mánadagur 1. desember 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. desember 2014 · Nr. 137
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Heimsmeistarastevnan í svimjing á stuttgeil verður í Doha í Katar hesa vikuna frá 3. til
7. desember 2014. Pál Joensen er við umframt tveir aðrir føroyskir svimjarar
Pál bjóðar
av í Katar
svimjing
Tróndur Arge
So er aftur HM á skránni í
svimjing. Talan er hesa ferð
um HM á stuttgeil, ið merkir
at svimjihylurin er 25 metrar
langur, og ikki 50 metrar
langur, sum hann er til eitt
nú OL leikirnar. Føroyar
hevur tríggjar svimjarar við
á ferðini til Katar,
Tey 3 úr Føroyum eru
Pál Joensen úr Suðuroyar
Svimjifelag, Cecilia Wigant
Eysturdal úr Ægir og Óli
Mortensen
úr
Havnar
Svimjifelag.
Afturat
teimum
eru
portugisiski høvuðsvenjarin
hjá
Havnar
Svimjifelag,
Rui Magalhães, ferðaleiðari
Malan Vitalis Bærendsen, og
svimjisambandsformaðurin
Rókur í Jákupsstovu.
Pál, Malan og Rókur ferð
aðust til Doha fríggjadagin
28. november, meðan hini
komu vegin fram sunnudag
in 30. november.
Úr Katar frætta vit, at
veðrið er gott. Hitin liggur
um einar 21 gradir um nátt
ina, meðan tað er nakað heit
ari um dagin.
Fyrstu dagarnir er eyka-
aðalfundur hjá FINA(altjóða
svimjisambandið) á skránni,
umframt venjararáðstevna,
svimjiráðstevna,
tekniskir
fundir og sjálvsagt síðstu
fyrireikingar hjá svimjar
unum til HM.
Størstu vónirnar
eru til Pál
Størstu
vónur
eru
ikki
óvæntað til Pál í 1.500m frí,
umframt møguliga eisini til
Pál í 400m frí. Í 400 frí skulu
teir svimja um at koma í
finalu sama kvøld, meðan
1500 frí verður avgreitt við
beinleiðis finalum, har teir
átta svimja í finalupartinum
um kvøldið, sum hava bestu
tilmeldingartíð frá øðrum
stevnum hetta seinasta árið.
Tí er ikki greitt enn, um
Pál er millum teir átta við
bestu
tilmeldingartíðum;
men har skuldi verið góður
møguleiki fyri tí.
Sambært styrkislistanum
hjá FINA er hann fjórð skjót
astur í heiminum hetta farna
árið, ið er tíðarskeiðið sum
kann brúkast til tilmeld
ingartíðir, og tí skal nógv til
áðrenn hann ikki er í besta
riðli.
Í veruleikanum er tað ikki
alneyðugt at svimja í finalu
partinum í 1500 frí, við tað
at úrslitini frá innleiðandi
eisini telja við í sovorðnum
kappingum við beinleiðis
finalum. Vit sóu til dømis á
HM í Dubai í 2010, at tunes
iski Oussama Mellouli vann
1500 frí hóast hann svam í
innleiðandi riðlunum um
morgunin, og at polski
Mattaeusz
Sawrymovicz
gjørdi tað sama til EM í 2011.
Tað er bara 800m frí hjá
kvinnum og 1.500m frí, sum
verður svomið sum bein
leiðis finalur á hesum HM.
Hinar kappingarnar verða
skipað við innleiðandi riðl
um um morgunin, har átta
teir skjótastu so sleppa í
finaluna um kvøldið, og
har tað sostatt ikki ber til
at verða heimsmeistari um
morgunin. Orsøkin til at man
ger hetta serliga við 800m og
1500m frí, er vælsagtans at
kappingarskráin er lutfals
liga kroyst – fimm dagar í
mun til átta dagar á HM í
langgeil – og at tað tí verð
ur hildið at verða ov stræv
ið hjá teimum átta bestu
at skula svimja teinin tvær
ferðir, greiðir Rókur í Jákups
stovu, formaður í svimjisam
bandinum.
Innleiðandi riðlarnir byrja
hvønn dag kl 09:30 lokala
tíð í Doha, og finalurnar kl
18:00. Til ber at fylgja við
úrslitunum á omegatiming.
com, og at síggja kappingar
nar á millum annað Euro
sport. Danska TV2 sendir
eisini fra innleiðandi og
finalum.
trondur@sosialurin.fo
Kappingarskráin hjá føroyingunum:
• Mik 3. des - Óli 200 frí
• Hós 4. des - Óli 400 frí & Cecilia 800 frí
• Frí 5. dec - Pál & Óli 400 frí, Cecilia 400 frí
• Sun 7. dec - Cecilia 200 frí, Óli & Pál 1500 frí
Pál Joensen