Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 3. desember 2014 · Nr. 138 Áki Bertholdsen Nýggja pensjónsskipanin hjá samgonguni er ein vanlukka fyri vanliga føroyingin. Tað staðfestir Sonja Jógv- an s dóttir, samskipari í Sam- taki. Á almennum fundi hjá Javn að ar flokkinum nú eitt kvøldi um okkara pen sjóns- skipan í framtíðini, stað festi hon, at nýggja pen sjóns- skipan in hjá samgonguni er rætt og slætt ein vanlukka. Hon vísir á, at avleiðingin av nýggju pensjónsskipanini, sum samgongan arbeiðir við, er, at stættarmunurin á før- oyingum, sum verður knæ- sett ur longu í móðurlívi, og sum heldur fram í arbeiðs- lívi num, skal halda fram í ellis ár um. - Stættarmunurin skal ikki bara halda halda fram, hann skal økjast, tí skatturin av lønum er ikki púra flatur, men skatturin av gjaldinum til eftirløn er púra flatur. Grundsjónarmiðið undir nýggju eftirlønarskipanini hjá samgonguni, er, at vit skulu fáa eftir, hvussu nógv við hava forvunnið í okkara arbeiðs lívi. - Endamálið við nýggju pen sjóns skipanin er, at vit skulu øll spara saman til okkara egnu vælferð í ellisár- um og so skulu vit fáa eftir- løn eftir lívslønini. Eitt sjúkueyðkenni - Hendan nýggj pen sjóns- skipan in er eitt av sjúku eyð- kennunum í føroyska sam- felag num, sigur samskipanin í Sam taki. Hetta er ein endalig upp- gerð við samhaldsfestið í sam felagnum, tí tað eru stór ir bólkar í samfelagnum, kanska 10% - 20% sum ikki fáa spart nakað saman til eftir løn. Her er talan um øll tey sum eru fyritíðarpensjónistar, øll tey sum eru á forsorg, øll tey sum eru í tillagaðum ella vardum starvi, ella fáa sjúkra dag pengar, øll tey sum fáa løn úr ALS, øll tey, sum eru í barnsburðarfarloyvi og øll tey sum fáa minstuløn. Øll hesi rinda ikki til eftir- løn, ella verður gjaldið drigið frá gjaldinum, sum er lágt fram manundan. - Allir hesir bólkarnir verða nógvar ferðir verri á ellis árum enn aðrir pen sjón- ist ar. Aðalendamálið er, at lívs løn i n skal vera eftirløn. Men allir hesir bólkarnir fáa ikki so frægt sum eftirløn av síni lívsløn. Almenna olmussuhjálp Sonja Jógvansdóttir sigur, at so satt eru vit á veg ímóti eini skip an, har tey, sum einki spara saman til sína egnu eftir løn, skulu hava eitt slag av almennari olmussuhjálp. - Hetta eru teir bólkarnir, sum hava mest brúk fyri ein- um trygdarnetið, men teir missa møguleikan at spara til sína egnu eftirløn. Samstundis eru vit á veg ímóti eini støðu, at um eini 20-30 ár verður onki at rinda rokn ingina til vælferðina við, tí pengarnir verða brúktir nú. Sonja Jógvansdóttir sipar til, at nú verða eftirlønir skatt að ar við inngjald. - Samstundis vita vit, at sum árini ganga, verða færri og færri sum arbeiða aftur- ímóti talinum á pen sjónist- um. - Tað merkir sostatt at all- ar tær risa upphæddir, fram - tíðar pensjónistar høvdu rind að í skatti um nøk ur ár, verða brúktar nú til ti l vild- ar ligar skattalættar til tey hægst løntu. Samskiparin í Samtaki sigur, at tað slepst ikki und- an, at avleiðingin av nýggju pensjónsskipanini verður, at fleiri brúkaragjøld mugu setast í gildi í heilsuverkinum og onnur. Serliga hart Sonja Jógvansdóttir sigur at hendan nýggja skipanin fer ser liga at raka tey við lægru inn tøkunum harðast. - Tað eru serliga verka- fólk, sum hava skerdar møgu leikar at spara til eftir- løn, tí ofta hava tey eitt hart arbeiði sum tvingar tey av arbeiðsmarknaðinum, áðr- enn tey røkka pensjónaldur. - Tað eru sjómenn eitt gott dømi um, sigur hon, men tað er eisini van ligt í heima røkt- ini og í fiski ídnað inum á landi. Tey eru oftari sjúk enn aðrir bólkar í sam- felag num, tey eru oftari í barnsburðarfarloyvi og oftari arbeiðsleys. - Tað merkir, at skipanini sum ætlanin nú er at seta í verk, fáa tey eina lága lívsløn, tí hesar veitingarnar geva ikki eftirløn, og tað gevur so aft ur eina lága eftirløn, sigur hon. NÝGGJ PENSJÓNSSKIPAN Áki Bertholdsen Tá ið vit nú skulu gera eina nýgg ja eftirlønarskipan, er tað neyðugt at vit fáa øll við. Tað sigur Sonja Jógvans- dóttir, samskipari í Samtaki. Á almennum fundi hjá Javnað arflokkinum um okkara pensjónsskipan í fram tíð ini, staðfesti hon, at tað eru nógvir bólkar, sum ikki kunnu spara saman til sína egnu eftirløn, ella í hvussu so er ikki nakra upp- hædd sum munar. Í hinari greinini her á síðu ni vísir hon á, at tað er rætt og slætt ein vanlukka. Tryggja øllum Hon heldur, at pensjónin skal ikki setast eftir, hvussu nógv fólk hava forvunnið í arbeiðs lívinum. Tvørtur ímóti skal pen- sjó n in vera ein lívrenta, ella eitt fast gjald um mánaðin so leingi pensjónisturin liv- ir. - Tað ber væl til at hava eina kravda samansparing, men hon skal ikki vera 15% av lønini, soleiðis sum sam- gongan hevur samtykt. Ein serfrøðingur kann rokna nágreiniliga, hvussu nógv gjaldið skal vera, men onku staðni ímillum 5% og 10% er hóskandi, heldur Sonja Jógvansdóttir. - Tað tryggjar øllum eina saman sparing til eftirløn. Men aðalendamálið má vera at fáa øll við í eini nýggjari pen sjóns skipan. Tí heldur hon at Sam- halds fasti skal vera kjarn in í eini nýggjari pensjóns skip- an. Ístaðin fyri at krevja eina upp sparing á 15%, er tað rætt ari at hækka gjaldið inn í Sam haldsfasta. - Samhaldsfasti kann saktans ferfaldast ella fimm faldast, tí tað fer at trygg ja øllum eitt hampiliga høgt botnstøði. Samstundus rinda øll skatt av Samhaldsfasta, so tað fer eisini at tryggja skatt liga haldførið hjá lands kassa num, sum annars stend ur fyri falli, tí fram- yvir skal allur tann stóri skar in av pensjónistum ikki rinda skatt. - Verður Samhaldsfasti mun andi styrktur, ber væl til at strika almennu pen- sjón ir nar, heldur hon. - Skipanin, samgongan ætlar at seta í verk, er ein skip an. Men enn kann støð an bjargast. Og fáa vit pensjónsskipanina á rætt- kjøl, er vandi fyri at skriðan eisi ni loypir á nógvum øðr um økjum og tað kann verða til óbótaligan skaða, sig ur Sonja Jógvansdóttir. Vit mugu fáa øll við Ein nýggj pensjónsskipan skal vera løtt og einføld, men tað er neyðugt at fáa øll við Ein vanlukka fyri vanligar føroyingar Hetta er eitt dømi um, hvussu sjúkt, føroyska samfelagið er, sigur Sonja Jógvansdóttir HART RAKT Pensjónsskipanin, samgongan arbeiðir við, fer at raka tey lægru løntu serstakliga hart, sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki