Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-01, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 1. desember 2014 · Nr. 137 Í hesum døgum er Pál Joensen til HM í stuttgeil í Katar. Sjálvt um tað kundi verið nógv skrivað um Katar í hesum døgum, orskara av mutri og øðrum í samband við at landið hevur vunnið sær rættin til at hýsa HM í fótbólti í 2022, so verður fokus á einum øðrum øki. Tað er nú komið fram í kinesiskum miðlum, at stóra stjørnan í 1.500 metrar svimjing, kinesiski Sun Yang, fyrr í ár testaði positivur fyri trimetazidine, sum stendur á doping listaunum hjá altjóða anti doping mynduleikunum(WADA). Kina er saman við Russlandi og Brasil millum tey londini, ið skikka sær ringast, tá talan er um doping, opinleika og samstarv, tá WADA bankar uppá. Sum tit kunnu lesa longur inni í blaðnum, so er alt ikki, sum tað skal vera hjá 22 ára gamla Sun Yang. Eg var sjálvur vitni til, tá hann í OL í London í 2012 setti nýtt heimsmet í 1.500 metrar frí. Eg beliv eins og øll høllin bergtikin av hesum frálíka svimjaranum, ið við sínum reina svimjistíli sum eitt síl fór glattur og næstan uttan brotasjógv frá øllum hinum. Hann kom á mál sum OL vinnari og setti heimsmet, meðan tann heldur menniskjaligi Pál Joensen ikki kom í finaluna. Tíðin síðani hevur tó víst, at Sun Yang ikki var so reinur, sum tað sá út í hylinum í London. Fyrr í ár bleiv hann tikin fyri at hava trimetazidine heilivág í kroppinum. Sum bæði Jón Bjarnason og Magni Mohr vísa á, so er okkurt ikki heilt sum tað eigur, tá ein svimjari, ið hevur brúk fyri so álvarsligum hjartaheilivági, kann verða so sannførandi tann besti í 1.500m frí í heimssvimjing. Hevur søgan hjá amerikumanninum og súkklaranum, Lance Armstrong, lært okkum nakað, so er tað at trøini veksa ikki inn í himmiríki. Meðan meginparturin av ítróttartíðindafólkunum klappaðu Lance á ryggin, so vóru fleiri kritisk frá byrjan, tá ein og sami súkklarin klárar at vinna Tour de France sjey ferðir upp í slag. Tað er ómenniskjaligt og tað var tað eisini. Tíðin síðani sjeynda sigurin í 2005 hevur prógvað, at Lance Armstrong og hansara liðfelagir hava verið eitt rullandi apotek frá fyrsta degi. Soleiðis sum sakin verður handfarin av altjóða svimjisambandinum, kinesiska svimjisambandinum, altjóða og kinesisku anti doping mynduleikunum, umframt hvørjum Sun Yang bleiv tikið við, so eri eg farina v álvara ivast í, um tað var reint menniskjaligt, tá Sun Yang við Rás2 og Sosialinum sum áskoðara setti heimsmet í OL 2012. Fyri at skúgva allan iva til viks, so mugu allir partar í hesi sakini leggja øll kortini á borið – ella sær út til at Pál Joensen er í ójavnari kapping. Pál í ójavnari kapping Ítróttar klumman Tróndur Arge ítróttur ítróttartoymið Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Jákup Mørk Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Sjúrður til ÍF Tvey føroysk gullmerki í altjóða kapping ítróttur Tróndur Arge ÍF kunnger í kvøld, at teir hava gjørt sáttmála við Sjúrð Jacobsen, sum annars bara hevur umboðað barn­dóms­ fe­lagið NSÍ í Føroyum. Part­ ar­nir hava gjørt ein eitt ára sátt­mála. Sjúrður Jacobsen spældi í ár ein stóran part fyri besta liðið hjá NSÍ, har hann mangan var maðurin, ið fekk javnvág á liðið. Hann hev­ur somuleiðis met fyri flest­ar dystir fyri NSÍ á besta lið­ num. Tí kemur tað eitt sind­ ur óvart á, at hann sum 38 ára gamal velur at skifta til ÍF. NSÍ heimasíðan takkar Sjúrði Jacobsen fyri drúgva tæn­astu, men váttar í skriv­ in­um, at felagið bjóðaði hon­ um ein sáttmála fyri kom­ andi kappingarár. Fyri ÍF er talan um at finna ein vinstra bakk. Sjúrð­ ur hevur fyri tað mesta spælt á miðvøllinum seinnu árini, men hevur eisini drúgvar roynd­ir sum vinstri bakkur. Jan Ó. Ellingsgaard, sum hev­ur verið vinstri bakkur í Fuglafirði seinnu árini, verð­ ur ikki ein partur av hóp­in­ um komandi ár. Tí hevur fe­lag­ið leitað eftir einum vinstra bakki, og valið fall á 38 ára gamla Sjúrð Jacobsen. ÍF kunngjørdi fyrr í vik­ uni, at Alexandar Jovevic verð­ur nýggjur venjari í fe­ lag­num, meðan Andy Olsen, Ades­hina Lawal og André Ol­sen eru nýggir í hópinum. KÍ fingið styrk KÍ hevur gjørt avtalu við 22 ára gamla Mayowa Alli. Hann er verjuspælari úr USA, men seinastu tíðina hev­ur hann roynt seg í donsk­um fótbólti, har hann hev­ur royndir úr næst- og triðbestu deildini. Talan er um spælara, sum kann spæla bæði í miðverjuni og á vinstra bakki. trondur@sosialurin.fo. Áki Bertholdsen Um vikuskiftið hava seks før­oyskir judoleikarar verið við í altjóða judokappingini Hille­rød International Cup. Tað hevur gingið væl, tí Ikki færri enn tvær gullmedaljur hava teir heim við aftur, eins og hin­ir eisini stóðu seg væl. Torkil Jógvansson úr Havn­ar Judofelag kappaðist í bólk­inum U15 vektbólki -45 kg. Har megnaði hann eft­ir kapp­ingina at standa ov­ast á sigursskamlinum við gull­ medalju um hálsin. Petur Sigurð Johannesen úr Sunda Judofelag var fyrst og fremst við sum venjari, men eftir sum eisini kapping fyri veteranar var, bjóðaði hann seg fram har, og eisini hann stóð eftir við einari gull­medalju um hálsin, tá kapp­ingin var liðug. Aleksandur Christensen úr Sunda Judofelg var við fyri fyrstu ferð. Hann var eisini í bólkinum U15 vekt­ bólki -60 kg. Tað gest bara væl hjá honum, og hann end­ aði á 4. plássi. Jónas Tungá úr Sunda Judo­felag var við fyri aðru ferð. Hann kappaðist í bólk­ in­um U12 vektbólki -45 kg, sum vísti seg at vera ein sera sterkur bólkur. Hóast Jón­as bardist væl, tapti hann sín­ar dystir, siga tey í Judo Før­ oy­um, sum fer felagið hjá teim­um sum íðka judo her á landi. – Bárður Hentze Lenvig úr Havnar Judofelag hev­ur eisini verið til hesa kapp­ing­ ina fyrr. Hann var í bólk­inum U15 vektbólki -55 kg., sum eisini var ein sera sterk­ur bólkur. Hóast Bárður strídd­ ist tað, hann kundi, tapti hann eisini sínar dystir. Malaki Vang Niclasen úr Havn­ar Judofelag var við í hesari kapping fyri fyrstu ferð, og tað gekst eisini væl hjá honum. Í innleiðandi kappingini vann hann ein dyst og tapti ein, so hann kom víðari sum tveyari í bólkinum. Í fin­alu­ bólkinum tapti hann fyrst tveir dystir, men so funnu tey út av, at tey høvdu gjørt ein feil, so hann var komin at kappast móti skeivum mót­ støðumanni tann eina dyst­ in. Sostatt fekk hann ein dyst afturat - hesa ferð móti rætta mótstøðumanninum - og tá vann hann aftur. At enda skuldi hann kapp­ ast í bronsufinaluni, men hend­an dystin tapti hann, so hann endaði á einum 4. plássi. aki@sosialurin.fo Mynd: Jógvan Páll Kristiansen