fríggjadagur 25. juni 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 119 - 25. juni 2004
Nr. 119 - 25. juni 2004
17
Mentanarlív
Í einum risa stórum bygn-
ingi mitt í London, heldur
Tate modern til. Hetta er
eitt listasavn við moder-
nistiskari list. Her er ein
blandingur av gomlum og
spildurnýggjum listaverk-
um, við listafólki úr øllum
heiminum. Verk av kendum
monnum sum Monet, Dalí,
Picasso og Andy Warhole
hanga her.
Bygningurin er í fleri
hæddum við rullutrappum
ímillum,
stórum
bóka-
handli og eini risa mat-
stovu. Hæddirnar eru býttar
upp í nýggj og eldri lista-
verk. Tað er ókeypis at-
gongd, men gjald verður
tikið, um tú vilt inn at
hyggja á tveimum teimum
ovastu hæddunum.
Listaverk
Av tí, at savnið er so stórt,
við so nógvum ymiskum at
síggja, so er tað heilt víst
okkurt fyri øll. Nøkur verk
vóru, sum serliga settu
hugsanir í gongd og sum
drógu fólk.
Einastaðni hekk eitt verk
á bróstinum. Tað var eitt
petti, sum var brotið av eini
skúlatalvu. Á hesum brotna
og gamla talvubitanum,
hevði ein týskur lærari og
filosofur við kriti skrivað
nakrar hugleiðingar í einum
skúla, einaferð fyrst í
70’unum.
-Vit vilja ikki verða kall-
að primitiv ella djór. Men
hvussu kunnu vit kalla
okkum siviliseraði menn-
iskju, tá vit eta okkum mett
hvønn dag og sova væl
hvørja nátt, væl vitandi um,
at ein triðingur av heim-
inum gongur svangur, uttan
at hava nakað stað at búgva.
Við okkara líkagleði og
okkara vulgæru greði eftir
at verða siviliseraði, prógva
vit jú, at vit júst ikki eru
tað.
Nakað
soleiðis
stóð
skrivað. Hetta fekk fólk í
hópatali at steðga á, og
hugsa eina løtu.
Eitt annað verk var ein
stuttfilmur, sum vardi einar
3 minuttir. Vit sóu ein mann
leggja nakrar fruktir í eina
skál og seta hana á borðið.
Síðani sóu vit frugtirnar
rotna so spakuliga. Fruktin
gjørdist fyrst rukkut, síðani
byrjaði hon at gerast loðin.
Síðani sóu vit, at kykt
komu og løgdu egg, og at
enda, at alt skreið skart. Tá
filmurin var liðugur, var
einki eftir í skálini. Film-
urin koyrdi umaftur og
umaftur, og eisini her
støðgaðu nógv fólk á og
vórðu standani eina løtu
burturi í egnum tonkum.
Til eitt rúm var long kø.
Bert 10 fólk sluppu inn í
senn, tí listaverkið inni var
so skoypiligt. Tá eg kom
innar og sá verkið, fann eg
hvørki høvd ella hala í tí.
Ein vanlig, veik ljóspera
hekk niður úr loftinum, og
rundanum hana hekk órudd
og skrambul av øllum
møguligum slagi. Tað minti
mest um at koma inn í ein
óruddiligan kjallara. Heilt
inni við ljósið hekk ymiskt
smátt leikutoy. Dukkur, við
ongum ørmum, illa farnir
actionmenn, bóltar o.s.fr.
Uttanfyri tað, hingu ymisk
størri ting: rustaðar súkkl-
ur, kruvdir gummistivlar,
klæðir av ymsum slag,
vatnslangur og havaamboð.
Allar uttast hingu so nakrir
stórir bjálkar og fjalir. Eg
gekk runt og runt um hetta
sveimandi listaverkið, sum
fylti alt rúmið, og undraðist
á hvat hetta mundi vera.
Fann ikki nakran boðskap,
hóast eitt serligt huglag
merktiskt týðiliga. Men tá
eg sá navnið á verkinum,
klárnaði fyri mær. Stuck in
Time, æt tað. Tað lýsti
gomul minnir, sum bara
hingu púra still og sveim-
aðu, onkustaðni í gloymsk-
uni.
Alt at síggja
Tate modern hevur eitt
systir savn, sum hevur
meira klassiska list. Runt
um í London eru somu-
leiðis í hundratalið av øðr-
um søvnum.
Um skip hava tín áhuga,
so er í London stórt skipa-
savn, við gomlum seglskip-
um, heilt frá tíð Nelsons.
Har er eisini savn við
nýggjastu lampulistini! Har
eru søvn við Sherlock
Holmes, Charles Darwin,
filmslist, gomlum klæðum,
ja eg kundi hildið á.
Har eru nógv áhugaverd
søgulig støð at vitja, t.d.
Stonehenge, sum flestu
fólk munnu hava sæð
myndir av. Bath, sum eru
leivdirnar av einum róm-
verskum spa og the Tower
of London, fyri bert at
nevna nøkur. Har eru gom-
ul slott og borgir so tað
forslær.
Allastaðni í býnum liggja
faldarar við tilfari um alt
hetta ymiska sum er at
síggja, og plakatir og
reklamur eru somuleiðis
allastaðni. Søvnini eru sum
oftast sera løtt at finna, um
tú bert veist í hvørjum
umráði tey eru. Til nærum
øll tey størru søvnini eru
leiðbeinandi skelti, sum
bert skulu fylgjast.
Inni á slíkum søvnum
kanst tú ganga ein heilan
dag, um tú veruliga vilt
geva tær far um hvønn
einstakan merkislut. Tí er
best ikki at vera í tíðarneyð,
um tú vilt hava so nógv
burturúr sum gjørligt.
FERÐAFRÁSØGN Eydna Skaale • eydna@sosialurin
Tate ModernMentanarlív
Um list ella søga
hevur tín áhuga, so
eru nógvar perlur
at síggja í London.
Eingilskmenn eru
sera stoltir av søg-
uni,
og søguligu
støðini og søvnini
eru óteljandi. Listin
hevur somuleiðis
sera góð kor. Lista-
fólk úr øllum heim-
inum
fara
til
London at ganga á
skúlunum har, og
listasøvnini
eru
mong.
C
M
Y
K
17
16