mánadagur 1. desember 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 1. desember 2014 · Nr. 137
ítróttur
svimjing
komin upp á 72 revsingar í
samband við doping síðani
1990.
Tí verða stór spurnartekin
sett við, tá kinesiski anit-
doping felagsskapurin roynir
at niðurspæla hendingina
við Sun Yang, sum sjálvur
boðar frá, at hann hevur
brúkt heilivágin síðani 2008.
Tó at trimetazidine ikki
bleiv ólóligt fyrr enn í januar
mánaði, so er talan um álvar
sligan hjarta heilivág.
Spurnartekin verða eis
ini sett við orðingina hjá
virkandi stjóranum, Zhao
Jian. Her er talan um roynd
an lækna og heimsmeistara
í svimjing. Hví verður tað
niðurspælt sum ein slíka
hending og siga, at talan ikki
er um ein stóran feil og at tað
heldur ikki er fyrilitaleyst.
Hví hevur tað týdning fyri
handfaringina av málinum,
at Sun Yang er heimskendur?
Hví skal eyka varsemi vísast
í hesum førum? Tú kundi
hinvegin víst á, at tá talan
er um ein mann, sum hevur
framt næstan ómenniskjalig
avrik seinnu árini, at málið
fær eyka stóran áhuga, og
verður viðgjørt við størri
gjøgnumskygni enn tað hev
ur higartil.
Eisini sigur Zhao Jian, at
málið er ikki at dekka útyvir
hendingina. Hví visti so
einki av hesum, tá asiatisku
leikirnir vóru í Suðurkorea
í september, tá hann bleiv
fangaður í mai mánaði?
Onnur fingið
harðari revsing
Russiska
Yuliya
Efimova
fekk 16 mánaðar bann frá 31.
oktober í 2013, umframt at
hon misti øll heiðursmerki,
sum hon vann í tíðarskeið
inum áðrenn bannið bleiv
kunngjørt. Her er vert at
leggja til merkir, at serfrøð
ingar mettu ikki, at Yuliya
Efimova hevði í sinni at
snýta. Talan var um gáloysni
uttan
læknaliga
vitan
í
samband við inntøku av
evni, sum hon ikki visti var
ólógligt.
Í sakini hjá Sun Yang
er talan um ein royndan
ítróttarlækna, sum beinleiðis
hevur
útskrivað
doping
listaðan
heilivág
til
ein
svimjara. Munurin á revs
ingini er 13 mánaðir, tí Sun
Yang fekk bara tríggjar mán
aðir bann.
Í øðrum tilfeldum hava
ítróttarfólk
fingið
longri
bann fyri ikki at møta til
dopingtest. Eitt tað kendasta
dømi eri fyrrverandi Man
chester United miðverjin,
Rio Ferdinan, ið fekk átta
mánaðar leikbann í 2003 fyri
at gloyma at møta til eina
dopingtest. Hann tók test
ina dagin eftir og bjóðaði
teimum at gera grundingari
kanningar dagin eftir, men
doping eftirlitið tók ikki av
tilboðnum.
Ófriður um Sun Yang
Tað seinasta nýggja í mál
inum er, at Dr. Ba Zhen var
partur av toyminum hjá Sun
Yang til asiatisku leikirnar,
hóast hann fáar mánaðar
frammanundan hevði fingið
eitt ára bann. Kinesiskir
miðlar siga seg hava myndir
av Dr. Ba Zhen, meðan hann
hjálpir Sun Yang til upphitini
og niðurhitin til asiatisku
leikirnar.
Reuters skrivaði síðst í
farnu viku, at WADA ætlar
at skjóta dómin hjá Sun Yang
inn fyri Ítróttardómstólin í
Strausbourg.
Í Kina verður nú eisini
skrivað, at kinesiska svimji
sambandið roynir at taka
ábyrgdina fyri mistakið hjá
Sun Yang og læknanum. Teir
vilja verða við, at bannaði
heilivágurin av misgávum
ikki stendur á anti doping
listaunum, sum kinesiska
svimjisambandið hevur út
flýggjað til sínar limir.
Stóru spurningarnir
So eftir standa stóru spurn
ingarnar. Hví hevur ein
heimsmeistari
í
svimjing
brúkt
álvarsligan
hjarta
heilivág síðani 2008. Hvussu
ber tað til, at ein maður, sum
hevur so stórar trupulleikar
í hjartanum kann verða so
nógv besti í eini so kapp
ingarførari grein um 1.500
metrar frí svimjing?
Hví hevur FINA (altjóða
svimjisambandið),
WADA
(Altjóða anti-doping felags
skapurin) umframt kines
iska
svimjisambandið
og
kinesiski anti-doping felags
skapurin ikki hava boðað
almenninginum frá hesum.
Eru ómenniskjaligu avrikini
hjá
Sun
Yang
veruliga
ómenniskjalig?
Størsti spurningurin hjá
okkum er so, um Pál Joensen
er í eini órættvísari kapping,
tá hann svimur móti Sun
Yang?
trondur@sosialurin.fo
Sun Yang er føddur í 1991 og er
22 ára gamal í dag. Hann er ein
heimsstjørna í svimjing og ein
hetja í Kina fyri síni at síggja til
ómenniskjaligu góðu avrik
Magni Mohr undrast:
Trimetazidine er til fólk við
hjartatrupulleikanum
angina pectoris, sum
er pína í bringuni,
sum ofta kemur av
blóðmangli ella hjarta-
iskæmiorsaka
av
niðursettum blóðrensli
í hjartaarteriunum.
Eisini
føroyski
fysiologurin,
Magni
Mohr,
sum
hevur
arbeitt við nógv elitu
ítróttarfólki,
undr
ast á at 22 ára gamli
Sun Yang hevur brúkt
trimetazidine
síðani
2008.
Trimetazidine
heilivágur verður givin
til fólk, sum mangla ilt
í hjartanum orsaka av
lágari bólðsirkulatión í
hjartanum.
Hetta
setir
tveir stórar spurningar.
Hvussu ein heimsmeistari
í svimjing á 1.500 metrum
kann
hava
brúk
fyri
trimetazidine, og hví hvat
hann fær burturúr at taka
tað?
Forkláringin er nakað
teknisk, men hon hjálpir
ikki trúðvirðinum hjá Sun
Yang, tí trimetazidine gev
ur ein 1.500 metrar svimj
ara ein stóran fyrimun.
– Trimetazidine ger, at
tú niðursetur forbrenn
ingina av feitti í hjarta
vøddakyknunum, meðan
tú
økir
forbrenningina
av sukuri. Av tí, at man
brúkar minni oxygen per
framleidda
orkueinheit
(ATP) undir sukurbrenn
ing enn feittbrenning ber
altso til at betur at varð
veita orkustatus í kykn
uni.
Samstundis
økir
trimetazidine blóðrenslið í
hjartanum undir arbeiði og
betrar um funktiónina hjá
vintra hjartakamari undir
arbeiði. Tilsaman gevur
hetta
hjartanum
betri
arbeiðsunstøður í støðum
har hjartaiskæmi hendir,
sum t.d undir kropsligum
úthaldnisarbeiði. Í 1.500
metra
svimjing
hevur
tú stóran tørv á oxygen
til hjarta og vøddarnar.
Trimetazidine ger, at tú
óbeinleiðis útsetur troytt
leikan og kanst halda
áfram longri, tá talan er
um klassikt aerobt arbeiði,
sigur Magni Mohr.
Tað
merkir,
at
við
trimetazidine
kann
ein
langteinarsvimjari
fáa
greiðar
kunstigar
fyrimunir í hylinum á
ólógligan hátt. Svimjari
við
trimetazidine
fær
meiri
orku
afturfyri
oxygennýðsluna. Vøddar
nir kunna arbeiða harð
ari áðrenn møðin setur
inn, tí teir fáa betur aerob
arbeiðstreytir
(arbeiði
við orkuframleiðslu har
oxygen inngongur). Magni
Mohr undrast eisini á,
hvussu
ein
heimselitu
svimjari kann hava brúk
fyri trimetazidine.
– Eg undrist á, at ein
svimjari, ið hevur brúk
fyri slíkum heilivági, kann
verða
heimsmeistari
í
1.500
metrar
svimjing.
Tað fái eg ikki til at hanga
saman, sigur Magni Mohr
at enda. Samstundis er
vanligt, at ítróttafólk via
teirra
medicinsku
fólk
gera vart við møguligan
tørv á ólógligum heilivági,
so brikkarnir passa illa til
kinesiska pusluspælið.
trondur@sosialurin.fo