fríggjadagur 25. juni 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 119 - 25. juni 2004
Nr. 119 - 25. juni 2004
7
Eftir egið prentvirk-
semi í 126 ár hevur
p/f Dimmalætting
lagt saman við yngsta
føroyska prentfelag-
num Hestprent.
Nýggja prentsmiðjan
ber heitið Føroya-
prent, og Jon Hestoy
er stjóri, meðan Hjal-
grim Samuelsen er
nevndarformaður.
Høvuðsorsøkin til
fusiónina er sambært
stjóranum at betra
um kappingarførið á
óvarda marknaðinum
móti útlendskum
fyritøkum
SAMANLEGGING
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
P/f Dimmalætting og sp/f
Hestprent hava 23. juni
stovnað
nýggja
prent-
smiðju, sum fær heitið p/f
Føroyaprent.
Í
hesum
nýggja felagnum fer alt
virksemið hjá sp/f Hest-
prent og alt virksemið hjá
Dimmalætting innan ark-
prent í nýggju smiðjuna
Føroyaprent, men Føroya-
prent hevur tó einki við
prenti av tíðindabløðum at
gera. Nýggja smiðjan hevur
eisini yvirtikið bygningin á
Hoyvíksvegi 59 frá p/f
Dimmalætting, sum í 126
ár hevur rikið egið prent-
virksemi, men sum nú hev-
ur valt at fusionera við
yngstu prentsmiðjuna í
landinum, 20 ára gamla
Hestprent.
Meðan Jon Hestoy er
stjóri, verður Hjalgrim
Samuelsen nevndarformað-
ur í Føroyaprenti, og nevnd-
arlimirnir í nýggju prent-
smiðjuni eru Flemming
Samuelsen og Susann H.
Hestoy.
Hørð kapping
Leiðslurnar á Dimmalætt-
ing og Hestprenti hava av-
gjørt at taka hetta stigið fyri
at styrkja um kappingarfør-
ið. Kappingin á grafiska
økinum er hørð bæði í Før-
oyum og við útlendskar
prentsmiðjur, og við hesi
samanlegging gerst talan
sambært leiðsluni um eina
stóra prentsmiðju, ið hevur
neyðugu
útgerðina
og
styrkina at kappast. Stovn-
ararnir eiga hvør síni 50% í
nýggja felagnum.
– Í prentvinnuni er torført
at fáa rentabilitet, og íløgu-
krøvini eru sera høg. Tí
mettu vit, at ein fusión ger
okkum sterkari, og talan er
um eitt reint »fornuftsekta-
skap«, greiðir stjórin á ný-
klaktu prentmiðstøðini Før-
oyaprent frá, Jon Hestoy.
Sostatt er talið av før-
oyskum prentsmiðjum farið
frá fýra niður í trý, og sam-
an við Føroyaprenti eru tað
tey bæði Einars Prent og
Estra. Men sambært Jon
Hestoy eru størstu kapping-
arneytarnir uttanfyri land-
oddarnar.
– Tøknifrøðiligi fram-
burðurin ger vinnuna og
marknaðin óvardan frá út-
lendskum virksemi, og eru
vit tí í harðari kapping við
t.d. danskar prentsmiðjur.
Alt kann sendast tvørturum
landamørk via telduposti
ella pdf fílum, og nú er
breiðband eisini vaksandi.
So hóast vit eru fremst í
Føroyum, er kappingin sera
hørð, slær stjórin í Føroya-
prenti fast. Hann vísir eisini
á, at prísurin ongantíð hev-
ur verið so lágur í Dan-
mark, og hetta er alt við til
at økja kappingina.
Besta smiðjan
Í nítiárunum vórðu stórar
íløgur gjørdar í prentsmiðj-
una við Smyrilsvegin, so
hon í dag er best útgjørda
prentsmiðjan í landinum,
og serstakliga hava íløgur
verið gjørdar í litprenti.
Einasta 4-litaða prentmask-
inan í fullari stødd stendur
á prentsmiðjuni hjá Dimma-
lætting.
– Meðan grundarlagið
undir virkseminum hjá
Hestprenti hevur verið bøk-
ur, hava teir á Dimmu verið
sterkir at prenta bóklingar
og hefti, og kombinatiónin
av hesum fer vónandi at
eydnast væl, sigur Jon
Hestoy.
Í byrjanini var Hestprent
eitt satsvirki, men í 1999
varð byrjað at prenta eisini.
Í 2002 víðkaði Hestprent so
aftur virksemið sítt við
bókbindaríi, og er hetta
størsta bókbindarí í Føroy-
um í dag.
30 starvsfólk
Gott 30 starvsfólk fara at
starvast dagliga á nýggju
prentsmiðjuni Føroyaprent,
og hetta ger felagið til
størstu prentsmiðju í land-
inum. Við hesi samanlegg-
ing verða grafikarar, prent-
arar og bókbindarar savn-
aðir á einari prentsmiðju.
Við samanlegging til
nýggja felagið meta p/f
Dimmalætting
og
sp/f
Hestprent seg hava tikið eitt
stórt stig fram ímóti at
tryggja
Føroyum
eina
kappingarføra prentsmiðju,
og í samband við saman-
leggingina verður almenn
móttøka fríggjadagin 25.
juni á prentsmiðjuni á Hoy-
víksvegnum 59 kl. 15 til
17.30.
Hjalgrim Samuelsen nevndarformaður (v.m.) og Jon Hestoy stjóri uppi á nýggju prentmiðstøðini Føroyaprent, sum er nýggja felagið eftir samanlegging av Dimmu og Hestprenti. - Avgerðin er
tikin til frama fyri kappingarføri móti útlendskum fyritøkum, sigur Jon Hestoy
Mynd: Jens Kristian Vang
Hestprent og Dimma leggja saman:
Gamlir pengar
og nýggj initiativ
C
M
Y
K
7
6