Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 119 - 25. juni 2004 Nr. 119 - 25. juni 2004 9 Formaðurin í Búskaparráðnum um tilmælini: Fíggjarligi parturin átti at verið við – Eg haldi, at ein part- ur av ráðgevingini um fiskidagar átti at bygt á tann fíggjarliga partin í hesum, men her standa vit púrasta á berum, tí vit eru ikki við í ráðgeving- ini, sigur Hermann Oskarsson, formaður í Búskaparráðnum TILMÆLINI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tilmælini um fiskidagar, sum latin eru landsstýris- manninum í fiskivinnumál- um, Bjørn Kalsø, eru rættiliga misjøvn á máli um, hvussu nógvir fiski- dagarnir skulu verða komandi fiskiár, sum byrjar 1. september. Vit hava spurt formannin í Búskaparráðnum, Her- mann Oskarsson, um hann sum formaður hevur nakra meining um hesi viður- skifti. Á berum – Eg má siga, at her eri eg á einum lendi, sum eg ikki kenni nóg væl, og tí havi eg sum formaður í Búskap- arráðnum heldur ikki gjørt mær nakra ávísa meining um tey tilmæli, sum komin eru. Hermann heldur, at ráð- gevingin avgjørt eisini átti at fevnt um fíggjarliga partin, tí hesin sjálvsagt hevur týdning í saman- hanginum. Hann vísir á, at Kjartan Hoydal, sum hevur verið formaður í Fiskidaga- nevndini, áður hevur ført fram, at búskaparligi part- urin átti at verið umboð- aður í ráðgevingini. – Men her eru vit ikki við, og tí noyðast vit at melda pass, og tað haldi eg vera harmiligt, sigur Her- mann Oskarsson. Torfør tilmæli Hann sigur, at serliga í tíð- um, har fiskifrøðiligu um- støðurnar broytast, er tor- ført hjá fiskifrøðingum at gera síni tilmæli, og tað er ikki minst í slíkum tíðum, at vit áttu at verið við. – Eitt er fiskifrøðiliga ráðgevingin, sum fiskifrøð- ingarnir taka sær av. Eitt annað er tann búskaparligi parturin í hesum og avleið- ingarnar av teimum avgerð- um, sum tiknar verða, sigur formaðurin í Búskapar- ráðnum, Hermann Oskars- son. – Eitt er fiskifrøðiliga ráðgev- ingin, sum fiskifrøðingarnir taka sær av. Eitt annað er tann búskaparligi parturin í hesum og avleiðingarnar av teimum avgerðum, sum tikn- ar verða. Her áttu vit at verið við, sigur formaðurin í Búskaparráðnum, Hermann Oskarsson Eins og undanfarin ár, er etableraða fiskifrøðin og vinn- an ikki samd um talið av fiskidøgum TILMÆLINI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, hevur fingið til- mælini um fiskidagar fyri komandi fiskiár, er greitt, at hesi eins og undanfarin ár liggja langt frá hvørj- um øðrum. ICES og Fiskirann- sóknarstovan mæla til stórar skerjingar í fiski- døgunum eftir ávikavist toski, hýsu og upsa, og sambært tilmælunum hjá Fiskirannsóknarstovuni skulu hesar skerjingar serliga ganga útyvir húka- flotan, sum er útróðrar- flotin og línuflotin. Fiskidaganevndin mæl- ir hinvegin til óbroyttar fiskidagar burtursæð frá fiskidøgunum eftir toski á Føroya Banka, sum hon mælir til verða skerdir við 10%. Vinnulívið í Føroyum, sum hevur havt íslendska fiskifrøðingin, Jón Kristj- ánsson til hjálpar, heldur, at vit skulu venda aftur til grundarlagið, sum lá til grunds fyri fiskidagaskip- anini og møguliga hækka talið av fiskidøgum. Misjøvn tilmæli um fiskidagar – Høvdu politikarar havt fylgt ráðunum hjá fiskifrøðingum seinastu mongu árini, hevði hetta havt kost- að samfelagnum ógvuliga dýrt, bæði á sjógvi og landi, sigur Alfred Olsen, løg- tingsmaður og limur í vinnunevnd løgtings- ins RÁÐGEVING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Alfred Olsen, løgtingsmað- ur, sigur, at hóast tilmælini hjá fiskifrøðingum ikki hava verið fylgd, er ikki líkt til, at hetta hevur gingið álvarsliga útyvir okkara fiskastovnar. – ICES og Fiskirann- sóknarstovan hava í fleri ár mælt til niðurskurðir í fiskidøgum uppá í miðal eini 25% á hvørjum ári, tá ið ræður um høvuðsfiska- sløgini. Men hóast hesi tilmæli ikki eru fylgd, noyðast fiskifrøðingar kort- ini at ásanna, at fiskastovn- arnir sum heild eru væl fyri. Løgtingsmaðurin, sum eisini er limur í vinnunevnd løgtingsins, vísir til Kjartan Hoydal, fiskifrøðing, sum hevur sagt, at grundarlagið undir tilráðingunum hjá ICES og Fiskirannsóknar- stovuni er ein kvotaskipan og ikki fiskidagaskipanin, sum vit hava í dag. – Líkt er til, at fiskifrøð- ingar "gloyma", at vit hava eina – um vit so kunnu siga – sjálvregulerandi fiski- dagaskipan og ikki eina kvotaskipan, sum vit áður høvdu. Løgtingsmaðurin vísir á, at tilmælini hjá fiskidaga- nevndini hava víst seg at hildið betur enn tilmælini hjá ICES og Fiskirannsókn- arstovuni. Hann harmast um, at lagt verður so harðliga eftir húkaflotanum í nýggjasta tilmælinum hjá fiskifrøð- ini, tí hann heldur ikki, at grundarlag er fyri øllum tí, sum ført verður fram mót- vegis útróðrar-og línuflot- anum. – Tað, sum vit her síggja, er ein annar hugburður enn tann, vit plagdu at halda um húkaveiði, og eg ivist stór- liga í, um fiskifrøðin her er á rættari leið, sigur Alfred. Løgtingsmaðurin heldur, at høvdu tilmælini hjá fiskifrøðingum upp ígjøgn- um árini verið fylgd slav- iskt, hevði samfelagið havt mist ógvuliga stór virðir. – Hetta hevði so sanniliga sæst aftur, bæði á sjógvi og landi, sigur Al- fred Olsen, løgtingsmaður. Dýrt at fylgja ráðunum Alfred Olsen, løgtingsmaður, heldur, at tilmælini hjá fiskidaganevndini hava víst seg at hildið betur enn tilmælini hjá ICES og Fiskirannsóknarstovuni C M Y K 9 8