fríggjadagur 25. juni 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 119 - 25. juni 2004
Nr. 119 - 25. juni 2004
13
Bulgaria er heitasta
ferðamálið
Bæði á Faroe Travel í
Havn og á Fonn flog í
Klaksvík, siga tey, at
tað, hóast byrjandi
lágkonjunkturin, eru
støðugt fleiri fólk, ið
ferðast. Nógv tann
størsti parturin fer til
Danmarkar, men tá
tað kemur til charter
túrar, er Bulgaria
absolut heitasta
navnið
FERÐING
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Á Faroe Travel í Havn og í
Fonn flog í Klaksvík hava
tey í hesum døgum úr at
gera.
Føroyingar
vilja
nevniliga sleppa at ferðast,
og tað skal vera uttanlands.
Bæði í Havn og í Klaksvík
siga tey, at at um summarið
er bróðurparturin av ferða-
seðlunum til Danmarkar.
– Vit selja sjálvandi
nógvar ferðir suðureftir
eisini, men tað vísir seg, at
um veðrið er gott í Dan-
mark, so vilja fólk gjarna
sleppa niður. Ofta vísir tað
seg, at tey heldur velja at
fara suðureftir um heystið
og veturin. Tá er talið av
chartertúrum
ógvuliga
høgt, siga tey.
Tey greiða bæði frá, at
veðrið hevur eina stóra
ávirkan á føroyingar og
ferðavanarnar. Men tað
tykist tó vera púra ymiskt
hvat tað er fyri veður, sum
ávirkar.
Í Havn siga tey, at tað eru
nógv, ið fara suðureftir til
sólina, um veðrið er ringt
herheima og í Danmark. Tá
summarmjørkin
liggur
tungur yvir Havnini, vilja
fólk sleppa avstað. Í Klaks-
vík verður sagt, at tey ikki
hava henda tunga mjørkan,
sum liggur alt summarið.
Har er tað tvørturímóti tá
sólin skínur, at fólk fara at
brellast eftir syðri hori-
sontum. Í báðum førum er
tað tá er Bulgaria, sum fyri
nøkrum árum blómaði sum
ferðamál, ið veruliga er
heita navnið.
– Bæði Bulgaria og
Turkaland eru sera væl um-
tókt, tá tað kemur til charter
túrar. Og tað eru bæði
familjur og ungfólk í bólk-
um, sum fara avstað. Men
summi vilja heldur til Mal-
lorca og Rhodos, har tey
hava verið fyrr. Tað kennist
so deiliga trygt fyri summi
at koma aftur til kendar
umstøður ár eftir ár. Tað er
smag og behag. Summi
vilja jú eisini royna nakað
nýtt hvørt summar, og
ynskja ikki at fara aftur
higar, sum tey longu hava
verið.
Ung Rejs túrarnir
Tá ferðastovurnar verða
spurdar um UNG REJS
ferðirnar, ið hava verið
nógv umtalaðar og við-
gjørdar, eru svarini eins.
– Nei, tað verður ikki so
nógv bílagt av teimum
ferðunum. Tað er okkurt,
men tað er sum so einki at
tosa um, greiða tey frá.
Á Faroe Travel siga tey,
at tey undanfarin ár hava
selt nógvar UNG REJS
ferðir, men at talið er dalað
markant í ár. Grundgev-
ingin kann vera, at hetta
slagið av ferðum, ið er fyri
ungdóm ímillum 16-26 ár,
hevur fingið ringa umtalu.
Serliga var tað ein blað-
grein í fjør, ið var negativ
um hesar ferðirnar. So tað
kann vera, at foreldrini
heilt einfalt ikki vilja loyva
børnunum avstað. Tað eru
nevniliga fyriskipaðir túrar,
ið seta fokus á ungdóms-
og náttarlív, og tað sigst
ganga hart fyri seg.
Í Klaksvík verður sagt, at
minkandi áhugin fyri hes-
um
ungdómsferðunum
kanska skyldast, at føroysk-
ir ungdómar heldur ynskja
at slappa av og taka tað
róligt í frítíðini, heldur enn
at fylgja einum strømmum
skema, ið koyrir við fullari
ferð allatíðina.
Báðar ferðaskrivstovur
siga, at tey ferðandi sum
heild eru javnt býtt ímillum
aldursbólkarnar. Bæði pen-
sjonistar, familjur við smá-
um børnum og ung fólk
fara avstað um summarið.
Og talið av seldum ferða-
seðlum bara veksur ár um
ár.
– Tey siga, at tíðirnar fara
at gerast verri nú, men tað
merkja vit einki til. Fólk
ferðast akkurát tað sama,
kanska enntá eitt sindur
meir. Tað kann vera, at tey
vilja fara áðrenn ringu
tíðirnar koma, tað veit eg
ikki, men vit merkja so
einki til tað í ár, verður sagt
á Faroe Travel.
Føroyska summarið er ikki nóg freistandi fyri ein stóran part av føroyingunum. Teir vilja sleppa at ferðast uttanlands, og í ár er
Bulgaria heitasta ferðamálið fyri charter túrar
Meiri enn
helvtin verða
fødd uttanfyri
hjúnarlag
Í àrsfrágreiðingini frá
Landslæknanum sæst, at
tað vóru 709 børn fødd í
2003. Harav vóru 708
fødd livandi, meðan eitt
var deyðføtt.
Av øllum 709 børnun-
um vísir frágreiðingin, at
heili 57,7 % av børnun-
um, tvs nakað væl meiri
enn helvtin, vórðu fødd
uttanfyri hjúnarlagið. Í
1994 varð talið 44, 6 %,
og tað er so at siga vaksið
støðugt inntil í dag.
706 av teimum 709
børnunum fødd í 2003,
vóru fødd á sjúkrahúsið.
Síðani 1994 er bara eitt ár,
har øll børnini í einum ári
eru fødd á sjúkrahúsi, og
tað var í 1995. Hini árini
hevur talið tó ligið oman-
fyri 99%.
Nógvir nýføð-
ingar doyggja í
Grønlandi
Tølini fyri pinkubarna-
deyða í Grønlandi eru
óvanliga høg í mun til
hini norðanlondini. Bæði
hvat viðvíkur deyðfødd-
um, og hvat viðvíkur
børnum, ið doyggja innan
fyrstu liviviku.
Taka við tíðarskeiðið
1996-2000, síggja vit, at
meðan talið fyri børn, ið
doyðu innan fyrstu vikuna
í Føroyum var 1.2, vóru
tað í Grønlandi heili 11.3
børn, ið ikki livdu longri
enn fyrstu vikuna.
Eisini hvat tølunum fyri
pinkubørn deyð innan
fyrsta árið viðvíkur, eru
grønlendsku tølini nakað
væl hægri enn í hinum
londunum. Í tíðarskeiðn-
um 1996-2000 var før-
oyska talið 1.8, meðan tað
grønlendska var heilt uppi
á 16.8. Landið, sum hevði
næsthægstu tølini var
Noreg, ið hevði 4.1 børn,
ið ikki livdu fyrsta árið á
tamb.
Vit liva longri
og longri
Bert
síðani
1986
er
væntaða livitíðin í Norð-
urlondum longd munandi.
Stóri munurin, ið altíð
hevur
verið
ímillum
longdina á konufólka-
lívum og mannfólkalív-
um, tykist nú minka.
Kvinnurnar
hava
enn
munin og kunnu vænta at
liva longri enn menninir,
men væntaða livitíðin hjá
mannfólki leingist meiri
enn hon ger hjá konu-
fólkunum.
Tølini frá landslæknan-
um siga, at dreingir, ið
vóru
føddir
ímillum
1986-1990 kunnu vænta
at liva 72.8 ár. Genturnar
føddar í hesum tíðarskeiði
kunnu vænta at liva 79.6
ár.
Men uppá bert 14 ár er
væntaða
livitíðin
økt
munandi. Hjá børnum
fødd í 1996-2000 er vænt-
aða livitíðin 75.2 ár fyri
dreingir og 81.4 ár fyri
gentur. T.v.s., at í tey fjúrt-
an árini frá 1986 til 2000
eru dreingjalívini longd
2.4 ár og gentulívini 1.8
ár. Konufólkini hava so-
statt enn munin, men
spurningurin er, hvussu
long tíð man fara at
ganga, áðrenn tað verður
púra javnt.
Gongdin er hin sama í
nærum øllum Norður-
londum, men enn einaferð
haltar Grønland aftanfyri
saman við Álandi.
Grønland fylgir
ikki við
Har føroyskir dreingir
kunnu vænta at liva 75.2
ár, kunnu grønlendskir
dreingir ikki vænta sær
meiri enn 62.8 ár, heili
12.4 ár færri. Hjá gentun-
um er væntaði føroyski
livialdurin 81.4 ár, meðan
hann í Grønlandi bert er
68 ár. Føroysku genturnar
kunnu sostatt vænta sær
at liva heili 13.4 ár longri
enn tær grønlendsku. Tað
má sigast at vera ein sera
stórur munur. Landið, ið
hevur stytst væntaða livi-
tíð, um vit ikki taka Grøn-
land við, er Danmark. Har
er væntaða livitíðin fyri
dreingir 74.3 ár fyri
dreingir og 79.0 fyri gent-
ur. Tað er lítið minni enn
Føroyar, og væl meiri enn
Grønland. Í Grønlendsku
tølunum sæst enntá, at
ætlaði
livialdurin
hjá
konufólkinum
minkar.
Síðani 1986 er hann farin
frá 68.4 til 68.0.
Eitt annað land, ið ikki
fylgir rákinum í hinum
Norðanlondunum,
er
Áland. Har vísir tað seg
nevniliga, at tølini fyri
ætlaða livialdurin hjá
bæði konufólki og mann-
fólki eru minkandi. Áland
hevur tó síðan 1986 havt
nógv tey hægstu tølini, so
hóast væntaða livitíðin er
follin frá 1986 til 2000, so
er Áland framvegis ímill-
um tey lond, har íbúgvar-
nir kunnu vænta sær at
liva longst.
eys
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Eg vil á henda hátt takka øllum tykkum,
sum gleddu meg við blómum, telegramm-
um, telefonsamrøðum, vitjan og øðrum á 90
ára føðingardegi mínum 17. juni 2004.
Vinarliga heilsur
Hentze Joensen, Vágur
Dagurin
25. juni. Prosper. Halgimenni úr Fraklandi, sum teir
annars vita lítið um at siga uttan tað, at hann var høgt
mettur kirkjutænari í fornkirkjuni og doyði í 455.
Poul Guttesen í Havn hevur
sum tann fyrsti tikið út-
búgving sum glarmeistari í
Føroyum. Á glarmeistar-
skúlanum í Holbæk, har
Poul gjørdi sveinastykkið,
fekk hann bronsu, sum var
tann besti karakterurin,
sum varð givin
Poul er 44 ára gamal og
havnarmaður. Hann hevur
arbeitt á Føroya Termovirk-
ið við Sundsvegin síðan
1981.
Hjá teimum sum higartil
hava lært til glarmeistara,
hevur bæði skúli og starvs-
venjing gingið fyri seg í
Danmark.
Tá Føroya Termovirkið
bleiv góðkent sum læru-
pláss, fór Poul í 2001 í læru
sum glarmeistari. Lærutíð-
in var trý og eitt hálvt ár. Í
hesum tíðarskeiði hevur
hann fimm ferðir verið á
glarmeistaraskúlanum
í
Holbæk. Skúlin er tann ein-
asti av sínum slagi í Dan-
mark.
Á glarmeistarskúlanum í
Holbæk gjørdi Poul sveina-
stykkið. Hann fekk bronsu,
sum er tann besti karakter-
urin sum bleiv givin. Sein-
ast ein næmingur fekk
bronsu var í 2000.
Sum glarmeistari kann
hann gera alt glasarbeiði
innan øll øki, so sum glas-
veggir, fasadur, innramm-
ing og bilrútar ella havt tað
skal vera.
Lærumeistari var Andri-
as Ziska.
Poul Guttesen, Tórshavn:
Fyrsti glarmeistarin
sum hevur lært í
Føroyum
So fóru tvær býarmyndir
uppá 14 dagar. Tveir, sum
høvdu sína dagligu gongd,
í ringum sum í góðum tíð-
um, oman á keiina. Fyrst
var tað Niels hjá Bergtóru,
Niels Djurhuus – 81 ár, og
so nú Edvin Strøm, tann
sprelllivandi Edvin í sínari
grønu ulpu, tann seinasta
av sínum slag, sum vit
burdu varðveitt í Undir-
húsinum.
Fyri 40 árum síðani
komu tveir ungir menn inn
til okkum, eg var júst
komin úr Føringahavnini,
og spurdu eftir mær, tí teir
høvdu hoyrt, at eg hevði
plátur heim við Hank
Snow,
countrysangara.
Tær máttu teir lána fyri alt
í verðini og sleppa at
spæla umaftur og umaftur.
Menninir vóru Harry og
Edvin Strøm, báðir ordu-
ligir
countryfjepparar.
Sjálvandi var man stoltur
av at sleppa at læna tveim-
um so tilkomnum monn-
um henda fína tónleik, ella
musikkin, sum tað tá æt.
Og Edvin bleiv ongantíð
gamal nokk til at leggja
hendan musikkin á hillina,
nei verri enn so. Vit høvdu
eina avtalu nú aftur á jóan-
søku í Vági í hesum mán-
aða, at vit skuldu sita í
kjallaranum, – í hesum
flotta rúmi, ið hann hevði
riggað sær til fyri fleiri ár-
um síðani, – og lurta eftir
harmoniku- og country-
slagarum, meðan Edvin
spældi uppá skeiðirnar,
sum liggja á borðinum og
syrgja harra sín. Menn
gakk,
brádliga
sjúkan
forðaði hesum og vesturi í
gamla kirkjugarði verður
so ongin musikkur at
hoyra. Seinastu jóansøku
sótu vit til klokkan 06:30
og spældu so tað rungaði
um Toftadunga, sum nú
eisini syrgir sín meistara.
Toftadungi er eitt satt
prýði fyri bygdina, fan-
tastiskt útsýni yvir minnis-
varðaøkið. Og eitt tað
seinasta verkið, Edvin
gjørdi, var at fáa skeltið »Í
Toftum« upp á Tofta-
dunga, tá hann hoyrdi um
øll
gøtunøvnini,
sum
vórðu kunngjørd av bý-
ráðunum. Hann var skjót-
ur, tí snarsintur var hann.
»Her skal ongin gøta eita
nakað, hetta er í Toftum,
ferdugt«.
Og
skeltið
stendur so flott har millum
snóratræið og lítur niðan
móti Toftum. Jú,jú, temp-
aramentið var so sjarmer-
andi haldi eg, ofta stóð
hart á millum okkum báð-
ar, men líka so skjótt var
alt jarðlagt og stilt í sama
viðfangið, og endaði í
skjellilátri.
Merkiligt, at ein so liv-
andi maður – 76 ár, skal
vera so deyður, sum Edvin
nú er. Hann bleiv jú
ongantíð gamal, so týttur
og kvikur í replikkum,
sum diskussiónum. Vinur
var hann, tað skerst ikki
burtur, altíð í full »vigørð«.
At hann misti allar sínar
beiggjar – og var nú tann
seinasti av brøðrunum –
neiv hann, serliga teir
tríggjar Arthur, Herluf og
Kjartan, sum valla blivu
30 ár, tá tuberklarnir herj-
aðu
í
40’unum
og
50’unum. Men missin av
bróðursynunum Martin og
Kjartan tók honum virku-
liga dygt, eg haldi hjartað
fekk meira skaða av tí í
seinastuni.
Sum tann perfektionist-
urin Edvin var, hevur
hann, ella hevði hann, nú í
seinastuni dygst niðri í
gamla kirkjugarði ból, har
allir beiggjarnir liggja,
uttan Harry og Sjúrður,
sum liggja grivnir yviri í
Líðini. Hann ruddaði og
reiddi og gyrdi, – skøvað-
ist fyri sítt egna ból, tí har
niðri við sjóvarmálan á
Kirkjukletti,
har
vildi
hann liggja og megnaði at
fáa tað klárt. Men at tað
bleiv í ár, tað vardi hvørki
hann ella Helenu ella
nakran av okkum.
Tað er so nógv, man
kundi sett saman um Ed-
vin, nú nakað er fráliðið
síðani Grækarismessu, og
man hevur vant seg við
tankan, at Edvin kemur
ikki aftur á Toftadunga og
í heimið hjá Helenu og
honum, sum hann pussaði
og passaði so væl. Hann
segði eisini við Helenu, tá
hon og døturnar vóru og
vitjaðu hann á Lands-
sjúkrahúsinum;
»Farið
tygør bara suður aftur – je
komi suður í kistu«. So
perfektur var gubbin!
Aftaná, at Edvin helt
uppat við lastbilunum,
sum skinu sum ellisakfør,
bæði tann grøni, síðani
tann reyði, fekk hann sær
stuttleikabát – »Rádni« at
navni, – so aftur at pussa
har umborð og á 60 ára
degnum fyri 16 árum síð-
ani gjørdi hann av, at til
Shetlands skuldi hann við
hesum fræga farið. Alt
bleiv pussað við brasso
umborð, tí nógvar vóru
glitrandi gávur til bátin og
hann á 60 ára degnum.
Men hann skuldi jú hava
mann við sær og bleiv tað
so eg. So vit hildu avstað
saman við »Johannu TG
326« sum móðurskip á
veg til Scalloway. Men
hann kom av landsynn-
ingi, so »Rádni« brast
nakað hart av og á, og til
síðst fór at leka. Vit tætt-
aðu, men onki hjálpti, og
sum myndirnar vísa, so
sleipaðu vit sum longst,
inntil bert stavnurin var
undan, tá bleiv endin
kappaður og »Rádni« fór
til botns beint vestanfyri
Foula. Tá fullu mong tár.
Men vit fingu ein fínan túr
við »Johannu« í allari
sorgini.
Sum sagt var Edvin á
keiini hvønn dag, og at
byrja við var tað Eddie,
abbasonurin, hann leiddi
har niðri, síðani bleiv tað
Steinar og seinast Helena,
abbadótturin, sum átti
tørn. Nú eru teir túrarnir
niðurlagdir fyri well! 3
varðar hevur Edvin í
hvussu er sett eftir seg.
Fyrst er tað Toftadungin,
har hann staðfestið forna
navnið »Í Toftum«, sum
hann so vakurt setti upp
herfyri, sum áður nevnt.
So er tað flotta Undirhús-
ið, sum stendur sum ein
klenodia við síðuna av
»Royndini
Fríðu«
og
Nólsoyar Páll. Jú, vit
koma at minnast hesar við
takksemi til Edvin Strøm.
Nú er tað bara tað - hvør
kemur at passa Toftadung-
an? Verður tað Seyvar ella
Steinar ella Helena – ja,
tað fáa vit at síggja, men
viðlíka má tað haldast í
Edvin’sa ond.
Við tøkk fyri góð gomul
minnir, og við friði yvir
títt minni og við sam-
kenslu til tykkum øll, sum
hava mist, sendi eg hesa
seinastu heilsu til vinin
Edvin Strøm.
PeDaNo
Toftadungin grætur
Perfektionisturin, maðurin, pápin, abbin og gubbin
Edvin Strøm – látin!
76 ár – grækarismessudag 2004
Edvin í miðjuni millum Kristian á Bakka og Thomas Winther inni hjá Brattaberg. Hatta
var »Landsliðið á Nesi« í 1972, vegarbeiði úti á Nesi, vegurin Vág – Hov
C
M
Y
K
13
12