trimetazidine varð
mísnýtt. Og sum eg skilji tað,
nú eg havi lisið um tað, so er
óhugnaliga nógv at vinna við
at brúka hetta undir venjing,
sigur Jón Bjarnason um
hjartaheilivágin,
Trimeta
zidine.
Missa álit
Spurningurin er so hvat
hetta í veruleikanum merkir
fyri Pál og svimjing?
– Hetta merkir nokk ikki
nógv fyri Pál. Hann hevur
fleiri ferðir verið í hylinum
til stórar kappingar, har
menn við gomlum doping
dómum hava verið við. Hann
irriterast nokk eitt sindur,
men hann sigur tað neyvan
alment, sigur fyrrverandi
venjarin hjá Páli, sum eisini
heldur at fólk eru um at
missa álitið á altjóða svimji
sambandið og altjóða anti-
doping mynduleikarnar.
– Fyri svimjing merkir tað
stutt og greitt, at fólk missa
meira og meira álit á FINA
og WADA, og ein gongur bert
og bíðar eftir, hvat verður
tað næsta, tí har ein er,
finnast óiva fleiri. sigur Jón
Bjarnason at enda.
trondur@sosialurin.fo
svimjing
FINA (Fédération Internationale de Natation):
Altjóða svimjisambandið
CSA (Chinese Swimming Association):
Kinesiska svimjisambandið
WADA (World Anti Doping Agency):
Altjóða anti doping mynduleikin
CHINADA (China Anti Doping Agency):
Kinesiski anti doping mynduleikin
– Fyri svimjing merkir tað stutt og greitt,
at fólk missa meira og meira álit á FINA
og WADA, og ein gongur bert og bíðar
eftir, hvat verður tað næsta, tí har ein er,
finnast óiva fleiri. sigur Jón Bjarnason
– Pál Joensen hevur fleiri ferðir verið í hylinum til
stórar kappingar, har menn við gomlum doping
dómum hava verið við, sigur Jón Bjarnason