Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 119 - 25. juni 2004 Nr. 119 - 25. juni 2004 11 Ikki hoyrist nógv til oljuvirksemi um okkara leiðir í hes- um døgum. Tað er sum tøgnin valdar. Men tað nýtist tó als ikki at vera nakað ringt tekin. Rætt er tað, at eingin boring hevur verið á landgrunninum í ár og verður tað møguliga heldur ikki næsta ár. Kortini eiga vit at geva tí virksemi, sum er og verður beint hinumegin markið, ans. Tvs. bor- ingum á Atlantsmótinum og tískil við tilknýti til okkara egna øki. Sum áður greitt frá her í blaðnum verða ikki færri enn fýra fyri okkum viðkomandi brunnar boraðir í ár. Tríggir beint við markið, Cambo, Rosebank og Bedlington og eitt sindur longur eystari, Laggan. Hesi nøvnini siga okkum kanska ikki so nógv, men millum oljufólk og í oljuverðini eru hetta ikki einkisigandi og tilvildarlig nøvn. Hesi nøvn kunnu fáa kollveltandi týdning fyri oljuleiting og oljuvinnu á Atlants- mótinum í framtíðini. Bara ein av hesum fýra boringum gevur eitt positivt úrslit, so kann hon fáa positivar fylgjur fyri leiting á føroyska landgrunninum eisini. Í løtuni verður Cambo boraður. Hetta er fund, sum varð gjørt fyri tíð síðani og sum verður mett at vera eitt lønandi fund. Nú verður so roynt at finna fram til, hvussu stórt fundið er. Tað liggur beint hinumegin markið og nær 005 loyvinum hjá ENI og Føroya Kolvetni á okkara land- grunni. Positivt úrslit har vil alt fyri eitt skapa størri áhuga fyri hesum loyvinum. Taka vit so Rosebank, so er tað ein brunnur, sum verður boraður í juli ella august, tá boriskipið West Navigator, flytur seg nakrar fjórðingar norður eftir frá Cambo til Rosebank. Verður tann brunnurin til eitt lønandi fund, hvat summi í oljuverðini halda er væl møguligt, so setur tað ljóskastaran á umráðið okkaru megin markið, sum er eitt av økjunum, sum verður boðið út til leiting í 2. rundu. Fara vit so eitt sindur longur suður eftir aftur so verður í august borað í Bedlington-prospektinum. Eisini nær markinum. Ein spennandi brunnur, tí hann liggur ikki so langt frá verandi feltum í framleiðslu, Foinaven og Schiehallion. Fjórði brunnurin er so Laggan. Tað er eitt gamalt gassfund, sum verður mett at verða lønandi. Allar hesar boringar hava stóran týdning fyri framtíðar leiting á Atlantsmótinum og fyri tær báðar utbjóðingarnar, tí 2. føroysku megin markið og tí 22. bretsku megin markið. Komandi loyvini her fara nettup at liggja báðumegin markið og góð úrslit frá umrøddu boringum vilja hava týdning fyri komandi útbjóðingarnar. Laggan, sum liggur eystari, fer so at hava týdning fyri vónirnar at byggja upp ein infrastruktur fyri gassframleiðslu. Eisini føroysku oljufeløgini eru við í virkseminum. Atlantic Petroleum er við í Bedlingtonboringini við 1% við møguleika at hækka partin til 2,5%. Faroe Petroleum arbeiðir við at keypa seg inn í Laggan. Hetta merkir, at unga og nýggja føroyska oljuvinnan fylgir við og roynir at sleppa upp í part – báðumegin markið. Tað kann bert vera gott, hóast luttøkan er lítil. Men tá skal eisini havast í huga avmarkaðu orkuna. Bæði feløgini hava júst havt aðal- fundir, og teir vóru merktir av bjartskygni og framskygni. Vónandi fer teirra virksemi at bera ávøkstur føroyska samfelagnum til frama. Enn er tó spónurin bert settur í. Nógv og stórt arbeiði liggur fyri framman. Boringarnar í summar kunnu koma at vísa, at teirra vónir ikki eru hvørvisjónir. DAGSINS MEINING Sosialurin Spennandi tíðir hóast tøgn VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Viðmerkingar til kjaksending í ÚF 22. juni, 2004 um toskastovnin undir Føroyum Dánjal Petur Højgaard Eftir at hava hoyrt kjak- sendingina millum Jón Kristjansson og Petur Steingrund, kann eg eg ikki bara mær fyri nøkrum fáum viðmerkingum. Lat meg fyrst siga, at eg í útgangs- støði haldi, at tað er gott við kjaki, tí tá kann við- komandi kunnleiki verða lagdur fram fyri almenn- ingin til støðutakan. Somu- leiðis hevur ein og hvør rætt til at hava egin sjónar- mið - eisini Jón Kristjans- son um toskastovnin undir Føroyum. Stóri trupulleikin er bara tann, at Jón tykist ikki hava nóg góðan kunn- leika um serstøku viður- skiftini undir Føroyum til at kunna verð tikin fyri fult í sínum niðurstøðum um føroyska toskastovnin. Hetta kom skilliga fram undir orðaskiftinum í út- varpinum. T.d. táið t.d. Pet- ur Steingrund , sum í fleiri ár hevur gjørt gjølligar kanningar av føðini hjá toskinum undir Føroyum, greiðir frá úrslitum sínum. Tølini vísa greitt, at smá- fallandi toskurin inni á landgrunninum etur nebba- sild og krabbadjór, meðan størru toskarnir útiá land- grunninum eta hvítings- bróðir og svartkjaft. Tá ið Petur tekur hetta við inn í kjakið - úrslit frá túsunda- vís av toskamagum - hendir tað, at Jón púra blankt avvísir hesi fakta sum „ren skrivebordsbiologi‰! Aðrastaðni í sendingini smæðist hann ikki fyri at velja frítt eftir tørvi leys argument (‰dette er al- mindelig biologi‰...) at stuðla sínum egnu sjón- armiðum um at fiska sum mest. Hesin kjakháttur hansara gav mær satt at siga ein stóra skelk - og fær meg at øtast yvir, at mynd- ugleikar okkara veruliga hava havt tílíkan ráðgeva á lønarlistanum. Ein, ið eftir hesum úttalilsum at døma, hvørkii hevur kunnleika til ei heldur vil lurta eftir gjøl- ligum føroyskum kann- ingum á hægsta vísindaliga stigi! Føroysku kanningarnar føra til tilmæli um partvísa verju av teim stóru tosk- unum - soleiðist at føroyski fiskimaðurin kann fáa fleiri tons uppá land. Hetta eftir at ein uppvøkstur av toski eisini hevur verið úti á landgrunninum, har størri fiskurin ferðast. Fyri at gera stutt av, kann takast samanum soleiðis: verður veiðitrýstið so hart, at ongin toskur sleppur út á grunnin, ja so lissa føroy- ingar týðandi mongd av toskaveiðu! Sambært før- oysku kanningunum kann upp til ein triðjing meira fáast burturúr, sammett við, tá ið fiskað verður ov hart. Vit kunnu við ávísum fyri- varni samanbera hesa støðu við seyðahald í Føroyum. Heyst, vetur og vár er seyð- urin á bønum inni í bygd- unum. Um summarið verð- ur seyðurin sleptur út í hag- an at fáa meira gras, so lombini kunnu vaksa upp. Hvør seyðahaldari hevði latið áseyð og lomb verið gangandi heima á bønum um summarið, meðan gras- ið í fjøllunum vaks og vaks uttan at verið etið? - Tað er hetta sum hendir, um tosk- urin ikki sleppur út á land- grunnin at fáa fatur á føðini har. STANDMYND Standmynd eftir mynda- høggaran Hans Paula Ol- sen, verður avdúkað á øk- inum Yviri við Strond, millum Føroya Sparikassa og Skansan fríggjadagin 25. juni kl. 14. Tað er Sparikassagrunn- urin, ið handar Tórshavnar kommunu standmyndina, ið Hans Pauli upprunaliga gjørdi til Norðurbryggjuna í Keypmannahavn. Umboð fyri Tórshavnar kommunu, Tórshavnar Havn, Listasavn Føroya og Sparikassagrunnin verða við til handanina. Sparikassagrunnurin handar standmynd Vindmyllurnar koma upp Tað sigur stjórin í SEV, Klæmint Weihe, nú friðingarnevndin í Eysturoynni hevur gjørt av, at SEV sleppur ikki at seta vindmyllurnar upp í Neshaga VINDMYLLUR Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ætlanin hjá SEV er at seta tríggjar vindmyllur upp fyrst í september. Men henda ætlan hevur fingið eitt bakkast, tí friðingar- nevndin í Eysturoynni loyv- ir ikki SEV at seta vindmyllurnar upp. – Eg veit ikki, hvat or- søkin er. Tey grundgeva við, at friður og fuglalív skulu ikki órógvast, sigur Klæmint Weihe, stjóri í SEV. Spurdur um trupulleikar hava verið av vindmylluni á Toftum viðvíkjandi fugla- lívi, sigur Klæmint Weihe, at tað hava teir ikki hoyrt nakað um. Men hvat ætlar SEV at gera við málið? Tað er greitt, at hetta er eitt bakk- ast fyri vindmyllu-ætlanina hjá SEV, sum teir hava arbeitt við í longri tíð. – Tað er ikki avgjørt enn, hvat SEV fer at gera við hetta málið. Tað verður stýrisfundur mikudagin í næstu viku, og tá verður málið tikið upp til umrøðu, sigur Klæmint Weihe, stjóri í SEV. Myllurnar koma upp – Men eg vænti ikki, at vit fara at sleppa ætlanini um at seta vindmyllur upp, sigur Klæmint Weihe. – Men hinvegin, so má mann kanska gera sær tankar um, at friðingar- mynduleikarnir sum hava sagt sína hugsan um hatta. Og hví teir gera tað, sigur Klæmint Weihe. Spurdur um vindmyllu- ætlanin hjá SEV verður flutt til okkurt annað stað í Føroyum, sigur Klæmint Weihe, at tað er møguligt. – Tað er í øllum førum ein tanki, sum er í høvdin- um á mær beint nú, sigur hann. Hvar vindmyllu-virksem- ið hjá SEV møguliga verð- ur flutt til, veit Klæmint Weihe ikki at siga. – Tað veit eg ikki. Tað eru aðrir møguleikar í Føroy- um. Tað eru møguleikar bæði á Streymoynni, á Vág- oynni, og aðrastaðni, sigur hann. – Tað er givið, at tann ætlanin, sum vit høvdu í september mánaði, hon verður ikki nádd. Vit mugu finna upp á okkurt alterna- tiv, sigur Klæmint Weihe. Tað tykist ongin ivi um, at vindmyllurnar koma upp at standa. Spurdur um vit fara at síggja tríggjar nýggjar vindmyllur innan alt ov langa tíð, sigur Klæmint Weihe, at tað ivast hann ikki í. – Ja, tað vænti eg. Tað iv- ist eg ikki í. Tað verður neyvan í hesum árinum, tá ið vit nú hava fingið eitt bakkast viðvíkjandi tíðar- ætlanini, sum vit hava fing- ið við hesum, sigur Klæm- int Weihe. Vindmyllurnar eru bílagdar Ordrin fyri vindmyllurnar er longu lagdur, sigur Klæmint Weihe, stjóri í SEV. – Turbinurnar á vind- myllunum verða helst tær somu. Tað er onki at ivast í. Tað er ein spurningur um at finna eina aðra plasering, sigur Klæmint Weihe. SEV hevur møguleika at kæra avgerðina hjá friðing- arnevndini í Eysturoynni innan fýra vikur. Málið liggur nú hjá yvirfriðingar- nevndini, sum skal avgera, um kæran verður tikin til eftirtektar ella ikki. Tað er sorinskrivarin, sum er formaður í yvirfriðingar- nevndini. Avgerðin hjá yvirfriðingarnevndini verð- ur endalig. Náttúrufriðingar- nevndin fyri Eystur- oyar Sýslu hevur gjørt av ikki at eftirlíka umsóknini hjá SEV um at seta tríggjar vindmyllur upp í Nes- haga. Týsdagin var umsóknin avvíst VINDMYLLUR Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo SEV hevur søkt um at sleppa at seta tríggjar vind- myllur upp í haganum á Nesi. Ein vindmylla hjá SEV stendur longu í sama haga, men ætlanin hjá SEV er at seta tær nýggju vind- myllurnar nakað syðri, enn har gamla vindmyllan stendur. Men tað er ein trupulleiki fyri umhvørvið, er niður- støðan hjá Friðingarnevnd- ini í Eysturoyar Sýslu. – Teir søkja ikki um sama stað, sum teir hava áðrenn. Nýggja staðið liggur væl syðri, og landslagið er heilt eitt annað. Tað er hetta, vit hava grundað okkara av- gerð á, sigur Kristjan Martin Joensen, formaður í Nátturufriðingarnevndini í Eysturoyar Sýslu. – Vit meina tað, at land- slagið har er meira ser- merkt. Har er millum annað okkurt vatn. Men tað sum vit siga, tað er, at vit meta, at ætlanin hjá SEV kemur at misprýða náttúruna. Og tað er so, um farið verður longur suður í Nes-haga. Og tað er har, teir hava søkt um loyvi at seta vindmyll- urnar upp, sigur Kristjan Martin Joensen. – Tað eru ikki vindmyll- urnar sjálvar, sum vit ganga eftir. Vit halda ikki, at vind- myllurnar eru ljótar. Men tað er har, ætlanin er at seta tær, at tað fer at misprýða landslagið, sigur Kristjan Martin Joensen. Tað er í grein tvey, stykkið fimm í løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970, at støðið verður tikið. Har stendur, at »tá ið avgerð skal takast um byggiloyvi, hóast forboðið í stykki eitt og tvey, so skal ætlast um, um útsjóndin av ætlaða bygninginum ella har ætlanin er at seta hann, fer at misprýða land- slagið.« Friðingarnevndin hevur grundað teirra avgerð á tað seinna, sum verður sagt omanfyri. Teir meta nevnil- iga, at um myllurnar verða settar júst á hasum staði, so fer tað at misprýða land- SEV sleppur ikki – Eg vænti ikki, at vit fara at sleppa ætlanini um at seta vindmyllur upp, sigur Klæmint Weihe Tað eru ikki vindmyllurnar sjálvar, sum vit ganga eftir. Vit halda ikki, at vindmyllurnar eru ljótar. Men tað er har, ætlanin er at seta tær, at tað fer at misprýða landslagið, sigur Kristjan Martin Joensen, formaður í Nátturufriðingarnevndini í Eysturoyar Sýslu C M Y K 11 10