týsdagur 2. desember 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. desember 2014 · Nr. 138
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Hvat er Gigni? Gigni, sum veitir heilsufrøði til børn og ung, er ætlað øllum barnafamiljum í Føroyum. Stovnurin veitir heilsufrøðiliga
tænastu til smábarnafamiljur eins og til skúlabørn/tannáringar. Virkað verður fyri, at børn fáa eina positiva og mennandi lívsbyrjan
og heilsugóð barna- og ungdómsár. Eisini verður dentur lagdur á at styrkja og menna foreldraførleikan og økja tilvitanina um leiklutin
sum familjan hevur. Familjur, ið flyta til landið í styttri ella longri tíðarskeið, eru eisini fevndar av skipanini og eru vælkomnar at seta
seg í samband við Gigni, annaðhvørt við at ringja til skrivstovuna ella til heilsufrøðingin í økinum. Heimasíðan hjá Gigni er www.gigni.fo
At skapa javnvág í lívinum
Arbeiði, familja, vinir, fitness-tímar og tíð til at taka sær av løttum. Heldur tú onkuntíð, at tað er trupult at fáa teir
24 tímarnar í samdøgninum at røkka til alt, tú ætlar tær at gera? Um so er, er tíðin kanska komin til at raðfesta
Vilmund Jacobsen
Følir tú teg onkuntíð sum ein
hamstrara, sum er fangaður
í einum hjóli, ið bara gongur
skjótari og skjótari? Kennist
tað trupult at hava bæði tíð
og orku til øll tey týdningar
miklu tingini í lívi tínum?
Heldur tú, at tað stundum er
trupult at prioritera millum
uppgávur og skyldur í lív
inum?
Eru hetta tínir tankar, ert
tú als ikki einsamallur ella
einsamøll um at føla tað so
leiðis.
Vit liva í einum samfelag,
har flestu av okkum renna
skjótari og skjótari frá einum
til annað, meðan vit royna at
fylgja við.
Men, í staðin fyri at renna
skjótari, kann tað gerast
nógv fruktarbarari at steðga
á og reflektera yvir, hvar tú
ætlar tær við lívinum.
Danska kvinnan, Helle
Rosdahl
Lund,
er
stjóri,
leiðsluráðgevi og fyrilestrar
haldari. Hon hevur arbeitt
við
leiðslu,
strategi
og
handilsmenning og er for
kvinna í tí, sum rópt verður
»Tænketanken CBAF« við
spurninginum um javnvág
millum arbeiðslív og familju
lív.
Hon sigur, at tað snýr seg
um at finna javnvágina í lív
inum, soleiðis at pláss verð
ur fyri øllum tí, sum er týdn
ingarmikið.
– Ein tíðarjavnvág kann
fyri okkum øll vera ein av
bjóðing. Tað er kanska ikki
so politiskt rætt, men við
fleksiblum
arbeiðstíðum,
flutningi, svøvni, tíð til mat
gerð og klædnavask eru tað
mong, sum heilt einfalt hava
brúk fyri at balansera sína
tíð millum ymisku arbeiðs
uppgávurnar.
Tó er javnvágin meira enn
ein tíðaravbjóðing.
Tekur ella gevur orku
Tað eru eisini arbeiðsupp
gávur, sum geva orku ella
uppgávur, vit eru so upptikin
av, at vit hava trupult við at
avmarka ta orku, vit brúka
upp á hesar. Tað er tá, at
vandin er fyri, at vit brenna
út.
– Tað er ein avbjóðing at
læra at meistra lívið, og hetta
er ein individuel javnvág,
sum eisini broytist gjøgnum
lívið. Tú kanst hava aðrar
tørvir í tíðini, tú hevur smá
børn enn í tíðini, tá børnini
eru flutt heimanífrá, sigur
Helle Rosdahl Lund.
Hon vísir á, at eitt lív í
javnvág
kann
knappliga
broytast, eitt nú við barns
burði, sjúku, missi ella einum
stóru vinningi í lotto - bara
fyri at nevna nøkur dømi úr
rúgvuni.
– Fyri at finna fram til
sína individuellu javnvág, er
neyðugt at kenna seg sjálv
an, sigur kvinnan, sum eitt
nú arbeiðir við sonevnda
»balansuhjólinum« sum eitt
amboð fyri at finna fram til
egin virðir.
Hon vísir á, at neyðugt er
at kenna seg sjálvan, soleiðis
at vit kenna aftur okkara
egnu tørvir og kunnu fortelja
øðrum um hesar.
– Tá okkara tørvir eru so
individuellir, kunnu vit ikki
rokna við, at onnur hava
somu tørvir sum vit – ei held
ur, at onnur geva sær far um
okkara tørvir.
Helle Rosdahl Lund sigur,
at á arbeiðsplássum er van
liga ein sonevnd »MUS-sam
røða«, har tú saman við stjór
anum einaferð um árið tosar
um, hvørjar væntanirnar eru
til hvønn annan.
Vit kunnu upplýsa, at ein
MUS-samrøða á donskum
stendur fyri Medarbejder
Udviklings Samtale.
– Ein slík samrøða kundi
eisini verið hóskandi í einari
familju, har spurningurin
verður umrøddur, hvussu vit
vilja liva saman sum familja.
Hvat er týdningarmikið fyri
okkum? Kunnu vit fara út at
ferðast saman, eta saman –
ella hyggja í sjónvarp saman
sunnudag uttan fartelefonir
og teldur? Hvussu skal tað
fíggjarliga verða hjá okkum?
Hvat við okkum sjálvum,
hvat hava vit brúk fyri?
Kanska bara einum lítlum
gongutúri við hundinum
– ella út í køkin at gera eitt
hvørt saman?
Betri at siga »shitt«
Helle Rosdahl Lund brúkar
eitt nú balansuhjólið, tá hon
skal hjálpa brúkarum at
finna fram til javnvágina í
lívinum, tí fyrimunurin við
at skapa eina grundleggjandi
javnvág er, at tað verður
lættari at »navigera«, tá lívið
ikki gongur heilt sum ætlað.
– Gerst tú arbeiðsleys/-
ur, tá tú ert komin upp
í árini, kann tað gerast
trupult at venda aftur til
arbeiðsmarknaðin, hóast tú
framvegis hevur eina rúgvu
at
geva
arbeiðsmarknað
inum.
Hon vísir á, at hevur tú
hinvegin eina grundleggj
andi
javnvág
í
lívinum,
verður tað lættari at siga
»skitt« og halda fast um, at
so leingi, tú gert tað rætta,
er ikki meira, sum tú kanst
gera.
– Slíkt kann lata upp dyr,
soleiðis at tú kanska kanst
brúka tína orku upp á eitt
hvørt sjálvboðið arbeiði, og
soleiðis kanst tú aftur fáa
samband við ein nýggjan ar
beiðsgevara.
Helle Rosdahl Lund mælir
til, at fólk gerast betri til at
siga »shitt«, tí sjálvt um vit
hava lagt ætlanir um vikuna,
sum stundar til, kunnu tveir
sjúkudagar í seingini skjótt
skjóta okkara ætlanir í senk.
– Slíkt kann henda fyri
okkum øll, og einki er at gera
við tað. Vit mugu spyrja okk
um sjálvi, um tað eru onkrar
av planløgdu uppgávunum,
sum kunnu bíða – ella, um
tað eru onnur, sum kunnu
loysa tær. Og so mugu vit
bara siga »shitt« til restina,
ið ikki ber til at loysa.
Javnvág merkir eisini, at
pláss er í lívinum fyri øllum
tí, sum ikki gongur við so
nógvari ferð. Øll menniskju
hava brúk fyri at halda fast
í sínum fundamenti og for
djúpa seg av og á.
– Tað er munur á, nær
nakað bara gevur eitt »kick«,
og nær nakað gevur veruliga
orku. Tú kanst lætt hoppa
frá eini uppgávu til aðra. Tað
kann vera trupult at siga nei,
og tí er tað ógvuliga týdn
ingarmikið at hyggja eftir
sínum virðum og ansa eftir,
at tú ikki letur teg stressa.
Øll hava onkrar uppgávur,
sum tey ikki tíma serliga
væl. Um møguleiki er fyri tí,
kanst tú lata øðrum hesar
uppgávur.
Góðtaka ymiskleikan
Hon vísir á, at tá tú lurtar
eftir kjaki um javnvágina
millum arbeiði og familjulív,
kann tónin skjótt gerast
hvassur, og tað er skjótt at
skjóta eftir hvørjum øðrum.
Men, í staðin fyri at hava
eina meining um, hvussu
onnur raðfesta í sínum lívi,
heldur Helle Rosdahl Lund,
at vit í størri mun eiga at
góðtaka ymiskleikan.
– Vit eiga ikki at skjóta við
skørpum eftir hvørjum øðr
um, tí onkur raðfestir øðrvísi
enn vit. Vit eiga at virða valið
hjá øðrum, soleiðis at vit øll
kunnu hava eina javnvág í
lívinum, sigur hon.
vilmund@sosialurin.fo
Kelda til greinina er
www.helse.dk, og tað er
Lene Jæger Thomsen,
sum hevur skrivað.
– Vit eiga ikki at skjóta við skørpum eftir hvørjum øðrum, tí onkur raðfestir øðrvísi enn vit. Vit eiga
at virða valið hjá øðrum, soleiðis at vit øll kunnu hava eina javnvág í lívinum, sigur hon