Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 119 - 25. juni 2004 Nr. 119 - 25. juni 2004 3 Stjórin á Strand- ferðsluni tekur ikki undir við, at mann- ingarnar á Strand- ferðsluni skulu gerast til tænastufólk, fyri at sleppa undan verk- føllum STRANDFERÐSLAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Manningarnar á Strand- ferðsluni skulu ikki gerast til tænastufólk. Tað heldur stjórin á Strandferðsluni, Kristian Davidsen. Sostatt tekur hann ikki undir við tankanum um at gera manningarnar á strandferðsluskipunum til tænastufólk fyri at sleppa undan teimum nógvu verk- føllunum, sum javnan leggja siglina hjá Strand- ferðslnui lamna. Serliga hevur Suður- oyggin verið hart rakt av verkføllum. Smyril er bundin at ikki færri enn fimm fakfeløgum: Skipara- og navigatørfelagnum, Maskinmeistarafelagnum, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag. Tað eru arbeiðarafeløgini, sum hava menninar, ið binda og loysa Smyril í Havn og á Drelnesi. – Sostatt er Smyril ofta raktur av verkføllum. Og hesi verkføllini raka suður- oyingar serliga hart, tí hetta er eisini tann longsta sigl- ingarleiðin til meginøkið. Tí hava politikarar, vinnulív, ferðavinna, frítíð- arfeløg og einstaklingar í fleiri ár tosað um at finna eina skipan, sum forðar fyri, at skipini verða rakt av verkfalli. Og tann skipanin, sum oftast hevur verið nevnd, er at gera manningarnar til tænastufólk, tí hava tey ikki loyvi til at fara í verkfall. Fær ikki trupulleikar at hvørva Men á evnisdegnum um samferðslu í Suðuroy sein- asta leygardag, segði stjórin á Strandferðsluni, at hann tók ikki undir við hesum tankanum. Hann var púra samdur um, at tað líktust ongum, at siglingin hjá Strandferðsl- uni so oftani er rakt av verkfalli. – Hetta kenna tey ikki til í øðrum londum um okkara leiðir og tað eigur heldur ikki at koma fyri í Føroy- um, segði hann. – Vit síggja tað ikki aðra- staðni og tað eigur heldur ikki at koma fyri í Føroy- um, at lívæðrin til heilar landspartar, verður kvett av. Men hann meinti ikki, at ein tænastumannalíknandi skipan fór at loysa trupul- leikarnar. – Ósemjur og frustratión- ir hvørva ikki fyri tað, um manningin verður tænastu- fólk. Hann sigur, at verða fólk- ini gjørd til tænastufólk, verður støðan tvørturímóti læst føst og tað er sera trupult at gera broytingar. Samtundis kann tað verða truplari at loysa ósemjur, tí ongin fær gjhørt nakað serligt. – Og ein tænastumanna- líknandi skipan, ger so ikki í sjálvum sær, at trivnaður- in ímillum partarnar, verð- ur betri. Hinvegin heldur hann, at partarnir, sum samráðast, eiga heldur at læra seg at tosa betri saman. – Tað, at samráðast, er ein førleiki, sum alt annað og eg haldi, at hetta er ein førleiki, sum partarnir á ar- beiðsmarknaðinum eiga at læra seg betri. Men nakra patentloysn, hevur stjórin á Strand- ferðsluni kortini ikki. Skulu heldur læra seg at tosa saman Ein tænastumannaskipan fyri manningarnar hjá Strandferðsluni, fær ikki ósemjurnar at hvørva, sigur stjórin á Strandferðsluni, Kristian Davidsen Stjórin á Føroya Fiskavirking tekur ávaringina frá Henriki Old, løgtings- manni, púra róligt FISKAVIRKING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit lata okkum ikki kroysta av nøkrum sum helst. Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking tekur ávaringina frá Henriki Old, løgtings- manni, púra róligt. Í Dimmalætting í gjár, krevur Henrik Old at fáa greið boð frá Fiskavirking um, nær virkið í Vági letur upp, og hvørjar ætlanirnar eru við virkinum. Hann sigur enntá, at hann er til reiðar at fara til landsstýrismannin fyri at fáa hann at leggja trýst á Fiskavirking fyri at fáa greið boð um virkið í Vági. Men hetta tekur stjórin í Fiskavirking púra róligt. –Hetta er so greitt: Vit lata okkum ikki kroysta til nakað sum helst. Vit koma við eini fráboðan um virkið í Vági, tá ið vit eru til reiðar til tess og hvørki fyrr ella seinni enn tað, sigur Meinhard Jacobsen. Hann heldur, at vilja politikarar hava ávirkan nakrastaðni, skuldu teir heldir roynt at ávirka tey viðurskifti, sum meiri ella minni eru undir eini al- mennari skipan. – Eitt nú kundu teir roynt at ávirka SEV fyri at fingið orkuprísin niður. – Men, hvat Henrik Old, ella aðrir politikarar, leggja upp til viðvíkjandi Fiska- virking, er ikki okkara trupulleiki. Royna víðari Annars sigur Meinhard Jacobsen viðvíkjandi virk- inum í Vági, at samráðingar hava verið um at leiga virk- ið til Faroe Farming til at arbeiða laks í. –Tær samráðingarnar endaðu úrslitaleysar, tí Faroe Farming er komið til ta niðurstøðu, at teir vilja heldur arbeiða laksin aðra staðni. Sostatt hava hava vit tikið til eftirtektar, at í hes- um sambandi koma vit ikki á mál. – Men vit hava samtundis sagt, at vit fara at lata virk- ið í Vági uppaftur og tað lyftið ætla vit at halda. – Og tá ið ein møguleiki fór fyri bakka, fara vit at leita eftir tí næsta. Og tá ið støðan er greið, skulu vit nokk siga frá. – Men nær tað verður, og hvat tað verður, koma vit við eini fráboðan um, tá ið vit eru til reiðar til tað. Tekur onki frá føroyingum Stjórin í Fiskavirking tekur tað sær heldur ikki nær, at Ingeborg Vinther í Sosial- inum í farnu viku átalaði Fiskavirking fyri at gera virki í Hetlandi ístaðin fyri at skapa arbeiði í Føroyum. Hon meinti, at Fiskavirking hevur eina serliga skyldu at skapa arbeiði í Føroyum og tí heldur hon lítið um, at ætlanin nú er at gera eitt virki í Hetlandi. – Vit hava gjørt av at kanna ein møguleika í Het- landi. Vísir tað seg at vera grundarlag fyri einum løn- andi virksemi har, gera vit tað. – Tað tekur ikki eitt tað einasta arbeiðspláss frá føroyingum. Tvørturímóti kann tað vera við til at styrkja grundarlagið undir fyritøkuni, sigur Meinhard Jacobsen. Annars heldur hann, at tað eigur ikki at koma óvart á nakran, at vit eru komin í trupulleikar. Vit hava fleiri ferðir ávarað um, at fór gongdin við alsamt hækk- andi kostnaðarstøði, at halda fram, so fór at ganga galið. – Og tað hevur tað gjørt! – Vit hava vitað leingi, at marknaðurin fór neyvan at klára at fylgja við tí vøkstr- inum, sum er í kostnaðar- støðinum í Føroyum. Prís- irnir á heimsmarknaðinum fylgja ikki við hækkingini í kostnaðarstøðinum í Føroy- um. –Tá ið so fiskurin har- afturat er smáfallandi, rakar tað eyka hart, tí tá er kapp- ingarførið uppaftur verri. Og tí fer so nógvur fiskur av landinum, sigur Mein- hard Jacobsen. – Hetta er tann heilt ein- falda støðan í einum nøtu- hylki, leggur stjórin í Fiska- virking afturat. Venda kikaran skeivan veg Annars vísir Meinhard Jacobsen á, at Fiskavirking er tann parturin av fiski- vinnuni, har virksemið er størst. – Vit royna at hava nógv virksemi, sum yvirhøvur gjørligt. Og ístaðin fyri at hugsa so nógv um okkum, sum royna at hava so nógv virksemi, sum gjørligt, áttu bæði Henrik Old og Ingeborg Vinther heldur at hugsa meiri um øll tey virkini, sum liggja still og at kalla ikki virka ein tann einasta stert. – Og tey áttu eisini at hugsa meiri um allan tann fiskin, sum fer óvirkaður av landinum, sigur Meinhard Jacobsen. heldur enn at brúka allar kreftirnar uppá okkum, sum royna at hava so nógv virksemi sum gjør- ligt. Meinhard letur seg ikki kroysta – Ístaðin fyri at hugsa so nógv um okkum, sum hava eitt so høgt virksemi sum gjørligt, áttu politikarar og fakfeløg heldur at hugsa um øll tey virkini, sum liggja still og um allan fiskin, sum fer óvirkaður av landinum, sigur Meinhard Jacobsen C M Y K 3 2