Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 25. juni 2004 15 Roknskapurin fyri pf Kósin Seafood vísti eina týðuliga aftur- gongd í mun til und- anfarin ár. Stjórin í JFK Trol, Hanus Han- sen, ásannar, at tað er tungt í løtuni, men hann hevur vónir um, at tað fer at batna. Samstundis heldur hann eisini, at polit- isk stig mugu takast til tess at stýra nøgd- ini av óviðgjørdum fiski, sum fer av land- inum FISKIVINNA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Hanus Hansen, stjóri í JFK Trol, heldur ikki, at tað er nøkur orsøk til at óttast fyri Kósavirk- inum, hóast roknskapurin vísir týðulig tekin um, at tað gongur niður á bakka fíggjarliga. – Roknskapurin fyri Kós- ina varð raktur av, at vit yvirtóku Pure Water um ársskiftið 2002/03, tað er ongin ivi um tað. Men so skal tað eisini sigast bein- anvegin, at tá var tað virkið í svárum fíggjarligum trupulleikum við einum undirskoti áljóðandi nærum tíggju milliónum. Tað í sjálvum sær, sær munandi betur út nú, men enn er tað ikki nóg gott, sigur Hanus Hansen. Hann viðgongur eisini, at tað er serstakliga tungt at fáa fisk upp á land til virk- ini fyri tíðina, so hann stað- festir, at tað er tungt í løt- uni. – Hetta er sjálvandi eisini ringasta tíð á árinum at fáa fisk, og tað eru samstundis heldur ongi útlit fyri, at tað verður lættari, sum støðan er nú. Men sjálvandi vóna vit, at tað fer at batna, sigur hann. Politisk stig Stjórin á JFK Trol vísir á, at tað er ótrúliga óheppið, at so nógvur fiskur fer óvirk- aður av landinum. Men samstundis sigur hann seg skilja tað væl, tá hugsað verður um, at tað kostar nærum dupult so nógv at virka fiskin í Føroyum enn í til dømis Skotlandi, sum er høvuðmarknaðurin fyri hýsu úr Føroyum. – Tað má gerast okkurt frá politiskari síðu fyri at stýra øllum tí óviðgjørda fiskinum, sum fer av land- inum, sigur hann. Hann leggur dent á, at tað hetta ikki skal skiljast sum, at hann heldur, at flakafólk í Føroyum vinna ov nógvan pening. – Tað haldi eg ikki, tvørt- urímóti. Men eg kann ikki lata vera við at seta spurn- artekin við, hví føroyingar skulu fiska fiskin, tá vit ikki hava ráð til at arbeiða og virka hann her í land- inum, sigur Hanus. Hann heldur, at tað til- feingið, sum føroyingar hava, eigur at verða tillagað soleiðis politiskt, at tað verða føroyingar sjálvir, sum virka fiskin antin á sjógvi ella á landi. – Hitt er púra burturvið, heldur Hanus Hansen. Hann staðfestir at enda, at tað er best, um føroying- ar sjálvir arbeiða fiskin, og um so skal verða, so eigur tað ikki at kosta dupult so nógv, sum hjá grannalond- unum. Og samstundis átti tað, sambært Hanusi, ikki at gingið út yvir lønina hjá arbeiðsfólkinum á landi. – So tað er ongin ivi í mínum sinni um, at her mugu og skulu politisk stig takast til tess at betra um støðuna, sigur Hanus Han- sen, stjóri á JFK Trol. Í døgunum 2. til 10. juli vitjar Musikkoret København í Føroyum. Tey fara at hava fýra konsertir ymsastaðni í land- inum. Hetta er somu- leiðis fjórða vitjanin hjá kórinum í Føroyum KONSERT Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Musikkoret København er samansett av sangarum og tónleikarum. 38 sangarar og 14 tónleikarar koma til Føroyar tann 2. juli. Orkestrið hevur eisini tveir føroyskar tónleikarar. Endamálið hjá kórinum er, at boða gleðiboðskapin í gjøgnum sang og tónleik. Og hevur tað verið í mongum londum á kon- sertferðum. Seinast tey vóru uttanlanda var í 2001, tá tey vitjaðu í Spania. Løgini, sum kórið syng- ur, eru bæði einføld a- capella satsir, sangir og sálmar og krevjandi kór og orkesturverk. Kórið skal sum sagt halda fýra konsertir. Sunnudagin 4. juli í Christ- ianskirkjuni í Klaksvík, mándadagin 5. juli í Fríðrikskirkjuni á Toftum, 7. juli í Vesturkirkjuni í Havn og tann 8. juli í Vestmanna kirkju. Allar konsertirnar eru ókeypis. Kór og orkestur syngja og spæla Handel, Haydn, Puccini, Vivaldi, Mozart, Gade og nakrar sangir og sálmar. Tað er tungt í løtuni Hanus Hansen, stjóri á JFK Trol, heldur, at tað skulu politisk stig til fyri at stýra nøgdini av óviðgjørdum fiski, sum fer av landinum Danskt kór á vitjan Roknskapurin vísti eitt avlop á 644 tkr., men verða roknskap- arteknisku broytingarnar ikki tiknar við, var talan um eitt hall á 1.027 tkr ROKNSKAPUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Verkfall, niðurgongd á marknaðunum og stórt undirskot av roykingarvirk- seminum. Hetta sigur nevndin í P/F Kósini í Klaksvík vera orsøkirnar til vánaliga ársúrslitið hjá felagnum. Í ársfrágreiðingini til aðalfundin staðfesti nevnd- in, at 2003 ikki royndist serliga væl hjá virkinum. »Stóð niðurgongd hevur verið á marknaðinum fyri saltfisk og frysta fram- leiðslu í Europa, og sama kann sigast um marknaðin fyri royktar vørur. Samstundis er kostn- aðarstøðið sum heild munandi økt, eins og kappingin um ráfiskin hev- ur verið hørð. Hesi viður- skifti hava rakt felagið meint í 2003. Harumframt var eitt drúgt verkfall á ar- beiðsmarknaðinum í 2003, sum hevði stórar negativar avleiðingar fyri felagið« Hampulig framtíðarútlit Hóast døpru orðingarnar, so gav ársroknskapurin hjá felagnum eitt positivt úrslit á 644 tkr. Úrslitið av vanliga rakstrinum var tó eitt hall á 1.027 tkr. Mun- urin millum hesi tøl er í størstan mun afturføring av áður framdum niður- skrivingum, og so inn- tøkuføring av broytingini í útsettum skatti. Hóast orðingarnar í árs- frágreiðingini tykjast dapr- ar, so roknar nevndin tó við, at tað framyvir verður størri lønsemi í virk- seminum. Eitt nú verður víst á, at dótturfelagið, Pure Water, gav eitt hall á einar 4 mió kr., men at hetta í stóran mun varð uppvigað av positiva úrslitinum fyri saltfiskavirksemið. Eisini hóast eisini hesin marknað- ur hevur verið niðurgang- andi. Og nevndin kann eisini vera hampuliga væl nøgd um fíggjarstøðu felagsins. Við árslok 2003 var bókaði eginpeningurin 41.429 tkr. Umferðarognin hjá felag- num er góðar 57 mió kr., meðan stuttfreistaða skuldin var beint omanfyri 39 mió kr. Roknað sum miðal fyri árið, vóru 217 ársverk á Kósini í fjør. Undirskot á Kósini Hóast raksturin á Kósini gav hall í fjør, so verður roknað við, at størri lønsemi verður í virkseminum komandi árið Musikkoret København kemur á konsertferð í Føroyum í døgunum 2. til 10. juli 15 14 Nr. 119 - 25. juni 2004 Higartil í ár hevur lítið av lunda verið at síggja. Men hetta merkir tó ikki, at fleygingartíðin fer at roynast illa LUNDI Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Árið í fjør royndist serstak- liga illa viðvíkjandi fleyg- ing av lunda. Og higartil í ár hevur verið lítið av lunda at síggja. – Vit hava sæð lítið av lunda í ár, men ofta er tað soleiðis, at lundin sæst ikki fyrr enn fleygingartíðin byrjar, sigur Óla Jákup Dímun, bóndi á Stóru Dímun. Tað er komið fyri fyrr, at næstan oyðið er við lunda inntil fleygingin byrjar, so bóndin hevur framvegis vónir um, at árið fer ikki at roynast eins illa og í fjør. Eitt miðalár verða eini 2- 3000 lundar fleygaðir, men í fjør fingu menn bert eini 300 lundar. – Árini eru ymisk, men tað er óvanligt, at skilið er so ringt, sum tað var í fjør, greiðir Dímunarbóndin frá. Allastaðni Dímun er ikki einasta stað- ið, ið tað sá so illa út í fjør. Soleiðis var allastaðni runt Føroyar. – Um ongin ella fáar pisur koma undan ár undan ári, so gongur tað sjálvsagt útyvir stovnin. Men nakað er vorpið, tí onkrir sildberar hava verið at síggja. Fleygingartíðin byrjar á Syftissøku, 2. juli og heldur áfram inn í august mánað. Lítið av lunda at síggja Árið í fjør royndist illa við lunda, men vónandi er skilið ikki eins ringt í ár, sigur Óla Jákup Dímun, bóndi á Stóru Dímun Eitt miðalár verða eini 2-3000 lundar fleygaðir. Í fjør royndist illa við 300 lundum -feiðra seinasta skúladag í Mentunar- húsinum í Fuglafirði. TÍÐINDASKRIV Fríggjakvøldið kl 23.00 lata hurðarnar upp í Ment- unarhúsinum, tá tónarnir frá Ampaljóð, nýggjastu fløguni á føroyska tón- leikamarknaðinum, verða at hoyra. Seinasti skúladagur er og ungfólk í stórum tali eiga at streyma til konsertina, ið enn eina ferð prógvar, at stirðil er í føroyska rokk- inum. Á konsertini verður bæði livandi rokkur, tá hann er bestur og eisini verður tann best umtøkti føroyski DJ'arin, DJ Switch á pallinum. Hetta skuldi borga fyri einari spennandi og fjølbroyttari skrá við góðum stemmningi fyri allar pengarnar. Sjálvandi verður tann nýggjasta og týðningar- mesta føroyska fløgan á marknaðinum í løtuni, Ampaljóð, til keyps. Tað ræður um at ogna sær hana sum skjótast, tí hon gongur longu sum heitt breyð og verður roknað av mongum sum eitt gjøgn- umbrot fyri eitt nýtt slag av føroyskum rokki nevniliga „Spren Sound”. Bólkarnir, sum verða við, eru: • Speaker • 48 Pages • onkikanndiskuterast. altkann • Lama Sea • Glitch Umframt DJ Switch SPREN REX og AMPALJÒÐ C M Y K 14