Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 119 - 25. juni 2004 Nr. 119 - 25. juni 2004 5 Í dag og í morgin verður »Wanna B- kappin«g og EM-Torg í SMS KAPPING Í SMS skipta tey fyri tí, ið tey rópa »Wanna B-kapp- ing«. – Í ensku orðagreipuni stendur, at »Wanna B«, merkir at »vilja-vera-sum«. Og tað er júst hetta, ið kappingin snýr seg um, nevnliga, at luttakararnir skulu líkjast onkrum kend- um sangara ella songkonu so nógv sum gjørligt, siga tey í SMS. Tey hava tónleikin, með- an luttakararnir skulu sjálv- ir skipa fyri framførsluni. Kappingin fevnir um tveir dagar ella kvøld. Byrjað verður við einum undan- umfari fríggjadagin 25. juni kl. 19.00. Sjálvt finaluum- farið verður leygardagin 26. juni kl. 14.00. Á Torginum er settur upp ein pallur, har tilmeldaðir luttakarar sleppa at royna seg sum teirra tónleikara- fyrimynd. Meira luttakarin líkist – klæðir, smyrsl, dansifet, andlitskeipur – størri er møguleikin at sleppa í finaluna. Luttakar- arnir syngja ikki sjálvir, men tað er hinvegin av týdningi, at teir kenna tekstin, tí, sum sagt, meir teir líkjast, størri er møgu- leikin at vinna. Tríggir dómarar eru settir at døma, og tað eru teir, sum avgera, hvør fer víðari í kappingini. Íalt 21 luttakarar hava boð- að frá luttøku, og av teim- um sleppa íalt 8 víðari í finaluumfarið. EM Torgið Fríggjadagin og leygardag- in er EM Torgið – sum SMS skipar fyri saman við Atlantic Airways og Coca- Cola – eisini opið, har m. a. EM-fótbóltur verður vístur og vitjandi kappast um heitið, at gerast besti EM- skjúttin. 2. og 3. innleiðandi um- far í kappingini um besta EM-skjúttan verður í viku- skiftinum. 2. umfar er fríggjadagin millum kl. 16.00 til 18.00 og 3. umfar er leygardagin millum kl. 11.00-13.00. Tólv teir bestu skjúttarnir í innleiðandi umførunum fara í finaluna, sum verður leygardagin 3. juli kl. 13.00. Vinnarin fær tveir Apex-flogferðaseðlar frá Atlantic Airways, eitt minikøliskáp frá Coca- Cola og tveir kassar av Coca-Cola 0,5 ltr. Nr. 2 og 3 vinna hvør sín Apex-flog- ferðaseðil frá Atlantic Air- ways og tveir kassar av Coca-Cola 0,5 ltr hvør. Í sambandi við tiltakið í vikuskiftinum skipar Coca- Cola fyri ymiskum undir- haldi og kappingum og bjóða teir eisini smakki- royndir. Til ber at lesa meira um tiltøkini í SMS á www.sms.fo Í eTollskipanini hjá Toll- og Skattstovu Føroya hevur nú í 1 ár verið møguligt hjá tollkreditt- kundum at tolla heiman- ífrá Næsta stig er, at vinnu- ligu kontantkundarnir eisini kunnu nýta eToll- skipanina. Hetta verður møguligt eftir summar- frítíðina 2004. Elektronisk tollav- greiðsla er, at innflytarar, ið eru vinnuligir kontant- kundar, elektroniskt senda fakturaupplýsingar til Toll- og Skattstovu Føroya og gjalda toll- rokningina um netið. Til ber at søkja um at gerast brúkari av eToll- skipanini við at venda sær til økið, har virkið er skrásett, ella fara inn á heimasíðuna hjá Toll- og Skattstovu Føroya www.tollskatt.fo og út- fylla eitt umsóknarblað. Á heimasíðuni www.etoll.fo fer tollav- greiðslan fram við bein- leiðis sambandi við Toll- og Skattstovu Føroya. Innflytarin fær soleiðis beinanvegin at vita, um tollavgreiðslan er góð- kend. Henda skipanin er enn ikki galdandi fyri vørur, sum verða innfluttar gjøgnum postverkið. Tollkredittkundar freist til 1. juli Teir kredittkundar, sum enn ikki nýta elektron- isku tollskipanina fáa freist til 1. juli 2004 at gerast eTollbrúkari. Eftir 1. juli verður bert møgu- ligt at hava tollkreditt í eTollskipanini. Tann gamla tollkredittskipanin dettur burtur. Víst verður til kunngerð nr. 37 frá 7. juni 2004, sum kemur í gildi 1. juli 2004. Tórshavnar Bátafelag hevur havt aðalfund, og nevndin er óbroytt. Í nevndini sita formaður Kartni Olsen, næstfor- maður Øssur Hjalt, kassameistari Alvi Niel- sen, skrivari Páll Klein, og nevndarlimur Erhard Mortensen. Tiltakslimir eru Petur Jensen og Jegv- an Bæk. Tórshavnar Bátafelag hevur eisini fingið nýggja heimasíðu, sum eitur www.marina.fo. Har finnast upplýsingar um bátafelagið, tíðindi, frásøgnir frá túrum, og myndir við web-kamera. Myndirnar frá web- kamera verða tiknar frá fleiri støðum á eystaru og vestaru vág og á Argjum. Tríggir siglitúrar hava verið higartil í ár. Siglt varð til kjalarvatnsstevnu í Vestmanna, til eystan- stevnu í Runavík, og til útoyggjastevnu í Hesti. Eitt afturvendandi til- tak, sum er á skránni hjá Tórshavnar Bátafelag, er siglitúrurin til Noregs. Ætlanin er aftur í ár at sigla fram við skergarð- inum í einar tvær til fýra vikur. Teir umleið 13 bátarnir, sum skulu við, verða førdir til Bergen vid Norrønu, har siglt verður frá. Og beint undan ólav- sókuni hevur bátafelagið bryggjudans á skránn. Enskur og føroyskur dansur verður í Vágs- botni tann 24. juli. hkm Web-kamera á fleiri støðum Elektronisk tollavgreiðsla Nógv undirhald á Torginum Í dag og í morgin verður »Wanna B-kappin«g og EM-Torg í SMS Dupult- skattaavtala fáast í lag Landsstýrismaður-in í fíggjarmálum, Bárður Nielsen skuldi á middegi í gjár hitta danska skattamálaráðharra num, Svend Erik Hovmann á málið um eina dupult- skattaavtalu, har ætl- anin er, at føroyingar krøkja seg í dupult- skattaavtalurnar, sum danir hava við aðrar tjóðir DUPULTSKATTA- AVTALA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Á middegi í gjár var ætl- anin, at landsstýrismað- urin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, skuldi avgreiða seinasta fundin við danir á hesum sinni. Seinasti fundur var við skattamálaráðharran, Svend Erik Hovmann. Landsstýrismaðurin og skattamálaráðhar rin skuldi umrøða møguleik- an fyri eini dupultskatta- avtalu millum danir og føroyingar. Stendur tað til Bárð Nielsen skulu føroy- ingar krøkja seg í dupult- skattaavtalurnar, sum dan- ir hava við aðrar tjóðir. Hjálpir vinnulívinum – Eg síggi stórar møgu- leikar hjá føroyskum vinnulívi um vit krøkja okkum í dupultskattaav- talurnar hjá dønum. Van- liga er tað rættiliga stríggið hjá føroyskum fyritøkum at fara undir at arbeiða í fjarskotnum londum, men ein avtala við danir kann broyta hesa myndina, heldur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Bárður Nielsen væntar, at ein dupultskattaavtala fer at gera tað lættari hjá føroyskum fyritøkum at leita sær út um førøysku landoddarnar eftir arbeiði. Hann sigur, at eydnast tað at fáa eina avtalu í lag við danir, kunnu føroyskar fyritøkur vænta sær eina væl skjótari viðgerð í skattamálum við tey av- varðandi londini, sum ætlanin er at arbeiða í. Grundtankin við eini dupultskattaavtalu er, at fer ein føroysk fyritøka til eitt nú Peru at arbeiða, so rindar føroyska fyritøkan skatt í Føroyum, hóast arbeiðið verður gjørt í Peru. Landsstýrismaðurin, Bárður Nielsen og danski búskapar- málaráðharrin, Bendt Bendtsen, hava gjørt avtalu um, at før- oyska landsstýrið fær fult innlit í føroysku peningastovnarnar og onnur fíggjarviður- skifti LÓGARTRYGGJAÐ INNLIT Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Ivin er nú endaliga burtur. Kemur ein føroyskur pen- ingastovnur í kreppu, fáa vit nú boðini at vita alt fyri eitt. Vit sleppa nú frá at hugsa um vit hava fingið allar upplýsingar frá døn- um, tá ein avgerð skal tak- ast, og tað fegnast vit sjálv- sagt um, sigur Bárður Nielsen. Føroyskir myndugleikar hava í fleiri ár ilskast á dan- ir um, at danskir politikk- arar hava tvíhildið um, at teir ikki vilja veita føroy ingum innlit í føroyska peningarstovns- og fíggjar- økið. Á fundi við danska bú- skaparmálaráðhar ran, Bendt Bendtsen, er nú av- tala komin í lag um, at før- oyska landsstýrið fær sama innlit í føroysk peninga- stovns- og fíggjarviður- skifti, sum danska Fíggjar- hevur í dag. Innlitið í før- oyska peningastovs- og fíggjarøkið skal staðfestast við lóg. Ongan spenning Síðan kreppuárini hava føroyskir politikkarar javn- an gjørt vart við vantandi innlitið í føroysku pening- arstovnarnir. Í kjalarvørrin- um av bankakreppunum fyrst í nítiárunum, og avtal- uni millum føroyingar og danir í 1998, tá tað varð staðfest, at føroyingar fingu evstu ábyrgd á búskapar- politikkinum, hevur eitt áhaldandi ynskið verið frá føroyskari síðu um størri innlit Hví hava danir loksins valt at geva okkum innlit? – Teir hava helst ásannað, at tað varð trupult at avvísa føroyska ynskið um innlit. Føroyingar hava leingi havt eitt ynski um at fáa innlit, og teir hava helst tikið ynskið í álvara. Høvdu teir áhaldandi gingið móti føroyskum ynskjunum, kundi tað elvt til óneyðugar spenningar millum Føroyar og Danmark, og tað ynskir hvørgin partur, svarar Bárður Nielsen. Arbeiðsbólkur Í næstum fer ein arbeiðs- bólkur við bæði føroyskum og donskum embætisfólki at greina, hvussu lands- stýrið endaliga kann fáa innlit í peningatovns- og fíggjarviðurskiftini. Seinni í ár skal arbeiðs- bólkurin koma við sínum tilmælum, og ætlanin er, at Føroya Løgting skal taka støðu til eitt lógaruppskot um innlit í peningastovns- og fíggjarøkið í komandi tingsetu. Loksins er ivin burtur -Ivin er nú endaliga burtur. Kemur ein føroyskur peningastovnur í kreppu, fáa vit nú boðini at vita alt fyri eitt. Vit sleppa nú frá at hugsa um vit hava fingið allar upplýsingar frá dønum, tá ein avgerð skal takast, og tað fegnast vit sjálvsagt um, sigur Bárður Nielsen Danski fíggjarmála- ráðharrin, Thor Petersen og Bárður Nielsen nýttu ikki nógva tíð til at um- røða útsagnirnar á stevnuni um blokkin hjá Norðuratlants- bólkinum. – Danska stjórnin er fullgreið yvir, at útsagnirnar á ráðstevnuni ikki umboða sjónarmiðini hjá landsstýrinum, sigur landsstýrismað- urin í fíggjarmálum EINGIN RENTULÆKKING Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Tað eydnaðist ikki lands- stýrismanninum í fíggjar- málum, Bárði Nielsen, at lækka rentuna á føroyska láninum til danska statin. Á fundi við danska fíggjar- málaráðharran, Thor Peter- sen, mikudagin, hevði Bárður Nielsen sett nøsina eftir at lækka rentuna úr 5 % niður í 4,5 %, men Thor Petersen var ikki til at vika. Thor Petersen grundgevir við, at rentan kring heimin er á veg upp, og tí setur hann seg ikki føran fyri í løtuni at lækka rentuna á føroyska láninum. Danski fíggjarmálaráðharrin segði seg kortini vera sinnaðan at viðgera rentuna seinni. – Tað er harmiligt, at danski ráðharrin ikki vil lækka rentuna, men eg skilji væl hansara sjónar- mið, sigur Bárður Nielsen Lánið hjá føroyingum til danska statin er í dag 1,650 mia. krónur. Við Útvarp Føroya mikukvøldið segði Bárður Nielsen, at ein rentulækking á 0,5 % hevði svarað til eina árliga spar- ing á góðar 8 mio. krónur hjá landskassanum Ráðstevnan ávirkaði ikki Nógv umrødda stevnan um blokkin hjá Norðuratlants- bólkinum á Christiansborg varð eisini havd á lofti á fundinum millum Bárð Nielsen og Thor Petersen. Spurdur, um umrøðan í donskum fjølmiðlum hevði ávirkað danska fíggjar- málaráðharran, svarar Bárður Nielsen, at danska stjórnin er fullgreið yvir, at útsagnirnar á ráðstevnuni ikki umboða sjónarmiðini hjá landsstýrinum. – Vit tosaðu leystliga um fiskimannafrádráttin og føroyska skattatrýstið, sum eisini kom fram undir ráð- stevnuni. Vit nýttu kortini ikki nógva tíð til at viðgera útsagnirnar á ráðstevnuni, vísir Bárður Nielsen á. Eingin rentulækking á hesum sinni Føroysk mynd á 20 krónu Tjóðbankin fer í næstum at geva eina 20 krónu út við føroyskum myndevni FØROYSK MYND Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Tað vóru ikki bara turr búskaparhugtøk, sum landsstýrismaðurin, Bárður Nielsen, og Bod- il Nyboe Andersen, danski Tjóðbankastjór- in, viðgjørdu á fundin- um seinnapartin miku- dagin. Í næstum fer Danski Tjóðbankin at geva eina serútgávu við 20 krón- um myntum út, og eftir ætlan verður eisini eitt føroysk myndevnið á se- ruútgávuni. Tjóðbankin fer at geva út eina røð av 20 krónum, har ymisk torn eru myndevni. Eitt føroysk torn skal prýða eina av teimum nýggju myntunum, ið skulu gevast út. Bárður Nielsen sigur, at føroy- ingar í næstum skulu gera av, hvat torn verður føroyska myndevnið. C M Y K 5 4