fríggjadagur 25. juni 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 119 - 25. juni 2004
Nr. 119 - 25. juni 2004
19
Birgir Waag Høgne-
sen, sølumaður hjá
TeleTech, sigur, at teir
fyri stuttum gjørdu
avtalu við eina dansk/
amerikanska fyritøku
um Net-telefoni við
sera lágum prísum
SAMSKIFTI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyritøkan, TeleTech, var
fyrsta telefyritøka eftir
Føroy Tele, sum fekk fjar-
skiftisloyvið, eftir at nýggja
fjarskiftislógin varð sett í
gildi í Føroyum. Síðani tá
hevur TeleTech selt tráð-
leyst internet í Vestmanna,
Suðurstreymoy, Eysturoy
og í Norðoyggjum, og tað
hevur gingist rættiliga væl.
Fyritøkan, sum heldur til í
J. C. Svabosgøtu í Havn, er
nú komin á marknaðin við
eini vøru, sum væntandi fer
at geva inn-og útflutnings-
vinnuni og teimum, sum
hava vinir og kenningar utt-
anlands,
eina
rættiliga
lækking í telefongjøldum.
Birgir Waag Høgnesen,
sum er sølumaður hjá Tele-
Tech sigur, at teir fyri stutt-
um gjørdu avtalu við eina
dansk/ amerikanska fyri-
tøku um Net-telefoni við
sera lágum prísum.
Hann sigur, at TeleTech
Net–telefoni er soleiðis
háttað, at tú við telduna
kanst ringa beinleiðis á eina
vanliga telefon uttanlands,
tí sambandið verður leitt
ígjøgnum internetið til ta
útlensku telefonina.
– Vit hava arbeitt við ætl-
anini nú í longri tíð, sigur
hann og vísir á, at teir í
fyrsta umfari hava valt at
seta TeleTech Net-telefoni á
skinnaran.
Birgir sigur, at seinni er
ætlanin at selja vanligar Ip-
telefonir, sum skulu setast
til ta vanligu borðtelefon-
ina, men telefonsambandið
verður tá framvegis leitt í
gjøgnum internetið.
Riggar væl
– Vit hava royndarkoyrt
Net-telefoni-skipanina eina
tíð, og vit halda, at hon
riggar avbera væl. Vit gleða
okkum nógv til at geva
føroyingum ta bíligasta utt-
anlandsgjaldið, tí tað vísir
seg, at vinnuvirkir brúka
nógvan pening til uttan-
landssamrøður. Her er nógv
at spara, sigur sølumaðurin.
Hann vísir á, at við Net-
telefoni kann brúkarin sita
við telduna við einum he-
adsetti og ringa til eina van-
liga telefon ella eina mobil-
telefon í útlandinum fyri
serstakliga lágar prísir á
www. leita.fo.
– Brúkarin kann fara inn
á
heimasíðuna
www.
leita.fo og trýsta á ovasta
bannaran í høgru síðu og
har tekna seg fyri einum
haldi, sigur Birgir.
At tekna seg fyri einum
haldi av hesi telefonskipan,
kostar einki, og enntá fær
brúkarin 1 dollara ókeypis,
sum eina roynd.
– Bæði ung og gomul
duga at brúka telduna í
samband við Net-telefoni.
Eitt nú kunnu foreldur í
Føroyum
brúka
henda
møguleika til at tosa við
síni børn í útlandinum og
spara nógvan pening – ja,
rættuliga nógvan pening.
Birgir sigur, at sum dømi
kann nevnast, at ein sam-
røða til Brasiliu kostar bert
0,62 krónur um minuttin,
meðan hesin sami minuttur
kostar einar 12 krónur hjá
hinum televeitarunum.
Hann sigur, at kostnað-
urin til eitt nú Fraklands er
0,31 krónur og hjá hinum
2,24 krónur.
Einføld skipan
Birgir vísir á, at brúkarin
keypir sína talugávu ella
talutíð við bankaflyting,
ella tey kunnu brúka FR/-
Dankort á www. leita.fo.
– Eftir lítlari løtu fær
brúkarin brúkt talutíðina,
hann hevur keypt. So hvørt,
brúkarin er liðugur at tosa,
sæst, hvussu nógvur pen-
ingur er eftir av talutíðini.
So, hetta er ein einføld og
bílig skipan, leggur hann
afturat.
Sølumaðurin vísir á, at
TeleTech selir tráðleyst in-
ternet, og er tað serliga
teirra egnu viðskiftafólk-
um, fyritøkan vil veita eina
tænastu við hesi skipan.
Hann vísur á, at breið-
bandsviðskiftafólk hjá hin-
um veitarunum eisin kunnu
njóta gott av hesi tænastu, tí
TeleTech Net-telefoni-tæn-
astan á www. leita.fo er
ikki avmarkað til við-
skiftafólkini hjá TeleTech,
men er til allar føroyingar.
– Við tráðleysum inter-
neti ella breiðbandi er
dygdin avbera góð, men
hetta er sjálvandi treytað av,
at ljóðkortið er nóg stórt,
sigur Birgir W. Høgnesen at
enda.
Ring til Brasiliu fyri 0,62 kr. um minuttin
– Bæði ung og gomul duga at
brúka telduna í samband við
Net-telefoni. Eitt nú kunnu
foreldur í Føroyum brúka
henda møguleika til at tosa
við síni børn í útlandinum og
spara nógvan pening – ja,
rættuliga nógvan pening,
sigur Birgir W. Høgnesen,
sølumaður hjá TeleTech
Á Verkhúsinum
Stíggjur arbeiða tey
nógv við list, og á
Varmakeldu fáa vit
onnur eisini høvi at
síggja úrslitið. Tað
eru Dagmar Beder og
Oggi Lamhauge, sum
hava lagt teimum
menningartarnaðu
lag á, og hesuferð vera
grafisku verkini hjá
Ogga eisini við á
listaframsýningini.
LISTAFRAMSÝNING
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
– Ein listaframsýning er ein
frálíkur
møguleiki
hjá
teimum menningartarnaðu
at vísa, hvat ið rørir seg
innaní teimum. Og hjá okk-
um øðrum at skilja tey
betri. Tað, tey kanska ikki
duga so væl at seta orð á,
duga tey ofta serliga væl at
fáa fram við litum og blý-
anti ella í lutum, tey evna
við hondunum, sigur Dag-
mar Beder, sum starvast á
Verkhúsinum Stíggjur.
At kroppslig ella sinnis-
lig brek ikki nýtast at vera
nøkur forðing fyri listarlig-
um avrikum, hava tey á
Stíggi longu prógvað so
dyggiliga. Listaframsýn-
ingin hjá teimum í Riber-
húsi í Fuglafirði síðsta
heyst eydnaðist so væl, at
tey hava fingið hug at royna
seg aftur. Hesuferð fara tey
at sýna fram í Stórhúshøll í
Fuglafirði á Varmakeldu.
Ein onnur mynd
– Tá Verkhúsið Stíggjur
fylti 10 ár síðsta heyst,
vildu vit og brúkarnir fegin
gera okkurt serligt burturúr.
Og vit hildu, at hugskotið
við eini listaframsýning var
frálíkt. Bæði tí tað var øðr-
vísi, og eisini tí vit leingið
høvdu fingist við list, men
kanska saknaðu okkurt
ítøkiligt at arbeiða fram
ímóti, sigur Dagmar.
– Tey vóru sjálvandi feg-
in um at fáa møguleika at
vísa sína list fram, men
stóri áhugin fyri framsýn-
ingini kom púra óvart á tey.
Og tað sigur seg sjálvt, at
tað eisini var serliga huga-
ligt hjá teimum menningar-
tarnaðu at vera í fokus í
sambandi við nakað heilt
annað enn tvørligar møgu-
leikar ella vantandi tilboð,
sum vit so ofta hoyra um,
sigur Dagmar.
Tað er onki at dylja yvir,
at umrøðan av teimum
brekaðu í fjølmiðlunum
ofta er rættiliga einsháttað.
Og hetta ger uttan iva sítt
til, at vit ofta hava lyndi til
at bólka øll brekað undir
einum og halda tey øll vera
meir ella minni líka.
– Tey menningartarnaðu
eru minst líka ymisk, sum
øll vit onnur, sigur Dagmar.
Til dømis er tað als ikki øll
á Verkhúsinum, sum tíma at
fáast við list. Og tey, sum
tíma, prógva uppaftur meir,
hvussu ymisk tey eru, tí tey
hava øll hvør sítt sermerkta
listarliga eyðkenni.
Oggi eisini við
Tað er Dagmar, sum saman
við Ogga Lamhauge, peda-
gogi og grafikara, hevur
lagt teimum menningar-
tarnaðu listarligt lag á.
Oggi fæst eisini sjálvur við
list, og hesuferð verður
hann eisini við á framsýn-
ingini.
– Oggi hevur verið ótrú-
liga hjálpsamur og stimbr-
andi fyri listarliga arbeiði
her í húsinum. Og tey
menningartarnaðu
vildu
fegin vísa hon sítt takksemi
við at at biðja hann vera við
á framsýningini. Men Oggi
er eisini ein avbera góður
listamaður sjálvur, so nú
fáa onnur eisini høvi at
síggja verkini hjá honum.
Tað ger bara framsýningina
uppaftur meir áhugaverda,
heldur Dagmar.
Listaframsýningin »Menn-
ingartarna
saman
við
Ogga« verður at síggja í
Stórhúshøll í Fuglafirði í
døgunum 1. til 4. juli.
Menningartarnað saman við Ogga
Dagmar Beder er ein av stigtakarnum til listaframsýningina hjá teimum menningartarnaðu á
Varmakeldu. Hon starvast dagliga á Verkhúsinum Stíggjur, har hon og Oggi Lamhauge hava
lagt brúkarnum listraligt lag á
C
M
Y
K
19
18