mánadagur 1. desember 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. desember 2014 · Nr. 137
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
svimjing
Harðasti kappingarneytin hjá Páli Joensen á 1.500 metra frí teininum í
heimshøpi, kinesiski Sun Yang, varð í mai mánaði tikið fyri doping. FINA,
heimssvimjisambandið, hevur dult søguna og stutt bannið, meðan fleiri
seta spurnartekin við hvat er farið fram, og um søgan hjá Sun Yang passar
Tróndur Arge
Tað kundi verið ein doping-
gøla, tá maðurin við heims
metinum á 1.500 metrum í
mai mánaði testaði positivur
fyri trimetazidine, sum síð
ani januar mánaði hevur
staðið á doping listanum hjá
WADA, sum er altjóða anti-
doping mynduleikin.
Tíðindini komu ikki fram
fyrr enn kinesiska tíðinda
stovan, Xinhua, fyri kortum
kunngjørdi tíðindini. Stutt
seinni vóru tey eisini at
síggja á heimasíðuni hjá
FINA, sum hevði dult tíðind
ini inn til tá.
Spurnartekin verða eis
ini sett við hvussu tað ber
til, at ein góðkendur og
royndur lækni kann geva
eini heimsstjørnu í svimjing
ólógligan heilivág, uttan at
hava kannað um tað er á
dopinglistanum. Afturat hes
um, so tykist tað eisini løgið,
at revsingin upp á tríggjar
mánaðar ikki hevur nakran
ávirkan fyri nakra kapp
ing. Sostatt hevur Sun Yang
einki mist, og vann fleiri
gull heiðursmerki í asiatisku
leikunum seinni í summar –
uttan at nakar visti, at hann
hevði dumpað eina doping
roynd bara fáar mánaðar
frammanundan.
Sun Yang –
heimsmeistarin úr Kina
Pál Joensen hevur ongantíð
havt ein møguleika í 1.500
metrum síðani Sun Yang
bleiv ein partur av heims
elituni í svimjing. Sun Yang
er føddur í 1991 og er 22 ára
gamal í dag. Hann er ein
heimsstjørna í svimjing og
ein hetja í Kina fyri síni at
síggja
til
ómenniskjaligu
góðu avrik.
Alt gekk sum eftir ánni og
Sun Yang setti eisini heims
met í 1.500 metrum frí til
OL leikirnar í London í 2012.
Síðani tá hevur lívið tó tikið
ein heldur óvæntaða vend.
Hann fekk ákoyringar fyri
at vísa sponsorum ov stóran
áhuga, og av tí saman møtti
hann ikki til venjingar. Hetta
gjørdi at hann og venjarin,
Zhu Zhingen, blivu óklárir.
Seinni í 2013 var hann hand
tikin fyri at koyra uttan
koyrikort. Tað kostaði sjey
dagar í varðhaldi.
Sun Yang verður tikin
Sun Yang bleiv í mai mánaði
tikin fyri doping til kinesisku
meistarastevnuna, eftir at
hann hevði svomið 1.500
metrar frí upp á 15.01. Hóast
heimskendi svimjarin bleiv
tikin í mai mánaði, so boða
hvørki kinesiska svimjisam
bandið, kinesiska anti-dopin
felagsskapurin, altjóða anti-
doping felagsskapurin ella
FINA frá tilburðinum. Tað
er 17. mai, at Sun Yang verður
tikin fyri at hava brúkt
trimetazidine
– Eg havi tikið nógvar
doping testir í leypi gjøgnum
tíðina bæði til venjing og til
kappingingar, og eg havi
aldrin havt ein positivan test
fyrr. Eg var bæði sjokeraður
og keddur av hendingini,
men eg havi lært av tí og skal
verða meiri varin í framtíð
ini, sigur Sun Yang, sum eis
ini fekk eina bót á áleið 5.000
krónur.
Revsingin vigar lítið
Kinesiski anti-doping felags
skapurin boðar nú frá, at
Sun Yang fekk svimjibann í
tríggjar mánaðar frá tí hann
bleiv tikin. Sostatt kundi Sun
Yang frítt taka lut í asiatisku
leikunum í septembur, har
hann vann ikki færri enn
tríggjar gull, meðan ongin
visti um positivu doping
royndina í mai mánaði.
Kinesiski anti-
doping felagskapurin
verjir Sun Yang
Tað er læknin hjá Sun Yang,
sum skal eitast at hava givið
honum heilivágin, sum er
ólógligur. Læknin hevur eis
ini fingið bann í eitt ár frá
kinesiska
svimjisamband
inum.
– Sun Yang hevur ikki
fulla ábyrgd fyri positivu
dopingroyndini. H a n n
hevur feilin, men feilurin er
ikki álvarsligur ella fyrilita
leysur. Tí eru tríggir mánaðir
ein passandi revsing, sigur
virkandi stjórin í kinesiska
anti-doping felagsskapinum,
Zhao Jian og leggur afturat.
– Sun Yang er tann kend
asti ítróttarmaðurin í Kina
og er kendur kring allan
heimin. Tað merkir, at vit
mugu fyrihalda okkum við
størsta varsemi í hesi sakini.
Tað eru keðilig tíðindi, men
vit ynskja ikki at fjala nakað.
Vit
kunngera
positivar
dopingroyndir í hvørjari árs
fjórðingsraport, sum WADA
krevur, sigur Zhao Jian.
Ikki fyrstu ferð
Við dóminum hjá Sun Yang
og læknanum, er Kina nú
Duldu
positiva
doping
roynd